Aftur
Eitt samfelag uttan fosturtøku?
Hvat fyri samfelag ynskja vit at byggja í Føroyum?
Føroya Pro Vita er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at verja lív frá gitnaði til natúrligan deyða. Tí er okkara áskoðan, at fosturtøka endar eitt mannalív.
Hevur tú virði? Hvat gevur tær virði?
Boðskapurin hjá Pro vita er sera einfaldur: tú hevur virði tí, at tú ert eitt menniskja. Øll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki er treytað av, hvussu dugnaligur tú ert, um tú bert brek, um tú vart ynsktur ella óynsktur ella hvørji foreldur tíni eru.
Ert tú kristin, so hava menniskju hetta virðið, tí vit eru skapt í mynd Guds. Men sjálvt um, tú ikki persónliga ert kristin, so er henda menniskjaáskoðanin ein av grundarsteinunum í okkara samfelagi.
Í okkara samfelag ynskja vit, at øll skulu hava eitt gott lív, vit ynskja at verja tey veikaru og tey, sum onga rødd hava.
Vit ynskja, at øll skulu hava javnar møguleikar og verða rættvíst viðfarin, uttan mun til t.d. uppruna/húðarlit, brek, og hvussu væl fyri tey eru fíggjarliga.
Vit ynskja hetta, nettupp tí, at vit halda, at øll menniskju hava líka nógv og ómetaliga stórt virði.
Mannarættindasáttmálar
Hetta virðið, sum øll menniskju hava, er grundarlagið í altjóða sáttmálum um mannarættindini, sum eru galdandi í Føroyum og aðrastaðni í heiminum. Ein rættur øll menniskju hava, er rætturin til lív – at lívið hjá okkum skal vera vart við lóg, og at eingin bara skal kunna taka lívið frá okkum.
Umframt grundleggjandi sáttmálan um borgarlig og politisk rættindi, sum varð samtyktur í 1966, eru eisini tveir aðrir ST-sáttmálar, sum eru viðkomandi fyri sama evnið: Sáttmálin um at basa øll sløg av mismuni móti kvinnum (1979) og Sáttmálin um rættindi hjá børnum (1989).
Kvinnurættindasáttmálin
Kvinnurættindasáttmálin snýr seg um týdningin av at verja rættin hjá kvinnuni at arbeiða, tá ið, og hóast, hon fær børn. Tað snýr seg um barsil, sosialar veitingar, ansing, at tær ikki kunnu sigast úr starvi í viðgongutíðini, og at tær ikki noyðast at arbeiða við nøkrum, sum er skaðiligt fyri tær og barnið. Samfelagið hevur eisini ábyrgd av at tryggja barnakonum atgongd til heilsutænastur áðrenn og aftaná barnsburð. Samfelagið eigur enntá at tryggja, at tær eta góðan mat í viðgongutíðini og ímeðan tær geva bróst.
Har, sum sáttmálin nevnir fosturtøku, verður tosað um hvussu nógvar milliónir danir ynskja at brúka fyri at minka um fosturtøku.
Sáttmálin ynskir týðiliga at verja kvinnur frá at kenna seg noyddar at velja barnið hjá sær frá, fyri at verja teirra arbeiðslív. Og tó, í 2006 í kanning hjá Sundhedsstyrelsen, var ein av vanligastu orsøkunum til fosturtøku, at man ikki fekk eitt barn at passa saman við arbeiðinum/útbúgving. Tað er tað ein greið andsøgn í. Tí má tað metast ivasamt um samfelagið livir upp til henda sáttmálan?
Barnarættindasáttmálin
Barnarættindasáttmálin er galdandi fyri: “eitt og hvørt menniskja yngri enn 18 ár, uttan so at barnið gerst myndugt fyrr sambært teirri lóg, sum er galdandi fyri barnið”
Grein 2:
Grein 2:
- Luttakaralondini skulu virða og tryggja øllum børnum innan løgdømi sítt tey rættindi, sum eru ásett í hesum sáttmála, uttan at gera mismun av nøkrum slag og uttan mun til ættarslag, húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella aðra sannføring, tjóðaruppruna, tjóðfrøðiligan ella samfelagsligan uppruna, ognarviðurskifti, brek, burð ella aðra støðu hjá barni, foreldrum ella verja.
Burð – t.e. hetta er galdandi fyri tað ófødda barnið eins væl og tað fødda barnið.
Hesin sáttmálin endurtekur rættin til lív:
Grein 6:
- Luttakaralondini viðurkenna, at øll børn hava ein nátúrligan rætt til lívið.
- Luttakaralondini skulu í størstan møguligan mun tryggja, at barnið livir og mennist.
Í Føroyum
Tað verða fødd umleið 6-700 børn árliga. Tað verða í millum 20 og 30 fosturtøkur framdar árliga í Føroyum. Tað svarar til áleið eina fosturtøku fyri hvørjaferð 20 føroysk børn verða fødd. Samanborið við Danmark, verður ein fosturtøka framd hvørja ferð 4 donsk børn er fødd, har ið tað er frí fosturtøka frá 12. Viku.
Fosturtøka er eitt symtom upp á ein trupulleika
Í 2022 vóru 746 børn fødd í Grønlandi, men tað vóru 870 fosturtøkur. Tað er so galið, at hvørt ár síðani 2013, hava tað verið fleiri fosturtøkur enn livandi fødd børn í Grønlandi. Tá ið vit hoyra hetta, hugsa vit beinanvegin, at her er okkurt heilt galið. Her er onkur samfelagstrupulleiki.
Millum vanligastu orsøkirnar til fosturtøku eru fíggjarligar (mamman klárar ikki at taka sær av barninum) ella sosialar (t.d. ongan maka).
Vit hoyra ofta at “fosturtøka hevur altíð verið og fer altíð at vera”. Tað fara altíð at vera barnakonur, ið ikki fáa tikið sær av barninum, ella børn, sum bera álvarslig brek. “Tí mugu vit bara góðtaka fosturtøku”.
Áðrenn vit høvdu allan fosturdiagnostikkin (at uppdaga sjúku og brek) og “fosturtøkutøknina”, ið vit hava í dag, var vanligt at “loysa” slíkar trupulleikar, við at leggja nýføðingar út at doyggja, um okkurt var.
Kendi heimspekingurin Aristotle segði so um barnadráp: “lat tað vera lóg, at einki vanskapt barn skal liva”
Í okkara samfelagi er tað púra óhugsandi, at leggja eitt barn út at doyggja, tí samfelagið byggir á grundhugsanina, at øll menniskju hava treytaleyst virði. Tí skulu vit brúka orku uppá at taka okkum av teimum, sum ikki klára seg sjálvi.
Og tó.
Hvat sigur tað um virði á teimum, ið bera brek ella eru sjúk, tá ið sjúka og brek eru góðtiknar grundir at velja eitt barn frá, men í okkara føri við fosturtøku?
Tá ið virði byrjar at vera treytað av hesum og hasum. Hvar er markið tá? Í Danmark lesa vit longu greinar um, hví børn við cystiskari fibrosu skulu veljast frá í móðurlívi, ikki tí, vit ikki kunnu viðgera tey, men tí tað kostar heilsuverkinum nógvar pengar.
Kanska uppaftur verri er, at tá lógin ikki í útgangsstøðinum verjir barnsins rætt til lív, viðurkennur lógin ikki barnið/fostrið sum eitt menniskja. Vit halda jú als ikki, at grundgevingarnar fyri fosturtøku (álvarslig sjúka, fíggjarligir trupulleikar, ung mamma osfr.) eru nóg góðar til at verja barnadráp!
Fosturtøka er ágangur í móti teimum veikastu
Fosturtøka er ágangur ímóti okkara minstu og sárbarastu medmenniskjum. Eingin hevur rættindi, sum viga tyngri enn eitt annað menniskjalív – heldur ikki um tað menniskjalívið er eitt lítið menniskjalív.
Vit hava harafturímóti øll eina skyldu at hjálpa tí, sum hevur tað trupult, eisini tí, ið er við barn óynskt.
Frí fosturtøka er eisini ágangur á barnakonuna – hon er longu mamma. Hvussu kann man bjóða henni at loysa sínar egnu trupulleikar (og trupuleikarnar hjá øðrum) við at taka lívið hjá sínum egna barni?
Frí fosturtøka ósjónligger teir trupulleikarnar, sum eru í samband við at fáa eitt óvæntað barn – trupulleikarnar á arbeiðsmarknaðinum, trupulleikar í samband við mannin, ið er pápi, og í samband við útbúgvingarstøðunar. Um kvinnan loysir trupulleikan við taka lívið hjá barninum og líðir í stillum, uppdagar eingin annar, at tað kanska eru nakrar samfelagsbroytingar, sum eru neyðugar.
Eru ikki aðrir mátar at loysa hesar trupulleikarnar?
Hvussu við eini støðu, har pápin ikki vil taka ábyrgd, og mamman ikki hevur umstøður til at taka sær av barninum sjálv? Skulu vit tá bjóða henni eina fosturtøku? Er ikki betri onkursvegna, at áseta við lóg ella normum, at pápin skal taka sær mammuni og barninum? At hann t.d. skal tryggja teimum bústað?
David Blankenhorn sigur í síni bók “Fatherless America” at vit kunnu døma um hvussu vælfungerandi eitt samfelag er út frá “hvussu nógv samfelagið forpliktar mannin til síni børn”. Tí, sigur hann, har kvinnan nátúrliga er bundin til sítt barn, kann maðurin (lívfrøðiliga sæð í hvussu so er) bara fara, um hann ikki ynskir sær eitt barn. Hetta halda vit vera órættvíst í dagsins samfelagi, og tað er kanska eisini órættvíst. Men ístaðin fyri at forplikta mannin til barnið, ynskja vit, at mamman eisini skal kunna fara frá sínum barni, um hon ynskir tað.
Er ikki onkur frægari loysn?
Lógir kunnu eggja til hugburðsbroytingar ella ávísan atburð. Hvønn atburð og hvønn hugburð ynskja vit í okkara landi?
– Ein frí fosturtøkulóggáva leggur upp til, at lítla barnið í móðurlívi ikki er eitt menniskja.
– Hvat sigur tað harafturímóti, tá ið vit hava eina lóg, ið verjir lívið hjá báðum, so t.d., um neyðugt er at enda viðgongutíðina fyri at bjarga mammuni, hví so ikki eisini bjarga barninum?
– Ein lóg sum loyvir fosturtøku, tá barnið ber brek ella hevur sjúku signalerar, at fólk við sjúku ella breki ikki hava líka nógv virði sum onnur.
– Umhugsunartíð og ultraljóð áðrenn fosturtøka kann vera framd, kann møguliga bjarga mannalívum og kanska forða fyri, at tær, sum ivast gera nakað, tær koma at angra. (Hoyr Pro Vita greiða frá í KVF)
– Ein lóg sum sigur, at pápar skulu tryggja børnum sínum og mammum teirra bústað, hevði kanska fingið onkran mann, at hugsað seg betur um og kanska givið onkrari einsamallari mammu møguleika at taka sær av sínum barni.
– Lutfallsliga stutta revsitíðarskeiðið í samband við neyðtøku, samanborið við deyðadómin hjá barninum við fosturtøku, er eisini órættvíst í tí sera syrgiligu støðuni, sum ein neyðtøka hevur við sær.
Við hesum venda vit aftur til, hvat fyri samfelag ynskja vit at byggja?
Føðitíttleikin í 2022 í Føroyum var 2,05 børn fyri hvørja kvinnu. Hetta var tað lægsta skrásetta nakrantíð í Føroyum og er ov lítið til at halda fólkatalið við líka. Nógv hevur verið tosað um, hví so man vera. Um so er, at kvinnur og familjur kenna tað meira avbjóðandi at vaksa í tali – kann tað so hugsast, at hetta eisini fer at vísa seg í einum vøkstri í fosturtøkutíttleikanum? Tað vóna vit ikki! Og tað vilja vit virka fyri, ikki blívur so.
Vit mugu føra politikk í Føroyum sum ger tað lættari hjá familjum, og sum eggjar fólki til at taka ábyrgd og at taka sær av sínum børnum.
Mammuhjálpin er partur av arbeiðinum hjá Føroya Pro Vita, har vit vilja hjálpa mammum í Føroyum. Endamálsorðingin sigur tað soleiðis: “Vit vilja virka fyri, at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp. Vit ynskja somuleiðis, at allar mammur og familjur skulu vita, at tær kunnu venda sær til okkum, um tær hava tørv á ráðgeving og hjálp.”
Filmsbrot
Filmsbrot, har Björk Sadembou, umboðandi Føroya Pro Vita, røðar um fosturtøkulógina. Framløgan æt “Hvat fyri samfelag ynskja vilja vit byggja” og varð tikin upp á einum tiltaki, sum Ung fyri Miðflokkin skipaði fyri í oktobur 2023