Einki úrslit

Aftur

Kropsligt sjálvsræði uttan avmarkingar?

Tann 14. apríl 2024 skipaði Føroya Pro Vita, saman við øðrum, fyri stóra og væleydnaða tiltakinum “Vit standa saman fyri lívi”. Eini 2000-3000 fólk hittust á Vaglinum og vístu sín stuðul til ófødda barnið. Les meira her.

Tað var ein gleðisdagur fyri nógvar føroyingar, og ikki minst ófødda barnið, tá lógaruppskotið um fría fosturtøku fall í løgtinginum, tann 16. mai 2024. Les meira her.

Nú, nakrar mánaðar eftir, at lógaruppskotið um fría fosturtøku fall, varð skipað fyri einari sokallaðari kravgongu um “kropsligt sjálvsræði hjá kvinnum”. Eitt av endamálunum við hesari kravgonguni, tykist at vera, at fáa lógaruppskot, um fría fosturtøku fram aftur fyri Løgtingið.

Føroysku miðlarnir, m.a. Sosialurin (Vikuskiftissosisalurin tann 12. juli 2024) og in.fo hava fylgt málinum. Heitt var á Rebekku Fuglø Poulsen í Føroya Pro Vita um at gera viðmerkingar til kravgonguna og fosturtøkumálið.

Greinin á in.fo “Vit undrast á hesa sokallaðu kravgonguna”, kann lesast her.

Yvirskipað tekur Pro Vita undir við, at felagsskapir og einstaklingar kunnu brúka síni rættindi at savnast í almenna rúminum og gera sína rødd galdandi. Tað ger Pro Vita jú eisini.

Tá tað kemur til rættarstøðuna hjá kvinnuni í mun til fosturtøku, er støðan hjá Pro Vita tann, at vit eiga ikki at seta mammur og børn upp í móti hvørjum øðrum. Hinvegin eiga vit at virða og verja bæði líka nógv. Vit mugu skilja, at barnið og kvinnan hava júst sama virði.

Pro Vita undrast tískil á hesa sokallaðu kravgonguna, tí føroyskar kvinnur hava longu kropsligt sjálvsræði. Frí fosturtøka er tað øvugta av kropsligum sjálvsræði.

Ger onkur seg inn á kropsliga sjálvsræði hjá einari kvinnu, eru revsiásetingar um tað. Ein kann ongantíð fáa so stórt sjálvsræði, at tað ikki hevur onkrar avmarkingar, so sum, tá sjálvsræði hjá einum forðar fyri frælsinum hjá einum øðrum. Eitt fostur er eitt menniskja og tí er ein fosturtøka ein menniskjatøka.

Hvat fyri samfelag ynskja vit í Føroyum? Menniskju, ið eru í neyð, hava brúk fyri hjálp. Vit eiga ongantíð at fara lætt um neyðina hjá okkara medmenniskjum. Men, tað er skeivt at royna at loysa trupulleikan hjá tí eina menniskjanum við at taka lívið hjá einum øðrum menniskja – eisini um seinna menniskjað er sera lítið.

Fosturvernd eggjar kvinnuni at síggja møguleikar fram um forðingar, at finna sínar styrkir fram og mótið við. Í Pro Vita eru vit fyri fosturvernd, tí vit hava álit á, at føroyska kvinnan megnar tað, í øllum førum við eitt sindur av hjálp.