Einki úrslit

Aftur

Viðmerkingar til Javnaðarflokkin á Fólkatingi um fosturtøku

Hvat merkir ein “føroysk kvinna” í hagtølunum?

Í greinini frá 13. september 2022 hjá Javnaðarflokkinum stendur: “at í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur um árið, sum fáa fosturtøku í Danmark. Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri, sum fara úr Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku.”

Hyggja vit í viðheftu talvurnar á heimasíðuni hjá fólkatinginum, síggja vit, at tað í miðal er 1 kvinna um árið,búsitandi í Føroyum, sum fær fosturtøku í Danmark, meðan hinar “59” búgva í Danmark. 

Ein “føroysk kvinna” búsitandi í Danmark” merkir (í hesum førinum) ein og hvør kvinna, sum er fødd í Føroyum, men búsitandi íDanmark tá hon fekk fosturtøku. Hugt var ikki eftir, nær kvinnan flutti til Danmarkar og hvussu gomul hon var tá.

Vit halda ikki, at tað út frá hesum tølunum, ber til at koma til nakra niðurstøðu um, hvussu nógvar kvinnur flyta bústað úr Føroyum til Danmarkar einans fyri at fáa eina fosturtøku, og síðani flyta aftur til Føroya.

Snýr tað seg einans um tjóðskap/føðiland?

Út frá tølum hjá hagstovuni eru umleið 15% av fólki búsitandi í Føroyum fødd uttan fyri Føroyar. Tey allarflestu eru tó føroyingar við føroyskum passi. Harafturat vita vit, at nógvir føroyingar búgva í Danmark. 

Í eini danskari grein frá 2006 stendur soleiðis:

“Der bor lige så mange færinge i Danmark som halvdelen af hele Færøernes befolkning. Især unge kvinder og veluddannede forlader hjemlandet.”

Greinin sigur, at yvir 20.000 føroyingar búgva í Danmark. Skulu vit telja hesar føroyingar við í okkarafosturtøkutølum, tí tað er uppruni og føðiland sum telur? Um ja, skulu vit so taka tey 15% av fólki búsitandi íFøroyum, men fødd aðrastaðni, burtur úr tølunum?

Fosturtøkutalið fyri hvørji 1000 livandi fødd er ikki 125

Hagstovan uppgav 47 fosturtøkur í Føroyum fyri hvørji 1000 livandi fødd børn (í Føroyum) í 2021. Hetta talið var tó 39 í 2016, sum greinin hjá Javnaðarflokkinum sigur.

Síðani sigur Javnaðarflokkurin, at veruliga talið er 125, tí fosturtøkurnar í Danmark mugu teljast uppí. 

Men nú mugu vit líka ansa eftir, hvat tað er vit telja. Um vit skulu telja fosturtøkur hjá føroyskum kvinnum búsitandi í Danmark við, mugu vit eisini telja tey livandi føddu børnini tær fáa, við. Serliga, tá ið vit vita, at tað búgva fleiri túsund føroyingar í Danmark. Vit kenna allarhelst øll onkra føroyska kvinnu, sum hevur átt í Danmark.

Nýggja talið, vit høvdu fingið um vit taldu hesi børnini við, hevði mett um fosturtøkur millum “kvinnur føddar

í Føroyum” fyri hvørji 1000 livandi fødd børn “kvinnur føddar í Føroyum” fáa. Og tó. Føroysku tølini hyggja ikki eftir upprunanum á kvinnunum.

Tí umboðar talið 125, sum Javnaðarflokkurin uppgevur “fosturtøkur í Føroyum OG av ‘kvinnum av føroyskum uppruna í Danmark’ fyri hvørji 1000 livandi fødd Í Føroyum”.

Leggja upp til kjak

At enda í greinini, sigur Javnaðarflokkurin soleiðis:

“Endamálið er at fáa veruleikan um hetta evnið fram í ljósið, og at fáa eitt kjak, sum byggir á fakta, og sum vónandi kann leiða fram til, at politiska skipanin tekur ábyrgd av økinum við eini føroyskari lóggávu.”

Føroya Pro Vita fegnast um, at Javnaðarflokkurin ynskir eitt kjak, sum byggir á fakta. Tað gera vit eisini. Fosturtøka er eitt viðkvæmt evni, og tað er týdningarmikið at kjakið er virðiligt og at vit ikki krógva tølini og veruleikan burtur.

Tað er altíð okkara vón, at okkara íkast hjálpir fólki. Eisini í hesum førinum at fáa eitt sindur betri innlit í tølini lini, sum Javnaðarflokkurin legði fram í 2022.

Tað er altíð neyðugt at hava við í kjakinum, at fosturtøka endar altíð eitt mannalív. Ynskja vit meir av tí?

Javnaðarflokkurin ynskir at vit taka ábyrgd á hesum økinum. Er fosturtøka veruliga tað besta vit sum samfelagkunnu bjóða eini kvinnu, ið gerst við barn óynskt? Skulu vit ikki stremba eftir onkrum, sum varðveitir bæði lívini?

Björk Tyril Sadembou

Samskipari hjá Føroya Pro Vita