Einki úrslit

Aftur

Hoyringssvar hjá Føroya Pro Vita um uppskot til nýggja fosturtøkulóg

Uppskotið um nýggja fosturtøkulóg fyriheldur seg ikki til grundleggjandi etiskar spurningar, so sum “nær byrjar lívið?”, “hvat er eitt fostur?” og “hvat virði hevur eitt fostur?”. Í uppskotinum til løgtingslóg stendur m.a at ”Læknafakliga er eingin endalig niðurstøða um, nær lívið byrjar”. Hetta er faktuelt skeivt. Tað er greitt vísundaliga viðurkent, at lívfrøðiliga veran, sum eitt hvørt menniskja er, blívur til við gitnaði.

Grundboðskapurin hjá Pro Vita

Grundboðskapurin hjá Føroya Pro Vita er einfaldur og týdningarmikil: Tú hevur virði, tí at tú ert eitt menniskja. Øll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki avhongur av, hvussu dugnaligur tú ert, um tú bert brek, hvørji foreldur tíni eru o.s.fr.

Fyriliggjandi lógaruppskot er við til at grugga rætt og rangt. Tað sigur, “rangt verður gjørt kortini, so tað kann líka so væl vera gjørt til tað rætta”.

Við øðrum orðum leggur hetta lógaruppskotið upp til, at vit í Føroyum fara at gera lógloysi lógligt, bara tí at lógloysi fer fram kortini. Við hesum fyridøminum, kunnu vit líka so væl, hava frían stuldur, frían harðskap, fría ferðslu og vit kundu hildið fram.

Hvat fyri samfelag ynskja vit okkum?

Er hetta veruliga tað samfelagið, sum vit ynskja okkum? – Eitt ábyrgdarleyst samfelag uttan teir normar, sum avspegla at vit virðismeta hvønn annan og fara væl um bæði menniskju, djór, ognir og alt annað? Nei. Vit ynskja okkum einar fyrimyndarligar Føroyar, har vit fara væl um alt og øll.

Vit vilja vísa á, at eins og okkara føroyska lóggáva er til fyri at verja allar føddar føroyingar ímóti harðskapi og órætti, soleiðis eigur lógin eisini at verja allar óføddar føroyingar, og geva teimum rættin til lívið.

Ósekir føroyingar

Fyriliggjandi lógaruppskot setir ósekar føroyingar í vanda við hjálp av lógini, og hetta taka vit ikki undir við.

Vit í Føroya Pro Vita eru sera stúrin fyri avleiðingunum av hesi sera víttgangandi libralisering av fosturtøkulógini. Hóast endamáli er at hava so fáar fosturtøkur sum gjørligt, so stúra vit fyri, at hon fer at eggja til fleiri fosturtøkur.

Uppskotið sigur, at sjálvt um fostrið er lívført, kann loyvi til fosturtøku verða givið, um vandi er fyri, at barnið orsakað av ættarbregði, sjúku ella skaða í móðurlívi fær álvarslig sálarlig ella likamlig brek ella sjúku (§§ 5 og 3, stk. 1, nr. 3).

Alt hoyringssvarið hjá Pro Vita kann lesast niðanfyri.