Einki úrslit

Aftur

Rebekka Fuglø Poulsen - Mynd: Tróndur Dalsgarð

Føroya Pro Vita í Femina

Fosturtøkulógaruppskotið um fría fosturtøku, hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, fall í løgtingum, tann 15. mai 2024.

Viðgerðin av fosturtøkulógaruppskotinum fekk nógva umrøðu í útlendsku miðlunum. Ein av teimum vælkendu miðlunum, var danska Femina, við kvinnublaðnum av sama navni, ið eisini er vældámt í Føroyum.

Umframt at skriva nógv á heimasíðuni um fosturtøkumálið í Føroyum tíðina uppundir, at lógaruppskotið um fría fosturtøku skuldi viðgerðast í løgtinginum, vóru blaðfólkini hjá Femina eisini í Føroyum og fylgdu málinum, tá fosturtøkulógin var til viðgerð í løgtinginum 15. mai 2024.

Femina hevði serliga áhuga í at lýsa fosturtøkumálið í samband við viðgerðini av fosturtøkulógaruppskotinum, og sjálvt úrslitið, út frá sjónarhornunum hjá bæði teimum, ið vóru fyri og í móti fríari fosturtøku.

Tí fylgdu blaðfólkini m.a. Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu og ein av stovnarunum av felagsskapinum “Frítt Val”, og Rebekku Fuglø Poulsen, forkvinnu í Føroya Pro Vita, í eina tíð.

Hetta endurspeglast í einari av longru greinunum á heimasíðuni, ið kallast “Lige nu udkæmpes en central kamp for kvinders rettigheder på Færøerne – og på hver sin side står Hervør og Rebekka”.

Um ein vil vita meira um føroyskar kvinnur búsitandi í Danmark og fosturtøkumálið, les her.