Aftur
Krav um at síggja fostrið við ultraljóðskanning
Ruth Norðgerð luttók tann 10. oktober 2023 í Breddanum (brotini kunnu hoyrast her) í samband við umrøðu av uppskotinum nýggja fosturtøkulóg.
Er ófødda barnið eitt mannalív?
Eitt av ítøkiligu uppskotunum til eina nýggja føroyska fosturtøkulóg, sum forkvinnan kom við í sendingini var, at kvinnur, sum ynskja fosturtøku, fyrst skulu síggja fostrið við ultraljóðskanning.
Hetta loypti øði í fleiri, millum annað kvinnulæknan í sendingini. Við Kringvarpið fanst hon at uppskotinum, sum hon kallaði óvirðiligt, tí tað sambært henni kann geva mammum størri skuldarkenslu.
Enn einaferð síggja vit, hvussu illa argumentið fyri fosturtøku hongur saman. Er ófødda barnið ikki eitt mannalív við virði og er fosturtøka tí moralskt als ikki problematisk – hvat er so at hava nakra skuldarkenslu um?
Skipað dehumanisering?
Man veruleikin ikki vera, at argumentið fyri fosturtøku byggir á skipaða dehumanisering av ófødda barninum? Og at ikki meira skal til at gera upp við hesa dehumanisering enn… ein mynd?
Les meira um týdninging av ultraljóðsmyndum her.