Einki úrslit

Aftur

Hvat siga myndirnar okkum? 

Lagna barnsins

Trupulleikin hjá tí ófødda barninum hevur altíð verið, at ongin gluggi er inn til lívmóðurina. Lagna barnsins er í hondum teirra, ið ikki kunnu síggja tað. Men seinastu árini er stór broyting farin fram á hesum øki. 

Í 2002 og 2003 høvdu ávikavist Time og Newsweek forsíðugreinar um nakrar sera hugtakandi ultraljóðsmyndir av óføddum børnum. 43 Newsweek skrivaði á forsíðuni: “Eigur eitt fostur at hava rættindi? Hvussu vísindini broyta kjakið.“ Allar grundgevingar hvørva sum døgg fyri sól, tá vit síggja ófødda barnið. 

Fyrimunir við ultraljóði 

Rebekah Nancarrow rindaði 80 dollarar fyri eina ultraljóðskanning hjá Planned Parenthood, men slapp ikki at síggja úrslitið, “tí tað einans fer at gera tað verri fyri teg“. Ótrygg um støðuna fór hon til eina barnakonumiðstøð, har hon fekk ókeypis ultraljóð og slapp at síggja. Tá segði hon: “Hevði eg ikki fingið ultraljóðsmyndina, so hevði eg fingið fostrið tikið. Men ultraljóðsmyndin sannførdi meg 100% um, at hetta var eitt lív inni í mær, ikki bara ein ella annar vevnaður ella klumpur.“ 

Thomas Glessner sigur: “Áðrenn ultraljóðstøknina var tað soleiðis, at av teimum barnakonum, ið umhugsaðu at fáa fostrið tikið, og komu til barnakonumiðstøðir til kanningar og ráðgeving, valdu umleið 20- 30% at verða verandi við barn. Men nú, ið miðstøðirnar hava fingið ultraljóðstøknina, er talið komið upp á 80-90%.“

Audrey Stout, sjúkrasystir, greiddi mær frá einari ultraljóðkanning, hon hevði gjørt. Hesa ávísu ferðina læt barnið “munnin upp og aftur, histaði, legði seg aftur á, eins og tað rembdi sær, og strekti síni smáu bein. Tað enntá hevði hendurnar fram, so mamman kundi telja fingrarnar. Mamman var sjónliga rørd av upplivingini.“ 

Tá Audrey var liðug við skanningina, spurdi hon mammuna, hvørjar ætlanir, hon hevði. „Hon svaraði: ‘Eg vil hava mítt barn.’ Eg spurdi hana síðan, um skanningin hevði havt nakra ávirkan. Hon segði: ‘Heilt avgjørt. Eg kom bara inn higar at fáa staðfest, um eg var við barn, so eg kundi fáa tað burturbeint – men nú vil eg hava barn mítt.’“

Túsundavís av slíkum søgum eru komnar frá barnamiðstøðum, ið nú brúka ultraljóð. Fleiri heimasíður á alnetinum vísa fram ótrúligar ultraljóðsmyndir – summar vísa heilt klárar myndir av óføddum børnum, sum sova, smíla, geispa ella remba sær.

Kortini er avnoktanin ómetaliga sterk. Tá eg vísti einum forsprákara fyri fríari fosturtøku eina mynd av einum átta vikum gomlum óføddum barni, spurdi hon meg: “Heldur tú veruliga, at tú fert at lumpa nakran við hesi følsku myndini“ 

Eg segði við hana, at hon kundi hyggja í lærubøkurnar á Harvard University Medical School ella blaða í tíðarritinum, Life,48 ella kanna bókina hjá Nilsson, Eitt barn verður føtt, og síggja júst somu myndirnar. Men hon vildi ikki hoyra hetta. Hví? Tí í veruleikanum segði hon, at tað uttan iva var eitt barn, sum var á myndini, men av tí at hon ikki vildi trúgva, at ein fosturtøka drepur eitt barn, so mátti hon nokta fyri, at hetta var ein verulig mynd. 

Tað, leivdirnar siga 

Filmurin „The Gift of Choice“ heldur uppá, at tað ófødda hevur “møguleika fyri at gerast ein persónur í framtíðini“. Men tað, sum eftir er eftir eina fosturtøku, eru smáir, men vælskaptir kropslutir – armar og bein, hendur og føtur, kroppur og høvd. Tær kropsligu leivdirnar geva ikki eina ábending um endan av einum møguligum lívi, men einum veruligum lívi. Um tú ikki vilt trúgva hesum, kanna so leivdirnar eftir eina fosturtøku. Um tú ikki megnar at hyggja, so spyr teg sjálvan hví. Um hetta bert var vevnaður og ikki eitt sundurlimað barn, so hevði tað ikki verið so ringt at sæð – ella hevði tað? 

Í handbókini Abortion Practice greiðir Dr. Warren Hern soleiðis frá: “Ein langur Moyo saksur kann verða neyðugur fyri at avhøvda og sundurlima fostrið.“ Tað er neyðugt at hava eitt høvd, um tú skalt avhøvdast, og kropslimir, um tú skalt sundurlimast. Kjøtklumpar og eindir av vevnaði verða ikki avhøvdað og sundurlimað. Hvussu ber tað til, at fólk, sum dáma væl at síggja blóðugar og drápiligar sjónvarpssendingar, kenna seg illa, tá tey síggja myndir frá fosturtøkum? Um slíkar myndir sigur feministurin Naomi Wolf: 

“Fyri fleiri, ið tala fyri fosturtøku, eru slíkar myndir andstyggilig propaganda. Fleiri okkara halda, at hesar ræðuligu myndir hoyra talsfólkunum fyri lívi til… at tær ímynda upphugsaða harðskapin, ið hevði, um hann fekk møguleikan, gjørt heim okkara til ein kúgandi og óunniligan stað. “Fólk sum vit“ síggja slíkar myndir sum tað pornografiska tilfarið hjá rørsluni fyri lívi. Men verulig feminisma byggir á grundleggjandi sannleikar… Ógvusligar myndir av fosturtøkum virka frálíkt sum politiskt kjak hjá rørsluni fyri lívi; men myndirnar eru ikki kjak í sær sjálvum; tær eru lívfrøðiligir veruleikar. Tað vita vit.“

Rætturin at verða verandi óvitandi 

Tá eitt valevni, sum er ímóti fosturtøku, nýtti myndir av tiknum fostrum í sjónvarpslýsingum, vóru fólk í øðini. Eitt tíðindafólk hjá CBS Evening News segði, at nú var fosturtøkukjakið sokkið so djúpt sum ongantíð áður. Løgið er tað, men ongin øsing stóðst av, at børn verða myrd, men bara av, at onkur hevði dirvi at vísa, at tey verða myrd. 

Spurningurin, vit áttu at sett, er ikki: “Hví vísa talsfólk fyri lívi hesar myndir,“ men “hví vil nakar verja tað, sum kemur fram á hesum myndum?“ Tað snýr seg ikki um, at myndirnar av óføddu børnunum eru blóðugar, men at tær vísa veruleikan, sum rørslan fyri lívi umboðar. 

Ultraljóð og innvortismyndir eru ikki andstyggiligar, men vakrar og hugtakandi. Íðan, fagna talsfólk fyri fríari fosturtøku ikki hesum myndum? Nei. Felagsskapir, ið berjast fyri rættinum til fría fosturtøku, hava enntá víst á ultraljóðsmyndir sum “vápn“ í hondunum hjá teimum, sum eru ímóti fosturtøku. Nú bjóða klinikkir og fyritøkur eisini Real-Time 3D (viðhvørt eisini nevnt 4D) ultraljóðsmyndir av óføddum børnum, sum smíla, njósa og geispa. Í einum kjaki á PBS segði eitt pallborðsfólk, at slíkar myndir gera, at “tú fært eitt ósunt tilknýti til barnið“. Legg merki til orðavalið: “Barnið.“ Ultraljóðstøknin pilkar sundur ta aldargomlu grundgevingina fyri fosturtøku: “Tað er ikki eitt barn.“ Fólk siga nú: „Hvat tosar tú um? Sjálvandi er tað eitt barn – hygg bara!“ 

At vinna á avnoktanini 

Holocaust var so andstyggiligt, at orð einans ikki megnaðu at lýsa ræðuleikarnar. Í langa tíð høvdu frágreiðingar um týningarlegurnar verið prentaðar í amerikonskum bløðum, men ikki fyrr enn hesi bløð byrjaðu at prenta myndir av dripnum fólkum, vaknaði tað amerikanska fólkið. Um tað ikki var fyri myndirnar, høvdu flestu okkara enn í dag ikki trúð ella skilt Holocaust. 

Eg vitjaði ein hægri skúla, har ein bólkur fyri lívi hevði hongt upp eina myndarøð av børnum, tikin við fosturtøku, við síðuna av myndum úr týningarlegunum hjá nasistunum, av vígvøllunum, úr amerikonsku trælasøguni og øðrum søguligum ræðuleikum. Skelti við ávaringum um møguliga stoytandi myndir vórðu hongd upp, so øll, ið hugdu, høvdu sjálvi valt at hugt. Eg sá ta djúpu kensluligu ávirkanina, hesar myndir høvdu á bæði næmingar og lærarar, eisini á tey, ið ikki vildu trúgva tí, tey sóu. 

Talsfólk fyri djórarættindum siga, at fyri at tala sína søk mugu tey vísa ræðuligar myndir, har eitt nú nósar verða bukaðir til deyðis við keppi. Um tað er góðtikið at síggja slíkar myndir, eiga vit so ikki eisini at síggja myndir av fosturtøkum? Og um fosturtøkur ikki drepa børn… hví eru hesar myndir tá stoytandi? 

Var loysnin til Holocaust at banna teimum ræðuliga myndunum? Ella var loysnin at steðga drápunum? 

Er loysnin til fosturtøku at sleppa av við myndir av deyðum børnum? Ella er tað at sleppa av við tað, sum drepur hesi børn? 

(Brot úr bókini: Hví verja Lív)

Pro Vita í KVF um ultraljóð kanningar og fosturtøku.