Aftur
Fosturtøka ger seg inn á grundleggjandi mannarættindi
Heimsyvirlýsing um mannarættindi
Eftir ræðuligu drápini í seinna heimsbardaga samtykti ein stórur meiriluti í ST Heimsyvirlýsingina um mannarættindi, sum setti orð á tørvin, at øll lond skrivaðu undir meginreglur, hvørs endamál var at verja menniskju.
Heimsyvirlýsingin byrjar við hesum orðunum:
Tað verður at viðurkenna, at menniskjuni er virðing íborin, og at allir limir mannaættarinnar eiga somu ómissiligu rættindi, og hetta er støðið undir frælsi, rættvísi og friði í heiminum. … Tess vegna bjóðar aðalfundurin hesa heimsyvirlýsing um mannarættindi sum felags mið fyri øll fólk og allar tjóðir … (Inngangur)
Tað verður hildið fast við, at menniskju hava virði í sær sjálvum; at menniskju eru tey, sum eru “limir mannaættarinnar”, og dentur verður lagdur á, at rættvísi og friður í heiminum byggja á veruleikan, at øll menniskju hava somu rættindi og at einki menniskja kann missa hesi rættindi.
Í 3. grein í heimsyvirlýsingini stendur greitt: Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og persónliga trygd.
Barnarættindasáttmálin hjá ST
Heimsyvirlýsingin er síðan hon varð skrivað gjørd til ymiskar sáttmálar, sum lond kunnu skriva undir. Barnarættindasáttmálin hjá ST er ein teirra.
Í honum stendur:
Tey lond, ið eru partur av hesum sáttmála, sum … geva gætur – sum ásett í yvirlýsingini um rættindi barnsins samtykt á aðalfundi Sameindu tjóða tann 20. november 1959 – at “barnið, av tí at tað er kropsliga og sálarliga óbúgvið, hevur tørv á serligari vernd og umsorgan, m.a. nøktandi løgfrøðiligari vernd, bæði fyri og eftir tað er borið í heim”, … (Inngangur)
Í 6. grein í sáttmálanum stendur soleiðis: Luttakaralondini viðurkenna, at øll børn hava ein natúrligan rætt til lívið. Luttakaralondini skulu í størstan møguligan mun tryggja, at barnið livir og mennist.
Bæði fødd og ófødd eru menniskju
Stutt sagt: Mannarrættindi umfata øll menniskju – eisini ófødd menniskju. Ófødd eru limir í mannaættini, tey hava tørv á serligari verju, og vit eiga at gera alt, ið vit megna, at virka fyri at tey yvirliva. Tað hava vit øll ábyrgd at gera!