Aftur
Tað er skeivt at loysa trupulleikarnar hjá einum menniskja við at taka lívið hjá einum øðrum
Tá viðgongan gerst trupul
Flestøll, sum argumentera fyri fosturtøku, gera tað, tí tey eru stúrin um kvinnuna, sum uttan at ætla tað er vorðin við barn. Slík stúran er verulig og týdningarmikil.
Stór ábyrgd er knýtt at tí at eiga børn. Viðgongutíðin kann vera tung og sjálv føðingin hørð – fyri ikki at tala um bróstageving, svøvnleysar nætur, uppaling og mong ár av ábyrgd og bundni.
Kvinnur, sum fáa fosturtøkur, gera tað ofta, tí tær hava orsøkir, sum viga tungt. Nógv krøv verða sett til tað “góða og fullkomna familjulívið”, og nógvar kenna tað sum fara teirra framtíðarætlanir fyri skeytið, um eitt barn brádliga er á veg til skeiva tíð ella saman við skeivum manni. Nógvar verða trýstar av einum sjeiki, sum ikki er til reiðar at gerast pápi, ella av einum manni, sum ikki heldur, at tey hava ráð til tað.
Ábyrgd fyri óføddum og føddum
Alt hetta hevði verið sterk og góð próvførsla fyri fosturtøku um tað, sum verður tikið, var nakað annað enn eitt menniskja. Tað er tað tó ikki. Vit hava somu ábyrgd fyri óføddum menniskjum sum vit hava fyri føddum.
Júst hendan fatanin, at ófødd menniskju ikki eru verulig menniskju, liggur ofta har sum ein goymd forfatan, tá ið fólk verja fosturtøku grundað á syrgiligu støðuna hjá kvinnuni. Eitt dømi lýsir hetta:
Á einum sethúsavegi, býr ein familja við tveimum børnum við trongum fíggjarligum korum. Kvinnan verður av óvart við barn og fer til sín lækna fyri at verða ávíst til eina fosturtøku. Hon og maðurin meta seg ikki hava ráð til barnið, av tí, at tey hava tvey frammanundan og fíggjarstøðan longu er so tung.
Hinumegin vegin býr ein familja við trimum børnum við góðum fíggjarligum korum. Men ein dagin brýtur alt saman. Maðurin blívur arbeiðsleysur, húsið er um at verða selt á tvingsilsølu, kvinnan fær tunglyndi, og fær nóg illa ansa yngsta barninum, ið einans er eitt ára gamalt. Fer hendan kvinnan til læknan at biða tíð um at avlíva yngsta barnið fyri at lætta um trupulleikarnar í familjuni? Nei, sjálvandi ikki. Eitt ræðuligt uppskot.
Mugu finna aðrar loysnir
Menniskju, ið eru í neyð, hava brúk fyri hjálp. Vit eiga ongantíð at fara lætt um neyðina hjá okkara medmenniskjum. Men, tað er skeivt at royna at loysa trupulleikan hjá tí eina menniskjanum við at taka lívið hjá einum øðrum menniskja – eisini um seinna menniskjað er sera lítið. Vit mugu finna aðrar loysnir. Tær loysnirnar eiga at finnast í føroyska samfelagnum.
Filmsbrot
Hetta filmsbrotið vísir søguna um unga parið, ið hóast avbjóðandi umstøður, valdu lív.