Einki úrslit

Aftur

Føroya Pro Vita hitti Rættarnevndina hjá Løgtinginum

Føroya Pro Vita vóru boðin til hoyringar tann 24. apríl 2024 í Rættarnevndnina hjá Løgtinginum, í samband við Løgtingslóg um at verja ófødda barnið hjá Miðflokkinum og Fosturtøkulógina hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen.

Rebekka Fuglø Poulsen og Nigro Bjarki Hermansen umboðaðu nevndina hjá Pro Vita. Takkað verður Rættarnevndini fyri ein góðan fund, og fyri møguleikanum at greiða frá sjónarmiðunum hjá Pro Vita í samband við bæði lógaruppskotini.

Endamálið við felagsskapinum Pro Vita er at verja lív frá gitnaði til natúrligan deyða.

Kjarnuboðskapurin hjá Føroya Pro Vita er einfaldur og týdningarmikil: Tú hevur virði, tí at tú ert eitt menniskja. Øll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki avhongur av, hvussu dugnaligur tú ert, um tú bert brek, um tú ert eitt ynskibarn, hvørji foreldur tíni eru ella nøkrum øðrum.

Tí var høvuðsboðskapurin hjá Pro Vita til Rættarnevndina eisini einfaldur, men álvarsamur: ófødda barnið er eitt menniskja við íbornum og treytaleysum virði.

Í Rættarnevndini, løgdu umboðini hjá Pro Vita serligan dent á tey lívfrøðiligu argumentini, at lívið byrjar við gitnaði, at fostrið í móðurlívi er eitt serstakt menniskja, sum tørvar fosturrættindi, umframt, hvussu okkara felags mannavirði forpliktar bæði einstaka føroyingin, føroyska samfelagið og landsins lógir.

Eitt menniskja er ikki nakað, tú mennir teg til, men nakað, tú mennir teg sum

Lívfrøðin er púra greið, at lívið byrjar við gitnaði. Síðani fer ein kompleks menningar tilgongd framm, sum varar alt lívið.

Við gitnaði byrjar ein nýggj lívvera við egnum DNA, sum er ein samanseting av DNA hjá foreldrunum, men serstøk í sínari samanseting. Hendan nýggjan lívveran er sum síni foreldur, ein livandi limur av mannaættini.

Eitt menniskja er ein serstøk lívvera, eisini nevnd homo sapiens og er ikki nakað annað dýraslag. Tí er talan mannalív frá byrjan. Tað merkir, at lívfrøðin avmarkar menniskja, tí allastaðnis á sama menniskjanum er sama DNA. Tá ið ófødda barnið hevur sítt serstaka DNA, atskilt frá mammuni, prógvar tað, at talan eru eitt serstakt og nýtt menniskja og lív heilt frá byrjan av.

Gitnaður er í stuttum, at eggið hjá kvinnuni verður gitið við sáði frá manninum. Eitt gitið egg verður kallað ein blastocyst. Eftir 5-6 dagar setur blastocystan seg fast í lívmóðirna, og kallast nú á fakmálið eitt embryo.

Embryostøðið varar uml. 8 vikur, har grundleggjandi kropsskipanir og gøgn verða ment. Eftir áttandu vikuna verður orðið fetus ella fostur á fakmálið brúkt, ið vísir á eitt tíðarskeið við vøkstri og menning av kropsskipanum og gøgnum, sum vórðu grundløgd í embryofasini. Fostrið heldur fram við at búnast til føðingina. Líkamikið um vit tosað um blastocyst, embryo ella fostur, er talan um eitt og sama menniskja.

Hesi heitið eiga ikki at nýtast at dehumaniserað ófødda barnið. Tvørturímóti. Tey fortelja okkum bara nakað um, hvat stig í menningini tann lítla lívveran, menniskja, er í, tað løtu, vit hyggja upp á hana. Fremanda orðið “abort” virkar upp á sama máta í føroyska kjakinum. Tað er ein roynd at fremandgera hvat tað er, sum hendur í einari fosturtøku: at eitt fostur missir sítt lív.

Vit vita eisini, at hjartað byrjar at sláa uml. tríggjar vikur eftir gitna. Hjartað slær tá millum 65 og 130 sløg um minuttin. Argumenterast kann fyri, at hjartasláttur er ein alheims viðurkendur mátistokkur fyri lív, ið eigur at verða løgfrøðiliga og etiskt vardur. Tí má fosturtøka metast sum at taka lívið frá fostrinum, tí eitt bankandi hjartað verður steðgað í samband við eina fosturtøku.

Longu í 4. viku eru tarmar, lungu, livur myndað og í 8. viku er fostrið 3 cm. til longdar. Tað hevur fingið armar, fingrar, hendur og ímóti endanum av 8. viku eisini bibbur. Hóast tað enn er sera lítið, er eingin ivi um, at fostrið er eitt menniskja.

12 vikur eftir gitnað eru yrkisgøgn ment og skulu bara búnast og vaksa. Fær lítla barnið frið at búnast og vaksa í búkinum, verður tað føtt nakrar mánaðar seinni.

Eftir føðingina, er barnið til reiðar at liva uttan fyri kroppin hjá mammuni. Barnið kann anda, súgva og sodna. Samstundis hevur tað lært mammu sína væl at kenna, av ljóðum, luktum og smakkum, so tað veit, hvar tað hoyrir heima. Men, menningin er als ikki liðug.

Vøddar og bein halda áfram at vaksa komandi árini, og tað sama ger nervalagið. Barnið skal læra at grulva, ganga, tosa, skriva og ogna sær vitan og praktiskar førleikar. Barnið er fullkomiliga tengt av sínum foreldrum ella øðrum umsorganarpersónum næstu mongu árini, um tað skal trívast og mennast.

Kynsmenningin verður liðug sum nakað av tí seinasta í tannáringaárunum. Ein menning, sum ger tað møguligt hjá tí nýggja lívinum sjálvt at skapa lív.

Talan er tí um ymisk menningarstig, frá gitnaði og í gjøgnum alt lívið hjá tí sama menniskjanum. Lívið er treytaleyst virðismikið, alt lívið. Eitt menniskja er tí ikki nakað, tú mennir seg til, men nakað, tú mennir seg sum – alt lívið, heilt frá gitnaði til natúrligan deyða.

Les um fosturmenning her.

Fosturrættindi í landsins lógum

Nógv verður tosað um javnrættindi í dagsins samfelag. Pro Vita vísir á, at fostri eisini eigur at fáa javnrættindi í landsins lógum. Lóg og hugburður ganga hond í hond.

Tá ið vit í Føroyum gera lógir um at verja lív ella rætt til fría fosturtøku, so senda vit eitt signal um, hvørji virði, vit tilskila tí einstaka menniskjanum og tískil eisini fostrinum.

Fostrið og kvinnan hava sama virðið, tí bæði tvey eru menniskju. Sjálvandi er tað ein munur á einum fostrið og einari vaksnari kvinnu, men tann munurin, ger ikki fostrið til eitt minni virðismikið menniskja.

Tað sama er eisini galdandi fyri kvinnur, sum hava tikið fosturtøku. Tær hava eins nógv virði, sum áðrenn fosturtøkuna. Ein høvuðsuppgáva hjá Pro Vita er eisini at vera ein útrættur til tær kvinnur, sum hava tikið fosturtøku og eru særdar av fosturtøkuni.

Barnarættindasáttmálin hjá ST frá 1959 (les meira her), sum Føroyar eru ein partur av, viðurkennir, at munur er millum fostrið/barnið og tað vaksna menniskja. Av tí, at barnið er sálarliga og menningarliga óbúgvið, hevur tað tørv á serligari vernd og umsorgan, m.a. løgfrøðiligari vernd, bæði áðrenn og aftaná føðing. 

Eitt annað dømi, um hvussu atlit verða tikið til fostrið, sum serstakt menniskja, er serligu atlini, ið verða tikin til barnakonur. Tá barnakonur í viðgongtíðini tørva heilivág, eru heilt neyvar mannagongdir og avmarkingar, sum taka atlit til, og verja fostrið.

Tað sama ger seg galdandi til eitt nú m.a. røntgenkanninginar, skurðviðgerðir og fysiopterapi. Tað verða í hesum førinum tikið serstøk atlit til, at tvey ymisk menniskju eru knýtt at einari møguligari viðgerð.

Í summum londum verður straffað harðari, um harðskapur verður framdur móti kvinnu, sum er við barn, tí talan er um tvey fólk, kvinnuna og fostrið.

Fødd menniskju eru løgfrøðiliga vard fyri at vera frátikin sítt lív. Fostrið er eisini eitt menniskja, og tí er okkara greiða sannføring, at fosturtøka, ið tekur lív, heldur ikki eigur at vera ein rættur. Orð skapa veruleika. Um vit í einari hugroynd, seta orðið menniskja inn í staðin fyri orðið fostur, so hava vit orðið “menniskjatøka”. Er menniskjatøka í lagi? Tað halda vit ikki. 

Tað eru nógv onnur orð, sum verða sett saman við orðið menniskja. Eitt nú orðið menniskjavirði. Har kunnu vit so hugsa: fosturvirði. Menniskjavernd og fosturvernd. Menniskjatrygd og fosturtrygd. Menniskjarættindi og fosturrættindi. Tað letur eyguni hjá okkum upp fyri, at fostrið er eitt menniskja.

Ítøkiligar viðmerkingar í samband við Fosturtøkulógina

Pro Vita kann ikki taka undir við lógaruppkotinum um Fosturtøkulóg (frí fosturtøka framm til 12. viku), tí hvørjaferð ein fosturtøka verður framd, endar tað eitt menniskjalív.

Fosturtøkulógin verður av fleiri umrøtt sum ein sokallað “moderat” fosturtøkulógaruppskot, sum liggur á miðjuni, ið tey flestu kunnu “liva við”. Tvørturímóti, halda vit í Pro Vita.

Talan er um eitt sera liberalt og víðfevnandi lógaruppskot. Har tað eru mørk ella avmarkingar í lógaruppskotinum, finnir man tó í flestu førum undantøk, sum eru sera ógreið og illa lýst. Tað, sum stendur eftir er ein sera liberal fosturtøkulóg, sum tað nógvir føroyingar og fostur, ið ikki kunnu liva við.

Í Pro Vita, halda vit, at tað skal vera krav, at man skal fáa ráðgeving og upplýsing, sum er væl skipað, í samband við einum ynski um fosturtøku. Vit meta, at eitt gott fyridømi er tann týska fosturtøku lógin, sum hevur kravda ráðgeving.

Vit halda, eisini, at kravd upplýsing til kvinnurnar, skal umfevna vitan um fosturmenning, s.s. hvat er eitt fostur, hvussu langt er fostrið komið í menningini, krav at síggja fostrið í ultraljóðskanning, vitan um hvat ein fosturtøka er, hvat er tað sum hendur og hvørjar avleiðingar kann tað hava.

Vit ynskja, at man leggur høvuðsdent á, hvørjar aðrar møguleikar kvinnan hevur. So heldur enn fosturtøkuna, so hugsar loysnir, og hvussu kunnu man hjálpir kvinnuni og eggjar henni til at bera barnið.

Vit meta heldur ikki tað verða rætt, at páparnir sambart Fosturtøkulógini verða so lítið virdir og, at kvinnur undir 18 sleppa ov lætt rundan um síni foreldur. Vit meta ikki, at tað er rætt, at man soleiðis isolerar kvinnuna burturfrá sínum maka og familju.

Til ber annars at lesa okkara skrivliga hoyringssvar til Fosturtøkulógina í fullum líki her.

Ítøkiligar viðmerkingar í samband við løgtingslóg at verja ófødda barnið

Pro Vita tekur undir við, at fostrið – tað ófødda barnið – eigur at vera vart av lógini.

Fostrið (tað ófødda barnið) er serstakt, hevur sítt egna DNA og líkist ongum øðrum. Eitt tílíkt menniskja er serstakt, einsakt, hevur virði, hevur tign, tað er ein persónur, sum vit onnur. Tað hevur ongantíð verið eitt tílíkt menniskja til áður, og tað verður ongantíð eitt tílíkt menniskja til aftur. Hetta eigur at endurspeglast í rættartrygdini hjá fostrinum (ófødda barninum).

Vit halda, at Føroyar á hendan hátt kunnu gerast eitt fyridømi fyri onnur lond í samband við at raðfesta fosturvernd.

Heldur enn fosturtøku, skal heldur hyggja at øðrum møguleikum so sum ættleiðing, at geva kvinnuni ta hjálp og tann stuðul, sum hon tørvar til at gjøgnumføra barnsburðin, og at føða barnið. Man skal eisini hyggja eftir hvat man politiskt kann gera fyri at stuðla kvinnuni í viðgonguni og seta neyðug átøk í verk.

Verja fyri ófødd

“Verja fyri ófødd” er ein einfaldur bóklingur til tín, ið fegin vilt verja tínar áskoðanir um fosturvernd við dirvi, og á ein sannførandi, sakligan og vinsaman hátt.

Bóklingurin “Verja fyri ófødd” er 43 síður og kostar 30 kr. 

Til ber at ogna sær bóklingin við at senda tpost á provita@provita.fo, so avtala kann gerast.

Gjalding fyri bóklingin fer framm við bankaflyting í Norðoya Sparikassa á konto nummar: 9865-415.441.4.

Mammuhjálpin

Mammuhjálpin er ein stórur partur av arbeiðinum hjá Føroya Pro Vita, har vit vilja hjálpa mammum í Føroyum. Endamálsorðingin sigur tað soleiðis:

“Vit vilja virka fyri, at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp. Vit ynskja somuleiðis, at allar mammur og familjur skulu vita, at tær kunnu venda sær til okkum, um tær hava tørv á ráðgeving og hjálp.” 

Les meira um Mammuhjálpina her.