Aftur
Afturvendandi spurningar um at verja ófødda barnið ímóti fosturtøku
Hvør hevur virði?
Kjarnan í at verja ófødda barnið er einføld, hon er grundað á, at tú hevur virði, tí tú ert eitt menniskja. Øll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki avhongur av tínum førleikum, um tú bert brek, tíni útsjónd ella sosiala statusi.
Føroya Pro Vita metir, at hetta er ein av grundarsteinunum í føroyska samfelaganum, og er ein stór orsøk, at tað er so gott at búgva í Føroyum.
Um vit t.d. síggja eitt ógvisligt ferðsluóhapp og ein persónur er í neyð, so fara vit øll at gera alt, ið vit kunnu fyri at bjarga hesum persóninum (ringja 112). Vit fara ikki fyrst at spyrja:
-Fer hesin persónurin at vera ein byrða fyri familjuna ella fyri heilsuverkið?
-Fer hesin persónurin at bera brek?
-Ynskir nakar henda persónin og orkar nakar at taka sær av viðkomandi?
Ófødda barnið er eitt livandi menniskja frá gitnaði, og hevur tí sama treytaleysa virði sum vit onnur og hevur uppiborið somu virðing.
Hvør skal gera av, nær eitt fostur er eitt menniskja?
Eitt fostur er eitt menniskja, tí eitt menniskja verður til frá tí løtu gitnaður hendur.
Les meira um fosturmenning her.
Menniskja er eitt slag av súgdjóri. Vit hava menniskja-DNA og reint lívfrøðiliga eru vit tí menniskju. Eitt gitið egg er ein sjálvstøðug vera, sum veksur og stríðist fyri at yvirliva. Er nøring og annað til staðar, so mennist lítla veran og doyr av elli eini 80 ár seinni.
Hvussu við spiralum sum fyribyrging um eitt fostur er eitt menniskja?
Nýtsla av spirali er ikki beinleiðis tað sama sum fosturtøka, men ein sleppur ikki undan etiskum spurningum um lív í samband við spiral sum fyribyrging.
Fyri at mennast til eitt fostur skal gitna eggið seta seg fast í lívmóðurveggin eini 6 dagar eftir gitnað. Mett verður at umleið 50% av gitnum eggum klára hetta ikki, og eru mist áðrenn kvinnan eigur at fáa sína menstruation.
Koparspiralar virka serliga við at fyribyrgja gitnaðinum sjálvum, men hormon (levonorgestrel) spiralar virka serliga við at fyribyrgja implantatión, áðrenn kvinnan veit, at hon er við barn.
Ein fosturtøka er harafturímóti, at aktivt fara inn og enda lívið á einum fostri, sum mennist í móðurlívi, og har tað kann staðfestast, at kvinnan er við barn – tankin er ikki at fyribyrgja einum barnsburði.
Við spiralum ynskir man at fyribyrgja og at gerast við barn. Ein spiralur endar ikki lívið á einum fostri, sum veksur vanligt í lívmóðurini.
Er man harafturímóti etiskt avgjørdur, kann man eisini grundgeva etiskt fyri at nýtsla av spiralum er at meta sum fosturtøkur sera tíðliga í tilgongdini. Spiralar økja um vandan fyri, at eitt gitið egg ikki yvirlivir og at mamman missir eitt barn.
Men, royking og alkohol kunnu eisini økja um vandan fyri at missa eitt barn, serliga sera tíðliga. Flest øll eru vit samd um, at hesi ikki skulu nýtast í viðgongutíðini.
Letur frí fosturtøku upp fyri, at virðingin fyri mannalívum sum heild minkar?
Tað er púra greitt, at so er. Vit síggja tað við at hyggja at øðrum londum, har fosturtøka hevur verið frí leingi. Fyri bara at nevna nøkur dømi:
- í Danmark kjakast man um, hvussu nógv samfelagið sparir fyri hvørt barn við cystiskari fibrosu, sum verður tikið við fosturtøku
- at man kjakast um at aktiv deyðshjálp skal lóggevast
- WHO mælir til, at vit skulu loyva fosturtøku fram til føðingina
Er tað ein etisk loysn at bjóða kvinnuni fosturtøku?
Kvinnur er ikki umfevndar í revsilógini, so tær kunnu uttan at óttast søkja sær læknahjálp um neyðugt í samband við avbjóðingar við einum óynsktum barnsburði ella fosturtøku.
Ímynda tær eina kvinnu, ið fær eitt sjúkt barn. Heldur enn at vísa kvinnuni og barninum umsorgan, leggja vit alla ábyrgdina á hana: tað er hon, ið hevur valt at seta hetta barnið í verðina og hon, ið hevur valt at hava tað strævið.
Samfelagið sigur við hana: “Tú kundi bara havt sagt ábyrgdina frá tær og tikið lívið av tínum barnið.
Hví skal samfelagið hjálpa tær, nú tú stríðist fíggjarliga, tá ið vit longu bjóðaðu tær eina etiska loysn í meðan tú gekst við barninum?”
Pro Vita heldur ikki, at tað er etiskt at leggja alla ábyrgdina og skyldina á kvinnuna, sum er við barn. Hvørt menniskjalív skal verjast – tað er okkara felags ábyrgd.
Má frí fosturtøka vera loyvd, av tí at vandin fyri ótryggum fosturtøkum er so stórur?
Tað verður ofta tikið fram av fosturtøkuviðhaldsfólki, at fosturtøkur mugu vera loyvdar í einum samfelag, tí tær fara at verða framdar óansæð, men bara á ólógligan og ótryggan máta. Víst verður til ræðusøgur, har kvinnur lata lív, tí tær fingu ólógligar fosturtøkur.
Tað hevur sera stóran týdning, at hyggja neyvt at tílíkum hagtølum áðrenn man letur seg ríva alt ov nógv við kensluliga. Tað er rætt, at ótryggar fosturtøkur fara fram í heiminum. Av øllum fosturtøkum í heiminum verða 45% mettar at vera ótryggar, men av hesum fara 97% fram í menningarlondum. Av hesum ótryggu fosturtøkunum, doyggja millum 22.800 – 31.000 kvinnur av eini 33 mió ótryggum fosturtøkum í heiminum.
Tað merkir so, at í vesturheiminum og í norðanlondum eru avleiðingar av ótryggum fosturtøkum ikki at meta sum ein trupulleiki. Tað er tí ikki skilvíst at brúka hagtøl um ótryggar fosturtøkur sum eina ræðumynd til at grundgeva fyri fríari fosturtøku, hóast man er ósamdur um fosturtøkuspurningin.
Til samanberingar drepur royking yvir 7 mió fólk um árið. Alkoholnýtsla drepur umleið 3 mió fólk um árið. Hetta svarar til 5,3% av øllum deyðsføllum og umboðar 13,9% av deyðsføllum í aldursbólkinum 20-39 ár. Harafturat, kann alkoholnýtsla í viðgongutíðini økja um vandan fyri, at barnið fær varandi brek.
Hvussu tryggjar man rættindini hjá bæði kvinnuni og hjá fostrinum?
Fostrið hevur eingi rættindi, um rætturin til lív verður tikin. Kvinnurættindasáttmálin tosar um, hvussu týdningarmikið tað er at verja rættin hjá kvinnuni at arbeiða og at vera aktiv, tá ið hon fær børn og familju.
Atgongd til heilsutænastur undir viðgongutíðini, í samband við føðing og eftir føðingina, er týdningarmikið fyri báðar partar.
Er fosturtøka ein mannarættur?
Nei, tað er andsøgn. Fyrsti mannarætturin er rætturin til lív – uttan hann, hava vit eingi onnur rættindi.
Fosturtøkuviðhaldsfólk argumentera útfrá fortreytini, at fosturtøka er ein spurningur um val og sjálvsavgerðarrætt hjá kvinnuni yvir sínum kroppi. At kvinnur eru frælsar og førar fyri at taka egnar avgerðir er tí sólarklárt, sambart hesari argumentatiónini. Men, fosturtøka ávirkar ongantíð bara mammuna, men eisini lívið hjá einum óføddum barni í móðurlívi.
Pro Vita ynskir ikki í nakran mun at ræna grundleggjandi rættindi frá nøkrum menniskjum. Men, vit eru av tí sannføring, at ófødda barnið hevur treytaleyst virði og má verjast, tí tað er eitt menniskja og limur av mannaættini.
At kalla fosturtøku fyri ein “rætt” ella “sjálvsavgerðarrætt” er tí sera misvísandi. Pro Vita metir ikki, at nakað, sum beinleiðis tekur ein grundleggjandi mannarætt frá onkrum øðrum, og endar eitt mannalív, kann kallast ein mannarættur.
Hóast umstøður kunnu vera sera truplar, finnast altíð betri loysnir enn fosturtøka.
Hevur fosturtøka avleiðingar fyri sálarheilsuna hjá kvinnuni, ið tekur fosturtøku?
Sálarligu avleiðingarnar av fosturtøku kunnu fyri mong samanberast við at fáa deyðfødd børn, og tað kann elva til stóra sorg. Tað finnast ymisk hagtøl, sum vísa, at kvinnur m.a. kunnu gerast tungar í huga eftir eina fosturtøku. Ikki bara stutt eftir eina fosturtøku, men kunnu fáa seinfylgjur nógv seinni í lívinum. Kvinnur, sum hava tað trupult eftir fosturtøku, hava tørv á øllum neyðugum stuðli og umsorgan.
Les meira um sálarligu avleiðingarnar av fosturtøku her.
Kvinnur, ið eru illa fyri sálarliga og liva undir truplum umstøðum og uttan stuðul hava truplari við at handfara kenslurnar, sum ofta koma í samband við fosturtøku. Tí er tað órímiligt, at “ring sálarheilsa” skal vera eitt argument fyri at útseta onkran fyri fosturtøku.
Er tað etiskt, at kvinnur skulu ganga við einum óynsktum barni, um man samanber tað við eitt nú at geva blóð ella at vera donor?
Man hevur rætt til at nokta læknaliga viðgerð, eisini tá ið læknar meta, at viðgerðin kann bjarga tínum lívi ella lívinum hjá onkrum øðrum. Man hevur ikki rætt til at krevja eina læknaliga viðgerð, bara tí, at man sjálvur ynskir hana.
Hvørjar avleiðingar hevur hendan verjan fyri kropsliga sjálvsræði hjá kvinnuni, sum er við barn?
Í einum barnsburði er fostrið í kroppinum hjá kvinnuni. Kann ein kvinna bindast til at halda eitt annað menniskja á lívi við sínum kroppi, ella hevur hon rætt til at steðga hesum menniskja at brúka sín kropp og lata tað avlívast í einari fosturtøku?
Hendan etiska tvístøðan kann lýsast við einari tankaroynd. Ein kvinna hevur eina dóttir, sum líðir av einari lívshóttandi nýrasjúku. Einasti møguleikin hjá dóttrini fyri at yvirliva er, at hon fær eitt nýtt nýra. Mamman vísir seg at vera ein fullkomin donor, og tað finnast ikki aðrir donorar. Er kvinnan nú bundin at melda seg sum donor og at geva sítt nýra?
Eingin kann tvingast at brúka sín kropp sum eykalutir fyri ein annan. Sjálvt um barnið doyr, kann kvinnan ikki ábyrgdast. Men kvinnan er onkursvegna moralskt bundin til at royna at bjarga dóttrini, hóast tað kann hava vansar at geva eitt nýra. Hetta lýsir munin í millum at vera moralskt og løgfrøðiliga bundin.
Men, hvat so við fosturtøku? Er hetta at siga nei til at donera sítt nýra, tað sama sum, at siga nei til at “leiga” sína lívmóður út í 9 mánaðir?
Tað, sum skilir tankaroyndina her, frá fosturtøkustøðuni, er, at kvinnan í tankastøðuni, hevur tveir møguleikar. Hon kann bjóða sítt nýra, ella lata vera. Hon kann kann velja “at hjálpa” ella “ikki at hjálpa”.
Í ein um barnsburði hevur ein kvinna ikki hesar báðar møguleikarnar. Hon kann velja at verja sítt fostur til termin, tvs. “at hjálpa”, ella at lata tað doyggja. Í einum barnsburði er tað ikki møguleiki fyri “ikki at hjálpa”.
Tað ber ikki til at skilja kvinnu og fostur tíðliga í einum barnsburði uttan at fostrið doyr. Tí er fosturtøka ikki “nei til at hjálpa”, men ein avlíving.
Etikkur í samband við heilsuna, serligar umstøður hjá kvinnuni og tá ið barnið er óynskt
Hví skal ein loyva fosturtøku, um kvinnan ber brek, hevur álvarsliga sjúku, ella har tað eru tungtvigandi sosialar ella sálarligar orsakir, men ikki annars? Eru tey fostrini minni verd?
Pro Vita er av tí greiðu fatan, at ongar umstøður avgerða virði á tær ella mær. Tú hevur treytaleyst virði, tí tú ert eitt menniskja. Eisini um tú ert eitt sera lítið menniskja, sum enn ert eitt óføtt barn.
Um ein mamma, er í tí óhepnu støðu, hon ikki er før fyri at taka sær av barninum, kann man burtættleiða barnið og stuðla kvinnuni á allan hátt í viðgongutíðini, heldur enn at bjóða fosturtøku.
Tað kunnu vera støður, ið krevja at kvinnan fær lívsbjargandi viðgerð, sum t.d. um barnið hevur sett seg í eggjaleiðaran ella um kvinnan fær fosturvatnseitran. Tó er ikki neyðugt við fosturtøku. Hví stegða hjartanum á barninum áðrenn kvinnan verður sett í gongd ella áðrenn ein keisaraskurð?
Hevur barnið sett seg í eggjaleiðaran, fær tað ikki ment seg og vaksið. Tað fer undir ongum umstøðum at yvirliva við tøknini, ið vit hava nú. Vit mugu bjarga kvinnuni og royna at menna tøkni til at bjarga fostrinum eisini.
Er kvinnan neyðtikin hevur hon verið úti fyri eini ólógligari og ræðuligari gerð, sum ikki í nakran mun batnar av at bjóða henni eina fosturtøku.
Kann tað verjast at steðga einari viðgongu bara tí at barnið er óynskt?
Í Føroyum lóggeva vit ikki grundað á kenslur okkara. Lógir eiga at tryggja, at øll fáa eins viðferð. Tað ber ikki til at lóggeva eftir um tú ert eitt ynskt ella óynskt barn.
Um fosturtøka verður loyvd, tá ið barnið hevur álvarslig brek, hví so ikki loyva fosturtøku, um ongi brek eru staðfest? Eru børn við álvarsligum breki minni verd? Er tað meira etiskt at velja eitt fostur frá vegna brek ella sjúku heldur enn tí at fostrið er óynskt?
Tað er syrgiligt, at fosturtøkukjakið seinastu árini hevur havt við sær, er at samfelagið hevur sannført mong um, at tað er betri fyri barnið at vera valt frá í móðurlívi, enn at lata tað liva við álvarsligari sjúku ella breki.
Í Danmark vísa hagtøl m.a., at 95% av teimum, sum fáa at vita, at fostrið hevur Down’s syndrom, velja fosturtøku heldur enn at fáa barnið.
Ein pápi setur orð á seinfosturtøkuna hjá fostrinum, sum vísti seg at vera ein genta, soleiðis: “Mær dámar væl at viðurkenna hana og kalla meg pápa at tveimum børnum. Men, tað trupla við tí er, at so havi eg tikið lívið av mínum egna barni”. Hesin pápin og konan áttu framanundan eina lítla dóttir, og fingu at vita, at barnið í búkinum á mammuni hevði Down’s syndrom. Tey hildu ikki, at stórasysturin skuldi vaksa upp í skugganum av einari lítlasystur við breki.
Tað er ein kollvelting fyri einhvørt foreldur at fáa at vita, at tað ófødda barnið, ið man ber, er sjúkt ella hevur brek. Hvussu læknin tosar um útlitini hjá barninum er oftað avgerandi fyri hvørjar valmøguleikar tey hava. Ofta tykjast framtíðarútlitini einamest døpur. Ein lækni segði m.a. við eini foreldur, at tann álvarsami hjartafeilurin, teirra ófødda barn hevði, fór at hava so nógvar skurðviðgerðir og sjúkrahúsinnleggingar við sær, at tað mest sannlíkt fór at hava við sær hjúnarskilnaða og í ringasta føri umsorganarsvik av teimum børnunum, ið tey longu høvdu.
Er óynskta barnið betri óføtt?
Í Føroya Pro Vita ynskja vit, sum øll onnur, at øll børn eru ynskt børn.
Tó er tað tíverri ikki altíð ein ynskt støða, tá ið ein kvinna gerst við barn. Men, kenslur kunnu broytast. Tí avgera kenslur ikki virði á barninum; tað hevur virði tí, at tað er eitt menniskja.
Eitt óynskt barn kann fáa eitt gott lív, eins og eitt ynskt barn kann fáa eitt ringt lív. Men, øll hava vit rætt til lív!
Er fosturtøkuspurningurin ein javnstøðuspurningur?
Tað er tað bara, um vit síggja tað sum ein “trupulleika sum skal loysast” at ganga við og fáa børn. Kvinnurættindasáttmálin leggur upp til, at vit sum samfelag tryggja okkum, at hetta ikki er ein trupulleiki, tvs, at mamman fær lisið víðari, arbeitt og, at hon hevur atgongd til heilsutænastur, sum tryggja henni so trygga viðgongutíð og føðing sum gjørligt. At tveita fosturtøku eftir kvinnunum, sum eina loysn heldur enn at geva teimum góðar umstøður er at svíkja kvinnuna og barnið.
At øll menniskju eru javnvird, er ikki bara eitt menniskjasýn, sum veitir rættindi, men í líka stóran máta, eitt menniskjasýn, sum er bindandi. Tað bundni, sum kvinnan við barn hevur við sítt fostur, eigur at hava beinleiðis samband við hvussu samfelagið bindir seg til at stuðla henni á allan hátt.
Føroya Pro Vita ynskir tí, at fosturtøkukjakið í nógv størri mun snýr seg um, hvussu samfelagið stuðlar kvinnum, sum eru óynskt við barn, og tí nýggja samfelagsborgaranum, sum er blivin til.
Hetta, at øll menniskju er javnvird, er ikki eitt menniskjasýn, sum verður varðveitt av sær sjálvum. Tað er trýst frá nógvum síðum. Tað krevur av okkum, at vit aktivt taka støðu: hvørji virði ynskja vit at byggja okkara samfelag á? Les meira her.
Er fosturtøka ein viðgerð, sum kvinnan sjálv eigur at avgera um?
Tá ið talan er um álvarsliga medisinska viðgerð ella skurðviðgerð er vanliga krav, at ein lækni skal meta viðgerðina at vera neyðuga og trygga fyri teg áðrenn tú fært hana bjóðaða.
Hví er fosturtøka undantakið, sum skal viðfarast meira sum panodil ella vanligar handkeypsvørur á apotekinum? T.d. fær man ikki keisaraskurð ella epiduraldoyving bara tí man ynskir tað.
Les meira her.
Skal sjálvsavgerðarrætturin avmarkast?
Um sjálvsavgerðarrætturin hjá kvinnuni er fullkomin og óavmarkaður, so ber tað við sær, at fosturtøka skal vera lóglig allan barnsburðin. Kvinnukroppurin er í hesum samanhangi jú hennari egni, líkamikið um fostrið er í 6. ella 39. viku.
Men flestu føroyingar ynskja ikki fosturtøku í 39. viku. “Tá er jú talan um eitt barn.” Har við góðtekur man í veruleikanum, at kvinnan má avmarka sítt egna kropsliga sjálvsræði fyri at verja eitt líkavert menniskja. Men nær?
Vit venda aftur til spurningin um, hvat virði eitt fostur hevur? Ófødda barnið er ein líkaverdur limur av menniskjaligu familjuni.
Hevur frí fosturtøka við sær, at fólk eru minni ansin, tá um ræður kynsliga samveru?
Frí fosturtøku er eitt symptom upp á tað sum er hent. Tað tykist sum, at tá ið vit fingu øll møgulig sløg av sera effektivari fyribyrging, hava vit skilt handlingina (kynsligt samband) frá natúrligu avleiðingini (at fáa børn) og halda okkum hava rætt til so nógva kynsliga samveru, sum vit vilja uttan at skula hugsa um møguligar avleiðingar av tí.
Frí fosturtøka er ein avleiðing at tí heimsfatanini, men veruleikin er tann, at vit kunnu gerast við barn sjálvt um vit nýta fyribyrging og tað eiga vit at hava í huga tá ið vit geva okkara samtykki til kynsliga samlegu.
Er fosturtøka yvirhøvur eitt evni, sum tað ber til at blíva samd um?
Pro Vita vil fegin samstarva um felagsmál at stuðla kvinnum at fullføra viðgongutíðina. Tó fer Pro Vita ogantíð at slaka í at verja rættin til lív.
Eingin heldur tað vera í lagi at enda lívið á einum nýføðingi við somu grundgevingunum, ið vera nýttar til fosturtøku, men hetta er tað sama barnið sum stutt áðrenn livdi inni í móðurlívi. Hví ynskja vit so ikki at verja tað frá fyrstu løtu?
Skal føroyska lógin um fosturtøku broytast?
Pro Vita tekur ikki undir við nakrari lóg, sum á órættvísan máta ger mun á børnum og loyvir okkum at velja summi børn frá, t.d. alt eftir hvørji foreldrini eru ella um barnið ber brek. Vit taka ikki undir við fríari fosturtøku.
Harafturímóti stuðla vit øllum átøkum, sum verja lív og har man bjargar so nógvum lívum sum gjørligt. Í summum førum ber ikki til at bjarga bæði mammuni og barninum, og tá kann man velja mammuna ella ongan.