Aftur

Søguligur lágur føðitíttleiki – og øktar fosturtøkur?
Føroyar loyva ikki fríari fosturtøku – men fosturtøkutalið økist og føðitíttleikin minkar.
Í 2023 vórðu 42 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er ein vøkstur uppá 15% frá 2023, ella næstan 56% frá 2022 – sum aftur var munandi hægri, enn til dømis í 2018, tá samlaða talið var 19.
Øktar fosturtøkur
Vit mugu 15 ár aftur í tíðina fyri at finna eitt hægri tal av fosturtøkum enn í 2023. Tað var í 2009, tá vóru 51 fosturtøkur skrásettar.
Talið á fosturtøkum í Føroyum hevur verið støðugt fallandi áratíggju fyri áratíggju síðan seinnu helvt av 1980-árunum, tá tað stóð á 80–85 pr. ár.
Minkaður føðitíttleiki
Føðitíttleikin í Føroyum hevur verið rættiliga støðugur síðani 2000 við 2,5 børnum fyri hvørja kvinnu. Hetta broyttist tí av álvara í 2023, tá føðitíttleikin varð skrásettur at vera 1,86. Tað var samstundis fyrstuferð nakrantíð, at Føroyar hevur havt ein føðitíttleiki undir 2.
Kvinnulæknin Diana Reynstind sigur við KVF, at tað hava verið alsamt fleiri ávísingar til fosturtøku seinastu tvey árini og, at høga støðið væntandi fer at halda fram.
Nei til fría fosturtøku
Føroyar hava ikki sonevnda fría fosturtøku. Fosturtøka kann fremjast undir ávísum treytum, til barnið er 16 vikur gamalt.
Føroya Løgting vrakaði uppskot til fría fosturtøkulóg fyrr í ár. Les meira her.
Mugu finna aðrar loysnir
Menniskju, ið eru í neyð, hava brúk fyri hjálp. Vit eiga ongantíð at fara lætt um neyðina hjá okkara medmenniskjum. Men, tað er skeivt at royna at loysa trupulleikan hjá tí eina menniskjanum við at taka lívið hjá einum øðrum menniskja – eisini um seinna menniskjað er sera lítið. Vit mugu finna aðrar loysnir. Tær loysnirnar eiga at finnast í føroyska samfelagnum.
Sí filmsbrot.