Aftur
Føroyska kvinnan og fosturvernd
Hugleiðing eftir Rebekku Fuglø Poulsen
Hvør skal sleppa at vera høvuðsumboð vegna ta føroysku kvinnuna um fosturtøkuspurningin í almenna kjakinum?
Sum føroysk kvinna, kenni eg meg ikki krenkaða av, at frí fosturtøka ikki er galdandi í Føroyum. Tvørturímóti. Vit eru nógvar kvinnur, sum eru lættnaðar um, at uppskotið um fría fosturtøku fall í løgtinginum tann 15. Mai 2024.
Spurningurin, ið má setast, er, hvat við kroppinum í kroppinum hjá kvinnuni? Hvat við kroppinum hjá barninum?
Tá ein kvinna er við barn er altíð talan um minst tvey menniskju. Sum oftast kunnu vit telja upp í eitt nú 20 fingrar, 20 bibbur, fýra armar, fýra bein, fýra eygu, fýra oyru, tveir nalvar. Og síðst, men ikki minst, tvey bankandi hjørtu.
Vit kvinnur eru ikki undir hóttan í egnum landi, og tað eigur ófødda barnið heldur ikki at vera. Fosturtøka er ein hóttan móti ófødda barninum.
Tað kann ongantíð blíva ein grundleggjandi rættur at taka eitt fostur. Tað er harafturímóti ein grundleggjandi órættur at rættvísgera fosturtøku, við hjálp av lógini, tí fosturtøka snýr seg ikki um at ráða yvir egnum kroppi. Tað snýr seg um, at ráða yvir kroppinum hjá einum øðrum. Hjá barninum.
Hvat bleiv av álitinum á og virðingini fyri føroysku kvinnuni? Rætturin til fosturtøku gevur ikki nakra virðing ella álit til ta føroysku kvinnuna, tvørturímóti. Um tað er nakað, sum krenkar ta røsku, knáu, føroysku kvinnuna, sum ger hana til ómynduga og máttleysa, so er tað sokallað frí fosturtøka.
Tí fosturtøka sigur við kvinnuna: tú ert ikki røsk nokk, eiheldur kná nokk, tú ert ikki myndug og strekkir ikki til, tú megnar ikki at bera barnið, sum tú við biologiini hevur fingið framíhjárætt at menna.
Fosturvernd sigur tað øvugta, og eggjar kvinnuni at síggja møguleikar fram um forðingar, at finna sínar styrkir fram og mótið við.
Latið okkum standa saman fyri fosturvernd, tí vit hava álit á, at føroyska kvinnan megnar tað, í øllum førum við eitt sindur av hjálp. Og hesum hava vit stóra virðing fyri!