Sálarligar avleiðingar av fosturtøku
Tá fosturtøka er traumatiserandi
Bjørn Håkonsson, sálarfrøðingur, Katolsk Familjarådgivning Malmø
Bjørn hevði fyrilestur um sama evnið í Føroyum í 2016.
Okkurt er brotnað.
Tá ið man velur fosturtøku, setur tað djúp spor í sálina og í relatiónirnar við onnur. Hetta ávirkar onnur meira enn vit halda. Tað hava míni gott og væl tjúgu ár sum sálarfrøðingur sannført meg um.
Í dag skilji eg ikki, hvussu eg fekk eina fullfíggjaða útbúgving sum kliniskur sálarfrøðingur, á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, uttan, nakrantíð at hoyra um tær óhugnaligu seinfylgjurnar av fosturtøku, ið eg síðani havi hoyrt um.
Eg havi sæð, hvussu oyðileggjandi avgerðin um fosturtøku kann verða í lívinum hjá kvinnuni. Eg havi tí sjálvur roynt at lært meira, um hví hendan lívshendingin – eitt av teimum heilt vanligu inntrivinum á okkara sjúkrahúsum – eisini hevur við sær so stórar kensluligar trupuleikar. Nakað, ið stórliga yvirraskar bæði kvinnuna og hennara nærmastu.
Eg ynski, at tað verður størri opinleiki og erligheit um hendan trupulleikan. Eg meti meg tí hava eina skyldu at geva mína vitan og tankar um hetta økið víðari.
Øll gerast illa við
Øll gerast illa við av tí. Kvinnurnar klaga um, hvussu kalt og mekaniskt tær verða møttar av sjúkrarøktarfrøðingum og læknum, tá ið tær fortelja um óplanlagdu viðgonguna.
Vanliga ráðgevingin, kvinnan fær, avmarkar næstan altíð, óplanlagdu viðgonguna til ein spurning um miseydnaða fyribyrging. Kensluligu (og etisku) atlitini, sum kvinnan í veruleikanum kann hava, verða ikki tikin í álvara. Sum um, at tað er vandamikið at tosa við hana um slíkt.
Síðani, verður hon – oftað í einum tíðarpressið – tikin í eina tilgongd, sum hon kanska als ikki vil inn í. Av tí, at fleiri kvinnur í veruleikanum ikki eru lidnar við at finna útav, hvat tær vilja, og hvørjar møguleikar tær hava. Tann skjóta framferðin kann tí enda við einum kensluligum ruðuleika av vónloysi, vreiði, hjálparloysi og avmakt. Eitt barn er mist, og einki er at gera við tað. Hvussu hendi tað? Hvar er barnið nú? Tað kann vera ræðuligt at síggja seg sjálva í speglinum: Hvør eri eg nú, aftaná, at eg havi gjørt hetta her?
Vónloysið er tíverri illa vælkomið av teimum nærmastu. Kvinnan kann blíva avbyrgd og hoyra ákærur ímóti sær: “Tú hevur einki at gremja teg um, tú segði jú aftaná, at tað kennist sum ein lætti; hvat gongur nú fyri seg við tær?”. Ella: “Fosturtøka er ikki skaðiligt, so um tú hevur tað soleiðis nú, so má tað hava verið okkurt galið við tær áðrenn fosturtøkuna.”
Tað kann merkja, at tann natúrliga sorgin eftir tað, sum verður upplivað, sum eitt skundað og skeivt val, blívur blokkerað. Eitt tunglyndi byrjar at bylgjast, og eingin torir at nerta við tað.
Í okkara mentan er tað ein sera stór mótstøða ímóti hesum pínufullu reaktiónunum eftir fosturtøku. Ein kvinna, sum er ólukkulig, ill, forvirrað, sjálvákærandi orsakað av sínari fosturtøku, verður næstan automatiskt trýst burtur. Vit skunda okkum vekk.
Tað hendur hjá sálarfrøðinginum, læknanum ella ljósmóðurini, sum ikki skilja samanhangin. Kanska tí, at tey sjálvi persónliga eru óavklárað hesum viðvíkjandi. Ella tí, tað bara ikki rúm fyri hesum slagnum av trupulleikum í okkara heimsmynd: “Fosturtøkur eru ikki sálarliga skaðiligar. Punktum.” So blívur trupulleikin ein “ikki-trupulleiki”. Ósjónliggjørdur, nakað man skal skamma seg um. Kvinnan lærir, at tað er hon sjálv, sum er trupulleikin. Og síðani veksur óttin og avbyrgingin enn meira.
Kann ikki seta spurnartekin við valið
Tað er alt ov lætt fyri ráðgevarar at goyma seg handan hugburðin um, at man ikki eigur at seta spurnartekin við, at kvinnan sigur, at hon vil hava eina fosturtøku.
Tað eru nógvar kvinnur, sum hava tørv á einum tolnum og lurtandi persóni, sum kann síggja tær jaligu síðurnar við, at hon er við barn. Sum loyvir henni at ímynda sær, at hon skal føða eitt barn, ja, at hon faktiskt longu er ein mamma.
Tá hesin stuðulin manglar, og hesin møguleikin ikki verður nevndur, so doyr tann lítla, inniliga vónin um, at tað kanska er ein annar valmøguleiki enn fosturtøka. Samrøðan kann tá enda við, at ráðgevin kennir seg stoltan yvir, at hava virt hennara val um fosturtøku. Men kvinnan sjálv fer avstað aftur, meira einsamøll og bangin, enn tá ið hon kom. Kvinnan fær fosturtøkuna, hóast hon innast inni visti, at hon veruliga vildi hava barnið.
Men av og á, sigrar tann lítla vónin – uttanum ráðgevarar. Ein kvinna fortaldi mær, at hon var áveg á sjúkrahúsið fyri at fáa eina fosturtøku, tá hon møtti einari gamlari vinkonu, sum sá á henni, at okkurt var áfatt, og vinarliga spurdi hana, hvussu hon hevði tað. Tað lítla vinsemi var nokk til, at maskan datt niður á vegin, sum hon sjálv segði. Hon fekk brádliga samband við sínar kenslur og brast út úr í grát. Hon visti við tí sama, at hon vildi hava barnið, líkamikið hvat onnur søgdu, og hon fór beinleiðis heim. Hon hevur sjálvandi ongantíð angrað, at hon føddi eina undirfulla, lítla dóttir.
Tað er annars sera vanligt, at kvinnur ikki møta upp til fosturtøkuna. Hendan kvinnan er tí ikki einsamøll við hesari upplivingini.
Eg (og aðrir ráðgevarar) hava royndir við persónum, sum stríðast sera nógv við at sleppa av óhugnalig minni og kenslur, sum eru knýttt til upplivingina við fosturtøkuna. Talan er um vónbrot og vreiði ímóti teimum nærmastu, sum sviku (s.s. sjeikurin ella eins egna mamma). Ella móti ymsum viðgerðarum og ráðgevarum. Hetta eru sosialar óviðurkendar kenslur, sum eru sera truplar at seta orð á.
Hesar kvinnurnar søkja sær ikki hjálp hjá tí almenna longur. Tær eru bangnar fyri, at aftur vera misskiltar av øllum teimum, sum ikki vilja síggja hvussu nógva pínu, ið fosturtøkan hevur havt við sær.
Tær megna ikki at síggja barnavognar. Tær kenna seg sviknar og lumpaðar. Og kunnu beinleiðis gerast glaðar, tá ið tær møta víðgongdum fosturtøkumótstøðufólkum, sum vísa tað, sum tær sjálvar merkja.
Beiskleikin, ja, hatrið, og kenslan av at verða vanvird – “neyðtikin av samfelagnum”, sum ein kvinna , segði við meg – kann fylla nógv.
Minst eitt av teimum dømunum, har sambandið við meg brádliga bleiv kvett í viðgerar tilgongdini, havi eg ein mistanka um, at persónurin gjørdi sjálvmorð. (Eg havi ikki fingið tað váttað, tí mítt arbeiði dulnevnt og ikki partur av almenna heilsuverkinum í Svørríki).
Tað er greitt, at ein høgur prísur verður goldin fyri blinda vinkulin hjá samfelagnum í fosturtøkuspurninginum. Og næstan eingin merkir tað. Hví? Er vit so stolt av okkara seksuellu frígering, at vit ikki tora at síggja tí ljótu baksíðuna?
Tey næstu tvey dømini frá mínari egnu praksis vísa á, at støðutakanin um fosturtøku, hevði varandi avleiðingar fyri tvey hjúnarbond.
Barnið, tey bíðaðu leingi eftir – Karin og Ron
Karin og Ron, eru ávikavíst 24 og 28 ára gomul og lesandi á lærdum háskúla. Hon er praktiserandi katolikkur og hann er ateistur. Tey hava verið gift í fýra ár. Tey hava roynt nógv fyri at gerast foreldur, uttan eydnu. Seinastu tíðina hava bæði merkt ein ávísan tómleika í lívinum. Viðhvørt vita tey ikki, “hvat tey skulu brúka hvønnannan til” (orðini hjá Ron).
Tað eru ósemjur og klandur í heilum, nakað, sum Karin tosar nógv við sínari vinkonur í skúlanum um. Mitt í tí heila verður Karin so við barn. Vinkonurnar hjá Karin halda, at tá ið hon nú hevur so nógvar trupulleikar við manninum, so er tað best, at hon fær eina fosturtøku. Tí “øll vita jú, at eitt barn kann ikki bjarga einum hjúnarbandi”.
Karin byrjar at ivast í øllum, nakað, ið Ron sær, sum eitt tekin uppá, at hon ikki elskar hann longur. Karin fer til læknan og fær eina tíð til fosturtøku. Bæði kenna tað sum, at tey eru endað í einari fastlæstari støðu og leita sær serkøna hjálp. Soleiðis koma tey til mín.
Tá tey seta seg í míni samrøðuhøli, seta tey seg stólarnar við ríkiligari frástøðu til hvønnannan. Karin lenar seg burturfrá Ron og kagar út í gjøgnum vindeyga. Ron er friðaligur, hyggur niður og bítur negl. Aftaná, at bæði hava lýst støðuna (við sera einsljóðandi orðum), byrji eg at spyrja tey, hvussu tey fáa tað at hanga saman. At tey á tí einu síðuni hava droymt um eitt barn í fleiri ár og, at á hinari síðuni, nú bæði, næstan mekaniskt, siga, at tey ikki skulu hava eitt barn, “tí eitt barn kann ikki bjarga einum hjúnarbandi”.
Tey steðga sindur á. Inntil nú, hevur tað verið ein løgin frávera av ítøkiligum kenslum í okkara samrøðm. Spurningar og svør eru komin hvørt aftan á annað, næstan automatiskt. Kensluliga fjarstøðan í millum tey er týðilig, hóast tey á einum rationellum støði eru heilt samd. Karin situr upprætt, næstan stív – eitt kropsmál, sum nógvir ráðgevar vildu lýst sum, at hon er í sínum høvdi, uttan at hava samband við kroppin.
Eg spyrji nú Karin, hvussu hon hevur tað “við hasum har”, sum hon hevur í kroppinum. (Eg plagi ikki at brúka orðið fostur ella barn, tað skal vera sjúklingurin sjálv, sum fyrst lýsir støðuna).
Nú verður hon – fyri fyrstu ferð í samrøðuni – sjónliga kensluliga ávirkað ,og leitar eftir orðunum og fortelur, hvussu nógv tey høvdu longst eftir hesum barninum. Tá byrja bæði at hyggja uppá hvønnannnan, sum um, tað brádliga gongur upp fyri teimum, at tað er loyvt at síggja málið upp á ein nýggjan máta, og at hava kenslur fyri barninum.
Á veg heim, er tað greitt fyri teimum, at tað er ómøguligt fyri tey at velja fosturtøku. Karin møtir ikki til avtaluna á sjúkrahúsinum. Hon føðir barnið, og sambandið við Ron verður gott aftur.
Fleiri ár seinni fortelur Karin um sítt takksemi fyri hesa samrøðuna. Tað einasta, henni tørvaði var ein lítil spurningur, sum fekk hana at síggja viðgonguna sum nakað jaligt. Tað hjálpti henni ímóti ávirkanini, tey rundan um hana høvdu á seg, Harímillum læknin sum hvørki skilti ella hevði áhuga fyri hennara veruliga ynski.
Karin og maðurin vóru í serliga sárbarari støðu. Øll sviku tey (hóast góðar tilætlanir), tá teimum meira enn nakrantíð tørvaðu uppmuntring og stuðul.
Eg haldi, at Karin í dag, hugsar aftur á, hvussu undarliga vís hon kundi vera í sínari søk. Beint í móti sínum innastu kenslum – og sínari átrúnaðarligu trúgv – og, at eingin, hon kendi, hevði dirvi nokk til at seta orð á hetta fyri henni. Tað er í veruleikanum ræðandi.
Fosturtøka og fullkomna álitsbrotið – Rosa og John
Rosa (40 ár) og John (32 ár), møttust fyri nøkrum árum síðani á einari ráðstevnu í Týsklandi. Hann er svenskari og hon er frá einum suðurevropeiskum landi. John bleiv beinanvegin forelskaður átta ára eldru kvinnuni. Hennara sterka sjálvsálit hugtók hann, sum hann málbar seg, og hon bleiv eisini forelskað í honum. Tey giftust stutt eftir og fingu ein son.
Stutt aftaná byrjaði hon at arbeiða niðursetta tíð sum læknaskrivari, ímeðan hann ferðast runt sum sølumaður. Tað varð Rosa, sum tók sær av tí mesta heima, ímeðan John arbeiddi meira og meira og hevði høvuðsinntøkuna. Hann var errin av sínari støðu, sum tann, ið tók sær av tí fíggjarliga, men Rosa kendi seg forsømda og gloymda.
Hon byrjaði at finnast at honum fyri at ferðast so nógv. John kendi seg vanvirdan og ákærdi hana fyri at vera ótakksama fyri alt, hann gjørdi fyri familjuna. Síðani var eitt longri tíðarskeið við enn fleiri ferðum. Rosa fann eitt nýtt arbeiði, har hon forvann meira, og tók avgerð um at lata seg separera og møguliga eisini skilja frá John. Samskiftið teirra millum bleiv verri. Niðurstøðan hjá John var, at hann barasta ikki skilti hana, og sum fráleið tosaðu tey so lítið sum møguligt við hvønnannann.
Um hetta mundið, setur hann seg í samband við meg, og fortelur søguna, soleiðis, sum hon lýst omanfyri. Nakað seinni koma tey bæði. Rosa er rólig og vinarlig. Hon er heilt avgjørd upp á hjúnarskilna, men eisini opin fyri at samstarva við John um hetta her. Hon sigur, at hon sær, at hann hevur tað ringt, og tað fer at hjálpa honum at blíva meira búgvin og menna sína persónsmensku, sum hon sjálv gjørdi, tá hon var yngri, áðrenn hon møtti honum, og segði sínum heimlandi og yrkisleið farvæl.
Rosa er eisini avslappað í teimum næstu samrøðunum, men uppá ein kontrolleraðan máta. Samskiftið batnar stigvíst ímeðan vit útgreina ymiskar kensluligar misskiljingar. Tað eru ongar ákærur ella tekn uppá sterkar kenslur, burtursæð eitt einsamalt tár á kjálkanum hjá John. Sum tíðin frálíður gerast okkara samrøður meira grunnar, og eg byrji at umhugsa, um tað er eitt ella annað “missing link” í tí heila. En forðing, sum ikki er komin framm.
So er tað, at andlitið hjá John, fær eitt nýtt úttrykk. Hann sær troyttur út og vendur sær til Rosu við orðunum: “Skulu vit fortelja Bjørn um…?”. Hon verður heilt illa við og nikkar.
Nú hoyri eg eina søgu, sum er heilt nýggj fyri mær, um eina álvarsama ósemju, tey høvdu, tá hon tók eina fosturtøku fyri einum ári síðani. Atferðin hjá Rosu broytist. Hon vísir nú eina aðra síðu, er sera kedd og avdúkar eitt stórt vónbrot, avmakt, vreiði, næstan hatur ímóti John, sum lurtar tigandi við boygdum høvdi.
Eg hoyri um eina støðu, har John kemur heim, og Rosa fortelur honum, at hon er uppávegin við teirra næsta barni. Tað er ein skelkur fyri John at hoyra og hann fært ikki hugsað klárt. John veit ikki, hvat hann skal siga, hann vendur í durinum, koyrir avstað við bilinum, og goymur seg heima hjá mammu sínari. Hann sendir sms’ir til Rosu, har hann skrivar, at hann vil ikki hava fleiri børn saman við henni. Rosa er frá sær sjálvari. Hon avgerð at fáa eina fosturtøku. Nakað, sum eingin, hon møtir í viðgerðartoyminum, setur spurnartekin við – nakað, hon merkir er sindur løgið.
Eftir fosturtøkuna er alt óvist og flótandi. Upp á ein ella annan máta kemur hon, sum John sigur, niður á jørðina aftur. Eina tíð seinni, byrja tey at búgva saman aftur, men kynslívið er deytt. Hann arbeiðir meira (“eg hevði veruliga brúk fyri tí”). Og hon situr sjálv í teirra lítlu íbúð.
Soleiðis var tað altso. Her var tann avgerðandi orsøkin.
Hetta loyndarmálið var fyri tey blivið tað avgerandi prógvið uppá, at tey ikki vóru elskaði av hvørjum øðrum. Alt var gingið galið. John hevði kravt fosturtøkuna sum eina øra roynd fyri at úttrykka sína frustratión uppá allar atfinningarnar frá henni. Og Rosa endaði hon viðgonguna, uttan, at hon innast inni ynskti tað, tí hon var særd og vónbrotin av, at John rýmdi frá henni.
Bæði merktu, at tey høvdu gjørt nakað ringt og vóru hugtung um, at tey ikki kundu broyta upp á tað. Samstundis kendu bæði nú ein løgnan lætta aftaná hesa pínufullu samrøðuna um fosturtøkuna.
Síðani hendi tað, at John uppgav at fáa Rosu aftur. Hann skilti nú, hvat fosturtøkan hevði gjørt við hana. Deyðin hjá teirra næsta barni, merkti eisini, at álitið teirra millum var deytt. Tað fekk ikki verða øðrvísi.
Tey blivu samd um (orðini hjá Rosu), at tey nú vóru búgvin til hjúnarskilna og ynsktu ikki meira hjálp. Har var eingin vón longur. Tá tey fóru út í gjøgnum hurðina, hugsaði eg, at tey áttu at havt fingið hjálp nógv fyrr. Eg eri vísur í, at alt hevði gingið nógv betri, um tey sjálvi, ella um onkur tætt uppá hevði sæð, at teimum tørvaði hjálp. Kanska tey royndu. Men, um tey leitaðu eftir slíkari hjálp, so fingu tey hana ikki.
Eg vil gjarna leggja dent á, at John og Rosa, eins og Karin og Ron, eru heilt vanlig, vælvirkandi menniskju, eins og flestu okkara. Tey eru ikki menniskju, sum leypa fram av ella eru óansin, ella, sum ikki hugsa um, hvat tey gera. Men tey vóru í einari støðu, har tey hvørki vistu út ella inn í sínum relatiónum, og tørvaðu átroðkandi hjálp uttanifrá.
Soleiðis er tað fyri mong. Og tey fáa ongan stuðul. So taka tey lívið av tí, sum tey í veruleikan allarmest leingjast eftir: ímyndin uppá felags kærleikan, barnið.
Felagseyðkenni við PTSD
Vincent Rue metir, at tað er so mikið greið felagseyðkenni við teimum pínufullu atferðarmynstrunum, sum kunnu koma aftan á eina fosturtøku, at tað átti at verið viðurkent sum ein tilskilað psykiatrisk sjúkumynd.
Í 1981 legði hann fram diagnosuna Post-Abort-Syndromið (PAS). Sum ein sertilburð av tí, man innan fyri psykiatriskan diagnostistikk kallar fyri Post Traumatisk Strongd Reaktión (enskt: Post Traumatic Stress Disorder, PTSD).
PTSD-diagnosan varð upprunaliga viðurkend aftan á annan heimsbardag, tá ið man sá traumaðini, sum kríggið hevði havt á mongu offrini í týningarlegunum, Hiroshima osfr. Hon verður nýtt nógv í dag sum grundalag fyri viðgerð av m.a. donskum Afghanistanhermonum.
Sum tíðin er fráliðin, eru fleiri skakandi lívshendingar tiknar við inn í PTSD-diagnosuna (ágangur, neyðtøka o.a.). Men, ráðandi diagnosu skipanirnar (s.s. DSM-IV) avvísa enn ídag, at fosturtøka kann útloysa PTSD, og harvið at PAS-diagnosan er verulig.
Tað er kanska ikki so løgið, um hugsað verðu um, at fosturtøkuspurningurin allastaðnis er politiskt spreingievni, sum eisini endurspeglar vísindaliga kjakið um Post-Abort-Syndromið.
Um milliónir av kvinnur skulu hava rætt til eina serliga psykiatriska diagnosu, tá ið tær líða av ótta og sorg eftir fosturtøku, og tí fáa rætt til viðgerð og møguligt endurgjaldskrav ímóti fosturtøku viðgerðarstøðum, so er tað sjálvandi ein ørandi tanki fyri poltiska valdið. Hesin sami, sum vil breiða út sokallaðar tryggar fostutøkur runt í heiminum.
Tað er helst ikki av tilvild, at gransking, sum grundgevur fyri einum samanhangi ímillum fosturtøku upplivingar og eftirfylgjandi trauma, allatíðina verður uppfylgd av gransking, sum roynir at avvísa ein tílíkan samanhang. Her er sterk áhugamál upp á spæl, og tað er bláoygt at halda, at tað ikki ávirkar granskingina.
Mínar egnu arbeiðaroyndir vísa, at eg kenni tað mesta aftur frá kvinnum, sum eru komnar til mín fyri at sleppa av við innaru pínuna eftir fosturtøkuna, at útfrá listanum av eyðkennum, sum man plagar at seta í samband við PTSD (altso Posttraumatiska Strongd Reaktión). T.d. hesi PTSD-eyðkenninini:
- At man oftað ímóti sínum vilja kennir seg tvungnan at endurupplivað støðuna og tess ótta
- At ytri ting, sum minna um støðuna (í hesum førinum barnavognar, sjúkrahúsi o.a.) vakja andstygt/óró
- At man avbyrgir seg, kennir seg broyttan/fremmandan ella ikki rættliga merkir nakað longur
- Tunglyndi og lágt sjálvsvirði (sum kann vera sera, sera ringt at sleppa av við)
- Sjálvsoyðandi tankar um, at man ikki hevur lov at liva (tá barnið skuldi doyggja)
Kvinnurnar, eg hugsi um her, seta alt hetta í samband við fosturtøkuna. Eg mótsigi teimum ikki, men eg eri vísur í, at tær høvdu ikki fingið eina PTSD-diagnosu, um tær fóru til ein vanligan sálarlækna og fortaldu um sínar kenslur eftir fosturtøkuna.
Um tær harafturímóti lýstu júst somu eyðkenni, men ístaðin fyri lítla orðið “fosturtøka”, søgdu “neyðtøka” ella “sjeikurin doyði í einum ferðsluóhappi”, so høvdu tær sikkurt kunna fingið diagnosuna. Tí, at so er talan um góðkend sløg av trauma. Men, PAS er ikki alment viðurkent.
Her er talan um eina órímiliga serviðgerð í okkara skipan. Tað ringasta er tó, at tað økir um avbyrgingina hjá kvinnum: líðingin verður ikki viðurkend. Sárbaru kenslurnar av skuld og sorg, sum oftað er aftaná fosturtøku, kunnu gera, at slík avvísing sum omanfyri, verður steinur omaná byrðu. Og, at man veruliga kennir seg virðisleysa: “Tað, sum eg havi gjørt er helst so ræðuligt, at eg ikki eingong havi uppiborið eina diagnosu.”
Kvantitativar kanningar um PAS
Fyri at svara um PAS er eitt sálarligt fyribrigdi, má man gjøgnumføra stórar kvantitativar kanningar á objektivan hátt, og tað er ikki so lætt.
Tað eru ideologisk, politisk og fíggjarlig áhugamál (fosturtøku ídnaðurin við óteljandi privatum viðgerðarstovum í t.d. USA. Sterkt lobby virksemi fyri og ímóti fosturtøku) ger, at man skal ansa sær eftir teimum einføldu svørunum.
Eisini má man ikki gloyma, at tað altíð er trupult at úgreina einstáttaðar orsøkir, tá man kannar atferð í stórum fólkabólkum. Tað nevnliga altíð nógvir faktorar í myndini. Fosturtøka er heldur ikki eitt einsamalt kensluligt fyribrigdi, tað sóu vit greitt í søgunum um Karin og Ron, umframt Rosu og John.
Vit vita, at skomm, loyndarmál og skuldarkenslur, eins og ótti og tunglyndi, (tað vil siga, alt sum vit kunna uppliva eftir eina fosturtøku) kunnu vit eisini uppliva í øllum sløgum av relatións- og familjutrupulleikum. Skal man vísa á, at fosturtøka eitt serstakt trauma – PAS – er avbjóðingin tí at avbyrgja sjálva fosturtøku upplivininga sum ein serstakan faktor.
Nakrar kanningar (sum t.d. tann hjá Nancy Adler, 1990), siga seg at vísa, at fosturtøka ikki er orsøk til meira trauma enn aðrar skakandi hendingar í lívinum.
Nancy Adler staðfesti tó, at upp til 10% av kvinnunum, ið fingu fosturtøku, sum hon kannaði, fingu tunglyndi ella líknandi líðing aftaná. Men, hon gekk útfrá, at tað mátti vera tí, at hesar kvinnurnar vóru kensluliga viðbreknar frammanundan, ella vóru tyngdar av øðrum viðurskiftum viðvíkjandi fosturtøkuna, t.d. vónbrotinum um sambandið við mannin, fíggjartrupulleikum ella viðvíkjandi tí at gerast óynskt við barn.
Men, hetta eru bara gitingar, sum ikki kunnu prógvast. Tí sjálvt um tær luttakandi kvinnurnar søgdu tað í samband við fosturtøkuna, er tað ikki vist, at tað umboðar hvussu tær hava tað innast inni. Og tað er ikki vist, at tær fara hava tað soleiðis í eftirtíðini. Tað taka Nancy Adler og líknandi granskarar ikki hædd fyri.
Rákið at síggja alt annað enn sjálvt fosturtøku inntrivið sum ein útloysandi faktor, er vanligt fyri ein stóran part av granskingini, sum noktar, at fyrihalda seg til PAS.
Somu granskarar eru nógv meira neyvir, tá teir síggja kanningar, sum faktiskt vísa eitt sterkt statistiskt samband ímillum fosturtøku og eftirfylgjandi sálarligar trupulleikar. Tá peika teir fegin á, at hetta sambandið ikki er vísundaligt prógv fyri, at tað er ein sammanhangur ímillum fosturtøku inntrivið og líðingarnar aftaná. Og, at man tí ikki kann koma til nakra vissa niðurstøðu um, at líðingarnar stava frá fosturtøkuni.
Hugsa tær, um man var líka atfinningarsamur um Afghanistankrígsmenn, sum eru plágaðir av, hvat teir hava upplivað í bardaga, og man segði, at tað í øllum førum ikki stavaði frá krígsbardøgunum.
Tað er møguligt, at onkur heldur, at hetta snýr seg um heilt ymiskt fyribrigdi, og tað ger tað jú eisini. Men ikki í mun til sjálvi eyðkennini. Samleikaórógv, skuldarkenslur um at vera á lívi, ótti, marrur o.a., tað kunnu vit síggja í báðum førunum, so ymiskar sum báðar støðurnar tó eru.
Svenski granskarin, Anneli Kero frá lærda háskúlanum í Umeå hevði samrøður við 58 kvinnur í ymiskum aldri um teirra fosturtøkur, fýra og tólv mánaðar eftir fosturtøkuna.
Sambart henni upplivdu 12 av kvinnunum (20%) eitt slag av kreppu- ella sorgreaktiónum eftir fosturtøkuna. Tær flestu (88%) kendu óró, sorg, skuld, ótta og tómleika, og 9% av kvinnunum brúktu sjálvar orðið kreppa um sína støðu. Hóast hetta, tulkar Kero síni úrslit soleiðis, at fáar kvinnur fáa tað trupult eftir eina fosturtøku, og at lætti er tann sterkasta kenslan aftaná.
Kero viðgongur, at fosturtøka kann innibera sálarliga pínu, men tað er eisini greitt, at hennara ørindi eru at vísa ein mynd av fosturtøku sum nakað natúrligt og ábyrgdarfult, og tað er tískil ikki løgið, at flestu fosturtøkuvinarligu felagsskapirnir ofta júst endurgeva hana.
Kero hevur rætt í, at fosturtøku upplivingarnar hjá kvinnum er fleirtáttaðar og samansettar, og at lætti kann innganga saman við pínu. Men, hon sær ikki, at avgerðirnar um fosturtøku sera oftað eru grundaðar á ein ruðuleika av ótta og ótryggleika. Og hennara kanningar taka ikki hædd fyri, at sálarligir trupulleikar eftir eina fosturtøku, væl kunnu koma fram nógv seinni í lívinum, nakað sum kanningin eisini er blivin átalað fyri.
Ein onnur líknandi kanning úr Danmark, sum hóast álvarsamar avmarkingar í mun til háttalag, er blivin kunngjørd í einum altjóða vísindaligum tíðarriti.
Man hevur samanborið kvinnur, ið hava fingið eina fosturtøku, við kvinnur, sum føða sítt barn, og hugt eftir, hvussu nógv báðir bólkarni leitaðu sær samband við psykiatrisku deild, áðrenn og aftaná.
Sambart Trine Munk-Olsen frá Center for Registerforskning við lærda háskúlan í Århus, høvuðshøvundan í kanningini, er tað ikki stórur munur í millum tíðina áðrenn og aftaná. Tískil er niðurstøðan hjá henni, at tað er ósannlíkt, at fosturtøkurnar í sær sjálvum geva kvinnur meira sálarligar trupuleikar, enn tær høvdu framanundan.
Veruleikin, at kvinnur, sum fáa fosturtøku, nógv oftari eru í samband við psykiatrisku deild, má tí hava aðrar orsøkir, metir hon.
Kanningin er blivin átalað fyri at síggja burturfrá nógvum faktorum, sum kunnu hava týdning, s.s. sosialu og kensluligu bakgrundunum hjá kvinunnunum. Ella í hvønn mun tað hava verið sálarligir trupulleikar áðrenn ella aftaná, í tí stutta tíðarbilinum, sum kanningin fevnir um. Umframt í hvønn mun barnsburðurin var ynsktur, hvussu nógvar fosturtøkur man hevur verið í gjøgnum, osfr.
Tað er eisini vælkent, at sálarligir trupulleikar kunnu koma fleiri ár aftaná eina fosturtøku. Og, at tað tí er vanligt í sambandi við traumatiserandi upplivingar, at man ikki leitar sær hjálp, tí man helst bara vil gloyma alt. Man goymir seg (fobisk/umgangandi reaktión)
Eins og kanningin hjá Kero, fær hendan nógv uppmerksemi í miðlunum, og hevur við sær eina foreinklaða mynd av, at fosturtøka er vandaleys. Og tað er kanska ikki av tilvild, at hendan kanningin fekk fígging frá einum útlendskum grunni, sum stuðlar fosturtøku.
Hvørjar kanningar kann man hava álit á?
Hvørjar kanningar kann hava álit á? Rogers greinaði granskingarhættirnar handan ikki minni enn 239 vísindagreinar í evninum. Funnið varð fram til, at kanningarnar, við veikastu háttaløgunum, vórðu samstundis tær, sum vóru mest jaligar mótvegis fosturtøku. Kanningarnar, sum vórðu atfinningarsamar ímóti fosturtøku vóru tí betri.
Ein granskingarbólkur á lærda háskúlanum John Hopkins í Baltimore, við Robert Blum á odda, kom júst mótsattu niðurstøðu sum Rogers. Tey samanbóru 21 kanningar og komu til tað niðurstøðu, at kanningarnar við teimum vánligastu háttaløgum, vóru tær, sum sóu flest sálarligar trupulleikar eftir fostutøku.
Hvat skal man so trúgva? Tað eru nógvar kanningar, og eingin kann meta um tær allar samlar. Sum ráðgevi kann man møta kvinnum, sum sjálvar uppliva, at tær hava fingið trauma av at luttaka í tí, sum tær uppliva er drápið á teirra ófødda barn.
Fosturtøku-vinarliga granskinginin avvísir, hvat tær upplivað, og veitir tí ikki nakra hjálp í terapeutiska arbeiðinum við hesum kvinnunum. Signalið tær fáa, er, at tær eru einsamallar um hvussu tær hava tað ella taka feil av sínum kenslum. Hendan granskingin er sjálvandi áhugaverd akademiskt, men í terapeutiskum samanhangi er hon mestsum oyðandi.
Tíbetur er tað serstakliga góð gransking, ið man sum ráðgevi kann nikka afturkennandi til, og við góðum háttaløgum. Ferugsson, Horwood og Ridder hava staðið fyri einari stórari kanning, við sterkum háttalági. Kanningin er ein langtíðarkanning (eitt 25-ára tíðarskeið) av einum føðiárgangi í Ný Sælandi.
Endamálið var at kanna samanhangin ímillum at hava fingið eina fosturtøku og tað at fáa sálarligar trupulleikar í aldrinum 15-25 ár. Fergusson og bólkur hansara, brúktu viðurkendu diagnosu skipanina (DSM-IV).
Tey fingu víst á, at ungar kvinnur, sum valdu fosturtøkur vístu munandi fleiri sálarligar trupulleikar, enn tær sum fullførdu sína viðgongur, og enn tær, sum ikki blivu við barn. Tað var serliga greitt fyri tann yngsta bólkin (15-18 ára gomlu). Millum hesar, funnu tey 78,6% við djúpum tunglyndi, 64,% við óttakendum diagnosum og 50% sum greiddu frá sjálvmorðtankum.
Hendan kanningin er ein av teimum mest gjøllu, sum er blivin gjørd, og tað hevur nógvar fyrimunir í samband við háttaløg. Kanningin hyggur eftir fleiri øðrum viðurskiftum (so sum familju bakgrund, trupulleikum í barndóminum) og kann framvegin staðfesta, at samanfallið ímillum sjálvt fosturtøku inntrivið og økta vandan fyri sálarsjúku er til staðar.
Eisini tá hædd verður tikið fyri øðrum viðurskiftum sum áðurnevnt. Við sínum langtíðar sjónarhornið, og við at nýta standardiseraðan diagnostistikk á gjøllan hátt, megnar kanningin at kortleggja viðurskifti, sum sera nógvar aðrar og minni kanningar uttan standardiserað háttaløg ikki megna.
Pricilla K. Cole, professari frá lærda háskúlanum Bowling Green State University í Ohio, kannaði (2011) sambandið í millum sálarligar trupulleikar og fosturtøku sambart 36 statistiskum kanningum og 22 granskingarverkætlanum. Tilfarið hjá Pricillu Cole, fevndi um ikki færri enn 877.181 kvinnur, har 163.831 høvdu fingið eina fosturtøku.
Har samanbar man: 1) kvinnur, sum valdu fosturtøku við 2) tær, sum fullførdu ein óplanplagdan barnsburð, 3) tær, sum als ikki vóru við barn. Pricilla Coleman, grundaði sína gransking á sera høgt støði í mun til granskingarháttarlag (samanberingarbólkar, demografiskar faktorar, atlit til psykiatrisk og sosial viðurskifti o.a).
Hennara úrslit vístu ein greiðan mun, serliga í millum tær, sum fingu eina fosturtøku og tær, sum føddu sítt barn. Í fosturtøkubólkinum var tað m.a. 34% meira óró og ótti, 37% meira tunglyndi, 110% meira alkoholmisnýtsla og 115% meira øktir tilburðir av sjálvmorð. Hon kundi eisini staðfesta, at upp til 81% av kvinnunum, sum fingu fosturtøku blivu fingu sálarligar trupulleikar, og í hvørtfall 10% av førunum kunnu leiðast beinleiðis til sjálva fosturtøkuna.
Hennara niðurstøða var, at tað var ov vánalig vitan um hesar seinfylgjurnar. Nakað, sum man eisini sær í tí praktiska kliniska arbeiðinum. Tí uppfordrar hon til, at sjúklingar og starvsfólk verða kunnað betri um sálarligu vandarnar við fosturtøku.
Frágreiðingin hjá Pricillu Coleman varð beinavegin álopin. Tey við atfinningunum siga m.a. , at ein stórur partur av teimum kanningunum, sum hon grundar niðurstøðarnar á, er frá hennara egnu gransking. Ein av stóru atfinnarnum, er danska Trine Munk-Olsen, hvørs egna áðurnevnda kanning, varð útsett fyri atfinningum av júst Pricillu Coleman sjálvari, nakrar mánaðar framanundan.
Hóast tað altíð er trupult at gera niðurstøður út frá kvantitativari gransking, sum kann sannføra allar skeptikarar, so kann eingin nokta, at tað aftur og aftur koma úrslit, sum vísa á sannlíkindini, at fosturtøku trauma sum eitt ávíst syndrom (PAS) er ein óhugnaligur útbreiddur veruleiki.
Fyri nøkrum árum síðani hevði tann áðurnevndi Dr. Rue eina gjøgnumgongd av heili 375 kanningum um sálarligu seinfylgjurnar av fosturtøku.
Hóast talan var ymiskleikar í mun til háttaløg og úrslit, so vístu nakrar av hesum kanningunum eitt sera stórt lutfall (upp til meira enn 50%) av fylgjandi eyðkennum eftir fosturtøku: Lágtsjálvsvirði, skuldarkenslur umframt angran. Tað vóru serliga truplar kenslur kring ársdagin fyri fosturtøkuna. Tað var sokallað flash-backs, sum vit kenna tað frá posttraumatiskum syndromum (kríggj, neyðtøku osv), sum íkemur brádliga, sum tvang og minnir frá sjálvari fosturtøkuni. Tað vóru frágreiðingar um nógvar kynsligar trupuleikar við makan eftir fosturtøkuna. Onnur væl umboðaði eyðkenni (men undir 50%) vóru marrur umframt sjálvmorðsroyndir. Harumframt upplivdu fleiri nógvar trupulleikar við at fyrigeva sær sjálvari, rúsmisnýtslu trupuleikar og innleggingar á psykiatrisku deild.
Hvørjaferð tað verður gjørd nýggj álvarsom gransking um sálarligu seinfylgjurnar av fosturtøku, fær man sett tal á andlitini, sum man kann møta sum sálarfrøðingur. Í dag skal man vera sertakliga forherðaður, um man noktar tann veruleika, at álvarsom strongdar eyðkenni, umframt eyðkenni, sum vit kennað frá trauma og ágangi (PTSD), týðiliga eru yvirumboðað hjá kvinnum, sum hava fingið eina fosturtøku.
Máttmikli felagsskapurin American Psycological Association (APA), ið framvegis setur seg upp ímóti, at PAS-diagnosan eigur at innganga í sálarfrøði diagnosuskipanina, hevur tó víst á, at tað eru ávísir vandabólkar, sum uppliva neiligar reaktiónir í samband við fosturtøku. T.d. kvinnur, sum hava eitt kensluligt tilknýti til barnsburðin, kvinnur, sum mangla stuðul, ella sum persónliga eru ímóti fosturtøku, ella sum innan inntrivið vóru iva, í hvønn mun, tær skuldu gera tað.
Tað løgna er, at hetta innlitið ikki leiðir til, at felagsskapurin so viðmælir, at hesir bólkarnir lata vera við at fáa fosturtøku, og heldur velja ein mildari valmøguleika s.s. ættleiðing. Og enn meira løgið er tað, man ikki vil siga, at innari ivi og óvissa, sannlíkt kann íkoma hjá hvørjari kvinnu, sum umhugsar fostutøku. Eg havi í hvørtfall sera sjáldan møtt kvinnum, sum kundu siga, at tær eintýtt og uttan nakran iva vildu hava fosturtøkuna.
Hóast man í USA heldur fast við at avvísa PAS-diagnosuna, er tað síðani í 2008 broytingar hendar, m.a. hjá viðurkenda bretska sálarlækna felagsskapinum United Kingdom Royal College of Psychiatrist. Felagsskapurin hevur lurtað eftir nýggjari granskingarúrslitum, um hvussu tað er meira og meira sannlíkt, at orsøk og samanhangur er í millum fosturtøku og tunglyndi. Tí hava bretiskir sálarlæknar broyt støðu og tilmæla nú, at kvinnur ikki kunnu fáa eina fosturtøku, um tær ikki eru kunnaðar um sálarligu vandarnar framanundan. Tað er eitt djarvt og erligt stig í einum akademiskum heimi, sum í áratíggju hevur fasthildið í at avvísa kvinnur, sum líða eftir fosturtøku. Hendan broytingin vísir, at tað eru rivur í tí annars sera sterka múrinum í móti PAS.
Tað verður ofta sáaður ivi um hvørt kanningar frá øðrum londum og mentanum eru galdandi fyri okkum. Tí vil eg nú lýsa tríggjar norðurlendskar kanningar meira nágreiniliga.
Tríggjar kanningar úr Norðurlondum
Anne Nordal Broen samanbar, í einari fimmáralangari kanning kvinnur, sum høvdu valt fosturtøku, við kvinnur, sum høvdu upplivað fosturlát.
Tær ringastu og longstu sálarligu reaktiónirnar vóru at finna hjá kvinnunum, sum sjálvar valdu fosturtøku, men sum upplivdu, at tær vóru trýstar til eina avgerð av manninum (tað fevndi um 25% av teimum, sum valdu fosturtøku).
Tá hon samanlíknaði báðar bólkarnar, kom hon framm til, at kvinnur, ið høvdu havt fosturlát faktiskt reageraðu við sterkari seinfylgjum (sterkum kenslum av sorg og tapi) enn hin bólkurin, tíðina beint aftaná tapið, men tær fingu tað skjótt betri. Bólkurin við fosturtøku stríddist harafturímóti longri við meira ótta, umgangandi atferð umframt við kenslum av skuld og skomm. Eitt, sum er sindur løgið í hesum samanhanginum, er, at hetta vóru eisini kvinnurnar, sum í allari tilgongdini, skrásettu hægri at “hava gjørt tað rætta.” Hendan eyðsædda mótsiganin er ein av mongu forvirrandi inntrykkunum, man upplivir á hesum økinum, Men, tað lýsir serstakliga væl tann kensluliga veruleikan, sum kvinnan rakt av fosturtøku finnur seg í, og sum kann vera alt annað enn logiskt.
Eg minnist ein av mínum sjúklingum, ein lærara, sum hevði eina sterka sannføring um, at fosturtøka skuldi at vera verandi lógarásett rættindi. Hon kom til mín fyri at “finna útav nøkrum trupulleikum saman við makanum”. Í gjøgnum nógvar av okkara samrøðum fekk hon umrøtt sínar tríggjar fosturtøkur upp á ein róligan sjálvstilvitaðan máta, sum “tað røttu avgerðina”. Men av og á fekk hon, hóast alt, avdúkað nakrar heilt aðrar kenslur: Ein øgiligan tómleika, at líkasum ganga runt við einum “kempistórum holi í búkinum”, sum “oyðilegði hana innifrá” umframt forvirring og óró.
Her verður verður nakað týdningarmikið avdúkað: Tað er ikki bara eitt antin-ella, tá tað snýr seg um hvussu man hevur tað aftaná eina fosturtøku.
Man eigur at fyrihalda seg varisliga til allar kvantitativar kanningar, sum skráseta eina løtumynd, at eitt lutfall av kvinnum svara. Man er noyddur at kenna ein persón sum einstakling fyri at vera vísur í, um fosturtøkan veruliga hevur verið traumatiserandi. Man má eisini hugsa um, at ein fosturtøka, sum beint nú ikki verður upplivað sum ein trupulleiki, seinni í lívinum kann blíva traumatisk. Tí hon kann hava ein heilt nýggjan týdning, t.d. tá tað gongur upp fyri kvinnuni um 35-aldur, at hon ikki longur kann gerast við barn. So fær fosturtøkan, hon fekk, tá hon var 22 ár, nevnliga ein heilt nýggjan týdning. Ella tann kvinnan, sum broytir sína lívsáskoðan, t.d. tí hon verður umvend til kristna trúgv, og tá sær, at hon gjørdi nakað, sum hon nú sær er ræðuligt og beiskliga angrar.
Klinskar royndir vísa okkum eisini, at nógvar neiligar kenslur kunnu troðkast burtur og ikki koma fram fyrrenn seinni í lívinum, t.d. tá eitt nýtt barn verður føtt. Ella tá ið man seinni í lívinum er før fyri at kenna tryggleika, sum ger, at man betri kann merkja og viðgera sítt innara kenslulív, t.d. í einari støðufastari og góðari psykoterapeutiskari relatión. Kvinnur, sum í kanningum eftir fosturtøku, svara ja til spurningin, um tær kenna seg “lættaðar” kunnu altso saktans siga nakað annað eitt ella 10 ár seinni.
Relatiónin til tann, sum spyr er sera týdningarmikil, tá tað snýr seg so persónlig viðurskifti. Omanfyri nevnda Anne Nordal Broen, gjørdi eina týdningamiklað uppdaging í mun til háttalag, tá hon samanbar úrslitini, sum hennara hjálparfólk samlaðu inn frá kvinnunum, tey høvdu havt samrøður við. Nøkur hjálparfólk høvdu eina ávísa mótstøðu í móti allari verkætlanini, sum hon var noydd at fyrihalda seg. Og síðani uppdagaði hon, at tað vóru júst tey hjálparfólkini, við mest neiliga hugburðinum um verkætlanina, ið høvdu flestu trupulleikarnar at fáa kvinnurnar at svara.
Ikki so løgið; tað skal jú álit til, áðrenn man avdúkar, hvussu ringt man hevur tað. Tað er ikki lætt at fortelja um truplar kenslur, tá man náttúrliga merkir, at tann sum hevur samrøðuna við ein, ikki rættuliga vil taka ímóti tí, ella trýr upp á tað, man sigur.
Kanska spælir ein menniskjaligur faktorur ein leiklut, tá fosturtøku viðhaldsfólk granska og ikki finna sálarligu trupulleikarnar hjá teirra luttakarum, ið spurningar verða settir til. Og tískil ikki megna at staðfesta í teirra kanningum, at trupulleikarnir finnast. Man sær jú gjarna ikki tað, man ikki ynskir at síggja.
Men sjálvt í millum tey, sum arbeiða fyri fosturtøku, kann man finna úrslit, ið staðfesta veruleikan av einum posttraumatiskum strongd syndromið, sum verður útloyst av fosturtøku.
Fyri nøkrum árum síðani gjøgnumførdi ein royndur fosturtøku lækni, Hanna Söderberg, eina stóra kanning av øllum kvinnum, sum høvdu valt at fáa fosturtøku í Malmø í einum árgangi.
Hon fekk – nokk yvirraskandi – víst á, at flestu, sum luttóku í kanningini, svaraðu ja til, at tær antin høvdu liðið av kensluligum órógvi eftir fosturtøkuna, ella eisini, at tær ongantíð fóru at fáa sær eina fosturtøku aftur (ella ja til báðar spurningarnar). Umleið 16% av teimum svaraðu, vóru blivnar so skaddar, at tær høvdu kent seg tvungnan til at finna sálarfrøðing ella sálarlækna eftir fosturtøkuna; ofta máttu tær sjúkrameldast grundað av tunglyndi.
Gjølla kanningin hjá Söderberg lækna, setur eitt stórt spurnartekin við alt fosturtøkuvirksemi, hon sjálv hevur verið við til at byggja upp í gjøgnum mong ár (nakað hon erliga hevur viðgingið í einari samrøðu við meg). Tað merkir, at vit mugu rokna við, at vit einum býi á stødd við Malmø hava yvir 100 kvinnur hvørt ár, sum fáa sera álvarsamar sálarligar trupulleikar í samband við fosturtøku. Ein viðgerð, sum tær fóru inní, við einari væntan um, at tað skuldi loysa ein trupulleika fyri tær, ikki kasta tær út í nýggjar og verri trupulleikar. Man kann tískil spyrja, hvør onnur “medisinsk viðgerð” við slíkum hjáárinum, hevði verið góðtikin upp á hendan mátan.
Eg síggi einans eina forkláring uppá, at hesar kvinnur, sum fáa hesar sálarligu trupuleikarnar, ikki fara til dómstólarnar og krevja endurgjald. Og tað má vera tann yvirhondsstóra tøgnin, sum valdar í okkara samfelagið um trupulleikan. Tað krevur eitt yvirmenniskjaligt stríð at reisa og vera tann fyrsta, sum fer út alment við líðingini, og má bera alt sosiala og sálarliga trýstið, láturin og sosialu háðanina, sum bæði tey, ið kenna teg og miðlar skjótt høvdu víst. At eingin hættar sær tað í løtuni, er ikki trupult at skilja.
Ein styrki við háttalagnum í kanngini hjá Hannu Söderberg er, at hon eisini gevur eina mynd av tí stóra bólkinum av kvinnum, sum noktaðu at vera við í kanningini, tí, at tær hvørki orkaðu at tosa ella hugsa um fosturtøkuna. Forarbeiðið hjá Söderberg er tískil so mikið gjøllað frágingið, at tað gevur møguleika at lýsa hendan bólkin nærri.
Tað snýr í stóran mun um menniskju, sum framanundan eru tyngd sosialt og sálarliga (m.a ung, einlig, lægri útbúgving, arbeiðsleys og lesandi). Tað er tískil nógvar orsøkir til at halda, at viðurskiftini úti í veruleikanum, aftanfyri allar kanningarnar, eru nógv verri, enn tað vit kunnu síggja.
Mika Gissler hevur gjøgnumgingið eina sera stóra mongd av statistiskum tilfari í Finlandi og víst, at sjálvmorðsprosentið eftir fosturtøku var næstan seks ferðir størri (34,7 per 100.000 kvinnur) enn fyri tær, sum føddu barnið (5,9 per 100.000 kvinnur). Tær, sum gjørdu sjálvmorð eftir fosturtøku, vóru ofta úr sosialt ringum umhvørvi og ógiftar.
Hóast tað er torført at útala seg ov trygt um orsøkir og samanhangir, so staðfesta høvundarnir tó, at tað statistiska samanfallið má merkja, at kvinnur, sum fáa fosturtøku, hava ein øktan vanda fyri sjálvmorði aftaná, og at hetta er ein faktorur, sum tað má takast atlit til, tá man ynskir at fyribyrgja tílíkum deyðsføllum
Tað ber framvegis til at burturforklára sálarligar trupulleikar eftir fosturtøku og trúgva uppá aðrar faktorar. Men, uttan so, at man vil burturforklára eina rúgvu av gransking, verður hendan støðan meira og meira veruleikafjar.
Avleiðingar á kringumstøðurnar: Maðurin
Tað eru nakrar, tó fáar, kanningar, sum snúgva seg um reaktiónirnar hjá monnum, tá makin velur fosturtøku. Ein kanning gjørd av Shostak av 1.000 monnum, sum fóru við og fylgdu kvinnunum til fosturtøku viðgerðarstovur í USA í 1984. Niðurstøðan var, at fosturtøka er eitt óviðurkent trauma fyri menn, sum oftast fara ígjøgnum hesa upplivingina uttan nakra hjálp. Teir goyma sínar kenslur fyri at verja sín maka; teir kenna seg ofta avbyrgdar, avmaktaðar og illar inn á seg sjálvan og makan.
Fyri nøkrum árum síðani vitjaði eitt starvsfólk frá einari ungdómsráðgeving í Danmark meg. Hesin persónurin hevði savnað saman dagbókafrágreiðingar frá monnum um teirra upplivingar í samband við fosturtøkuna hjá makanum, eina avgerð, sum teir sjálvir høvdu verið ímóti. Hann hevði hevði avbrotið sína gransking í ótta fyri, at hann fór at vera sæddur sum eitt fosturtøkumótstøðufólk á sínum arbeiðsplássi, nakað sum møguliga kundi kosta honum arbeiðið. Hesin maðurin var offur fyri einum bólkatrýsti, sum vit síggja dømi uppá umaftur og umaftur innan fyri heilsuverkið í Norðurlondum.
Líknandi trupulleikar møtir bólkurin av starvsfólkum, sum fremur fosturtøkur, men fær tað sálarliga ringt orsakað av sínum arbeiði. Hann – sum á ongan hátt var fosturtøkumótstøðufólk – gav mær alt sítt granskingartilfar (eg havi enn ikki almannakunngjørt tað). Í hesum tekstum, kann man í síðum upp og niður, síggja menn, sum kenna seg trýstar til síðis, og upplivað teirra djúpu frustratión um, at ikki hava nakra ávirkan um sítt egna barn verður føtt ella ikki, maktarloysi, umframt eina sterka kenslu av at vera persónliga avvístur í tí barninum, sum verður avvíst av makanum.
Avleiðingar á kringumstøðurnar: Starvsfólk
Tað finst eisini eitt slag av sarkasmu og ráðloysi ímillum tey, sum fremja fosturtøkurnar (eitt ikki serliga vældámt arbeiði á sjúkrahúsum). “Hvat hevur tú á skrá næstu vikuna?”, spurdi ein sjúkrarøktarfrøðingur, eg kendi, fyri tíð síðani, ein starvsfelaga. “Eg skal avlíva smábørn”, svaraði starvsfelagin heilt í álvara. Tað er sjálavndi torført at liva við.
Tað verður inn í millum klagað um manglandi stuðul til tey, sum arbeiða við fosturtøkum, serliga í teimum óhugnaligu førunum, har starvsfólkini skulu taka lívið av fostrum eftir 22. viku. Tað vil siga, tá tey í útgangsstøðinum hava ein møguleika fyri at yvirliva uttanfyri lívmóðurina.
Heilt óberandi blívur tað í teimum førunum, tá ið fostrið yvirlivir inntrivið og verður føtt livandi, hóast tað skuldi verið deytt. Tað er óskiljandi torført at standa og síggja uppá ein slíkan lítlan skapning, sum liggur stríðist við at anda og stríðist fyri lívinum; tað kann halda á upp til ein tíma. Tað er hent nakrarferðir, at ein sjúkrarøktarfrøðingur, í almenum ólýdni, brýtir reglarnar og berur barnið til eina neonatala deild, har tað so yvirlivir.
Ein kend kvinna í USA, sum bleiv útsett fyri eina slíka deyðsroynd, áðrenn sína føðing, er Gianna Jessen. Hon var óvanliga heppin. Hon bleiv bjargað, og hennara fosturtøkulækni bleiv faktiskt tvungin til at undirskriva at hennara føðibræv. Har mátti hann skriva, at hon varð fødd undir einari fosturtøkuroynd, sum hann framdi. Hon ferðast runt í dag og heldur fyrilestrar um rættin hjá teimum óføddu til lívið (síggj og hoyr hennara søgu á Youtube).
Alt hetta er kanska ikki so langt frá nøkrum av okkum. Ein, sum eg kenni, var við barn og vildi hava fosturtøku fyri nøkrum árum síðani. Tað vísti seg, at hon bar tvíburðar, ein drong og eina gentu. Drongurin yvirlivdi fosturtøkuna, hon avgjørdu at hava hann, og nú sigur hon, “eg elski hann meira enn hini børnini hjá mær”.
Ein av mínum grannum, ein 25-ára gomul kvinna, var tætt upp á gerast ein fosturtøka, tá ið mamma hennara fekk at vita frá læknanum, at tað, hon hevði í lívmóðurini, var krabbavøkstur, sum mátti burturbeinast. Mamman noktaði at trúgvaði tí og føddi tískil gentuna.
Á einari ferð til USA møtti eg einari kvinnu, sum fekk at vita, at fostrið í henni hevði álvarsom brek og hon átti tí at tikið fosturtøku. Hon vildi ikki trúgva tí og føddi ein son, sum ikki hevði nakað álvarsamt brek. Lesarin kann vist leggja fleiri slíkar søgur afturat, sum eru fullar feil niðurstøðum og óhugnaligum mótsøgnum.
Tað er hart fyri tey, sum er sett til at arbeiða við fosturtøkunum. Serliga tey, sum arbeiða við teimum seinu fosturtøkunum uppliva skakandi ting. Man vil helst síggja seg sjálvan sum ein umsorganarfullan viðgerara, men man fær ikki latið vera við, at sæð seg sjálvan sum ein bøðil, tá man skal avvlíva eitt stórt fostur spakuliga – og so livur tað kanska alíkavæl, tá ið tað kemur út.
Evnið útloysti ein miðlastorm í donsku miðlunum summarið 1996, tá ein stór fjøld av ljósmøðrum royndu at siga stopp fyri teimum sera seinu fosturtøkunum. Í Svørríki er spurningurin komin framaftur í 2011, men kjakið verður lukkað niður í miðlunum uppá lutfalsliga stutta tíð. Almannaráðið í Svørríki reageraði við at siga, at man ætlar at kanna hvørja framferð man kann brúka, sum betri tryggjar, at tað ikki kemur fyri, at livandi fødd fostur koma á svensk sjúkrahús. Tað, man vísir til, er framferðin, sum verður brúkt í ávísum londum, sum gongur út uppá, at tað verður innsproyta gift í hjartað á fostrinum áðrenn fosturtøku inntrivið verður sett í gongd. Tílík ræðulig átøk eru grundað á meginregluna, at tað sum starvsfólkini ikki síggja, hava tey ikki ilt av.
Men trupulleikin við fosturtøku er, at vit vita, hvat vit gera, sjálvt, tá tilgongdin er ósjónlig. Tað er ómøguligt at avnokta ómenniskjaliga veruleikan, sum ein slík handling er. Tí sleppa vit ongantíð av við andstygdina, skuldarkenslurnar og sorgina, so leingi vit halda á hendan mátan. Og tað er eisini galdandi fyri fosturtøkurnar fyrr í viðgongutíðini, har vit vita, at fostrið er enn meira hjálparlyest og hevur enn meira tørv á verju. Einasta, ið skal til, er at síggja myndir av hesum lítlu oyðilagdu skapningunum – so bróta vit fullkomiliga saman. Sjálvandi. Hetta her er jú púra einfalt ómenniskjaligt.
Avleiðingar á kringumstøðurnar: Børnini
Seinasti bólkurin av persónum, sum eigur at vera nevndur her, eru børnini, altso tey, sum hava fingið loyvi at verða fødd sum partur av familjuni. Tá tað snýr seg um kvinnuna, sum hevur tikið fosturtøku og hennara samband við hendan bólkin, er niðurstøðan hjá Rue:
“Um fosturtøkan er eitt familjuloyndarmál, merkir kvinnan oftað, at hennara relatiónir við familjulimirnar broytast. Hon kann kenna seg tunglyntan, skuldarbundnan og fullan av skomm og vera minni opin, ella hon kann royna at yvirkompensera og noktað eina og hvørja kenslu av tapi, við at tvinga seg sjálva at “lata sum um”. Hon kann eisini umganga at hittast við familjuni til serlig høvi, har systrar, sum eru við barn, ella smærri børn í familjuni, eisini eru. Fyri fleiri er fosturtøkuloyndarmálið eitt neiligt prógv uppá lítla virði tær hava og manglandi førleika at nakrantíð blívað elskað og góðtikin fyri tann, man er, bæði í familjuni og ímillum vinirnar.
Lívfrøðiligu omman og abbin (hjá fostrinum) kunnu bera eina tvífaldaða byrðu, um dóttur teirra velur fosturtøku. Tey upplivað ikki einans at missa sítt ommu- og abbabarn og í tí, allar møguleikarnar fyri kærleika og gleði. Tey merkja eisini, ein møguligan miss av dóttrini ella einari broyttari relatión til hennara, tí hon tekur frástøðu eftir fosturtøkuna. Um foreldrini vórðu íblandað í fosturtøkuavgerðini, kann dótturin eftirfylgjandi ynskja at straffa tey.”
Hvussu megnar tann sárbarasti bólkurin í familjuni, nevniliga børnini, at mamman hevur fingið eina fosturtøku? Tað er ein álvarsamur mangul innan granskingina, at eingin hevur torað at sett hendan spurningin í nakrari veruligari kanning.
Vit vita jú, at pínufull familjuloyndarmál, í stóran mun kunnu skaða sjálvsmyndina hjá børnum. Sjálvt í familjum, har foreldrini royna at goyma, hvat er hent, verða børn stúrin, tá tey síggja kreppu reaktiónirnar hjá mammuni. Fyrr ella seinni, meira ella minni tilvitað, verða tey væntandi før fyri at skilja, at tað er hent okkurt ræðuligt, nakað sum foreldrini ikki eru errin av, og sum man heldur má lata vera við tosa hart um, sum skal gloymast ella helst noktast.
Tað er hart at vera vitni til í einari barnafamilju, har øll vita, hvat er hent (nakað, sum jú í øllum førum ikki kann umgangast í samband við seinfosturtøkur). Man kann bara gita um ræðsluna, sum serliga yngru børnini mugu merkja, tá tey hugsa um, hvat mamma hevur gjørt. Spurningurin, sum tað lítla barnið ikki kann seta, og sum eingin fær rúmað, tí tað ikki heilt kann avvísast, hongur leysur í luftini: “Hevði mamma funnið upp á at gjørt tað sama við mær?!”
Sum rithøvundarnir Weiner og Weiner skriva:
“Ein fosturtøka kann fyri barnið í barnagarðsaldri, blíva eitt prógv um førleikan hjá foreldrunum at gerast vandamikil, nakað, ið skapar nógvan forvirring og ótta, sum ikki kann rúmast og má noktast, so grundleggjandi álitið, ið øllum børnum avgerðandi tørvar, verður hildið á lívi. Í familjum, har foreldrini ynskja at verja børnini frá at blíva bangin, við at tosa um fosturtøkuna “uppá ein avslappandi máta” sum “nakað natúrligt”, kunnu børnini royna at liva upp til væntanirnar hjá foreldrini, við at nokta óttan, sum fosturtøkan gevur teimum.
Onnur børn, ið hoyra um fosturtøkuna, men ikki skilja, at tað var eitt fostur, sum faktiskt var ein møguligur beiggi ella systur, kunnu blívað skakað seinni í barndóminum, tá tey skilja, hvat eitt fostur er, og at tey sjálv einaferð hava verið í somu støðu og í grundini kundu sjálvi verið ein fosturtøka.”
Sambart Ney, hugsa serliga børn við breki ofta, um teirra foreldur høvdu valt fosturtøku við sær, um tey vistu um teirra brek, áðrenn føðingina.
Við hesum atlitunum í huga, má man tískil meta, tað vera rættuliga sannlíkt, at tað hendur ein eitt slag av sekunderari traumatisering av børnum í familjum, sum verða raktar av fosturtøku. Men tað er torført at prógva, tí børn gera ofta alt, hvat tey kunnu fyri at tilpassa seg væntanirnar hjá foreldrunun. Serliga, tá tað snýr seg um at umganga ting, sum kunnu gera foreldrini ólukkulig. Av og á, eru tað tó sjónlig eyðkenni, sum tá eitt barn vísir skuldarkenslu um at vera á lívið, tá tað deyða barnið ikki er tað.
Um eldri børn í familjuni skrivar Rue:
“…fosturtøkan sendur eitt sera mótsigandi tekin til tann unga, viðvíkjandi at stýra aggressivum impulsum, at stuðla og vísa umsorgan fyri teimum veiku og virði hjá hjá einstaka menniskjanum. Hetta kann økja um gjónna í millum ættarliðini, meira vónsvik og manglandi virðing fyri foreldrunum.”
Hetta er sjálvandi ein álvarsom samfelagsligavbjóðing til samfelagið. Tí tað kann vera mótsigandai at taka sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnum til fosturtøku í álvara hjá kvinnum til fosturtøku, samstundis, sum dentur verður lagdur á barnavælferð. Tað kann forklára, hví tað ikki verður granskað í hvussu fosturtøkur ávirka okkara livandi børn. Man nýtist tó ikki at vera barnasálarfrøðingur fyri at síggja, at her liggur ein stórur, men væl goymdur trupulleiki, sum átti at verið kannaður, líkamikið hvussu trupul úrslitini máttu verið.
Men, tað er væl hugsandi, at okkara samfelag ikki ynskir at vita. At tað er betri at sleppa sær undan andsøgnum, sum kunnu hótta grundleggjandi mátarnar, vit liva okkara modernaða lívsstíl uppá. Her verður serliga hugsaðu um seksuellu frígeringina, hvørs ræðuliga baksíða fosturtøkur eru eitt dømi uppá.
Orðini hjá klóka sálarfrøðinginum C.G. Jung tykjast serliga viðkomandi: “Ein lygn gevur einans meining, so leingi sum sannleikin verður fataður sum vandamikil”.
Keldulisti
1) Fyri at tryggja, at eingin eyðkerking er gjørlig, eru umstøður og nøvn broytt. Báðar cases og nøkur av hinum dømunum í tekstum er í ávísan mun blandaðar av ymsum cases, eg og aðrir ráðgevarar, sum eg kenni, hava arbeitt við.
2) Vincent M. Rue, Ph.D.: ”The psychological Realities of Induced Abortion” (Rue, 1994), útgivið í Michael T. Mannion (ed.): Post-Abortion Aftermath: A Comprehensive Consideration, Writings generated by various experts at a “Post-Abortion Summit Conference, Sheed & Ward, 1994. Citaterne her er fra s.9 og s.7.
3) Adler, NE et alii: ”Psychological responses after abortion,” i Science 248 (4951), 1990.
4) Sí fx Major, B.: “Psychological implications of abortion – highly charged and rife with misleading research” i CMJA 168 (10): 1257-8, 2003.
5) Kero, A. et alii: “Legal abortion: a painful necessity”. Soc Sci Med. 2001;53:1481-90.
6) T. Munk-Olsen et alii: “Induced First-Trimester Abortion and Risk of Mental Disorder”, New England Journal of Medicine, 364: 332-339, 2011.
7) Íkastið hjá Rogers er í Rue, V., A. Speckhard, J. Rogers, & W. Franz, (1987): The Psychological Aftermath of Abortion: A White Paper. Presented to the Office of the Surgeon General, Department of Health & Human Services, Washington D.C. Úrslitini vísast stutt í Rue, 1994 s.13).
8) Charles, VE et alii: “Abortion and long-term mental health outcomes: a systematic review of the evidence” i Contraception 78 (6): 436-450, 2008 og “Abortion not seen linked with depression”, Review of studies found no evidence of mental harm after procedure, MSNBC, 2008.
9) Sí David M. Fergusson, L. John Horwood, og Elizabeth M. Ridder: “Abortion in young women and subsequent mental health”, i: Journal of Child Psychology and Psychiatry 47:1 (2006), s.16-24.
10) Coleman, Priscilla K.: “Abortion and mental health: quantitative synthesis and analysis of research
published 1995–2009”. The British Journal of Psychiatry (2011) 199: 180-186.
11) Sí Rue, 1994, s.25. Øll gjøgnumgongdin av kanningunum á síðunum 11-23 er framúrskarandi, serliga framvísingarnar á 15-17 sum hava ein einastandi grafiska yvirsikt av úrslitinum frá 22 kanningum, sum vóru framdar í árunum 1980 – 1993. Eg haldi, øll hendan greinin er serliga góð, tí hon sameinir eitt umfevnandi statistiskt tilfar við gjøllum klinsikum eygleiðingum. Greiningin hjá Rues hevur – hóast stuttar – latið eyguni upp fyri mínari egnu fatan fyri teimum eyðkennunum, sum mínir sjúklingar eru komnir við. Eitt annað stað í somu boð verða reaktiónir hjá børnum uppá fosturtøkur viðgjørt.
12) Tíðindaskriv frá APA, 18/1 1989.
13) “Position Statement on Women´s Health in Relation to Induced Abortion”, Royal College of Psychiatrists, 14/3 2008.
14) Anne Nordal Broen: Women´s emotional life after miscarriage and induced abortion – a longitudinal, five-year follow-up study in Norway, Faculty of Medicine, University???, 2006.
15) Hanna Söderberg: Urban women applying for induced abortions – Studies of epidemiology, attitudes and emotional reactions, Departments of Obstetrics and Gynecology and Community Medicine, Lund University, University Hospital, Malmö, Sweden, 1998.
16) Gissler, M. et alii: “Suicides after pregnancy in Finland, 1987-94, register linkage study”, BMJ 313(7070): 1431-4, 1996.
17) Shostak, A. et al.: Men and Abortion: Lessons. Losses & Love, New York: Praeger, 1984, hendan kanningin verður nevnd í Rue, 1994 s.24-25.
18) Sí Rue, 1994 s.26
19) Weiner & Weiner: The Aborted Sibling Factor, in: Clinical Social Work Journal, 34: 209 – 215, 1984, også sammenfattet i Rue, 1994 s.27).
20) Philip G. Ney: Emotional and Physical Effects of Pregnancy Loss on the Woman and Her Family: A Multi-centered Study of Post-Abortion Syndrome and Post-Abortion Survivor Syndrome, i Michael T. Mannion (ed.): Post-Abortion Aftermath: A Comprehensive Consideration, Writings generated by various experts at a “Post-Abortion Summit Conference, Sheed & Ward, 1994, s.69-88, kunning nevnd á síðu 74.
21) Sí Rue, 1994 s.28).
Seinast dagført 2024
Umsett úr donskum – greinin er upprunaliga á www.rettentilliv.dk
.