Einki úrslit

Aftur

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF

Uppskotið um nýggja fosturtøkulóg fallið

“30 hava greitt atkvøðu. Tað eru 15 atkvøður fyri og 15 ímóti. Eingin er blonk. Tað merkir, at uppskotið er fallið.”

Hetta vóru orðini hjá Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, eftir atkvøðugreiðsluna í Løgtinginum í gjár, 15. mai, 2024.

Kjakið um lógaruppskot LM-088/2023 um fría fosturtøku var drúgt. Tað byrjaði klokkan hálvgun eitt (12:31) og atkvøtt varð ikki fyrrenn klokkan næstan var vorðin sjey (18:48). Men tá ið av tornaði megnaði samgongan ikki at fáa ein meiriluta fyri uppskotinum og tí fall tað.

Øll tingmanningin hjá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum atkvøddi ímóti, men tað hevði ikki borið á mál um ikki eisini fýra úr samgonguni atkvøddu ímóti. Hesi vóru Sólvit E. Nolsø og Hanna Jensen úr Framsókn, og Henrik Old og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum. Øll í Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti, uttan Johan Dahl og Eyðdis Hartmann Niclasen.

Hetta merkir so, at vit í Føroyum ikki fáa fría fosturtøku, men at núverandi fosturtøkulóg, ið bert loyvir fosturtøku eftir ávísum treytum, enn verður galdandi.

Rebekka Fuglø Poulsen, forkvinna í Føroya Pro Vita, sigur í viðmerking:

“Eg eri glað fyri, at uppskotið um fría fosturtøku fall. Fostur eru menniskju, og tað eigur ikki at vera ein rættur at taka tey. Eg eri sannførd um, at tað ber væl til at finna loysnir, sum hjálpa kvinnum í alskyns umstøðum at gjøgnumføra sín barnsburð og harvið eisini geva ófødda barninum ta virðing og verju, sum eitt og hvørt menniskja eigur at hava. Vónandi kunnu Føroyar vera ein fyrimynd fyri aðrar tjóðir, tá tað kemur til fosturvernd. Í Føroya Pro Vita fegnast vit almikið um, at málið koppaði rætta vegin, og vóna vit at hetta eisini er við til menna ein hugburð, har fosturtøka gert óhugsandi. Takk til øll løgtingsfólk, sum stemmaðu vegna ófødda barnið.”