Einki úrslit

Aftur

Dagføring frá WHO: Fosturtøkur fremsta deyðsorsøk í heiminum í 2024

Sambært dagføring frá WHO vísa tøl frá 2024, at tað vera áleið 73 milliónir fosturtøkur framdar árliga um allan heim. Fosturtøkur av óføddum børnum er tískil fremsta deyðsorsøk í heiminum í 2024.

Ørkymlandi hagtøl

Fosturtøkur krevja árliga fleiri lív enn krabbamein og enn sjúkur tengdar at royking tilsamans.

Í Amerika verða 1.500 til 2.500 fosturtøkur framdar hvønn dag, sum gevur eitt samlað tal á 930.160 í 2020 (Guttmacher Institute).

Sambart Worldometers, enda næstan 20% av øllum viðgongum í USA (at missa barnið verður ikki rokna uppí) við fosturtøku.

Mett verður síðan 1973 hava 66 milliónir ófødd mist lívið í USA vegna Roe v. Wade, sum tó bleiv broytt aftur í 2022 av hægstarætti í USA. .

Í Danmark verða eini 15.000 fosturtøkur framdar um árið. í Føroyum vóru 43 fosturtøkur framdar í 2024, sum er áleið tað sama, sum tveir skúlaflokkar. Í Føroyum síggja vit nú eisini minkandi føðitíttleika og øktar fosturtøkur. Føðitíttleikin í Føroyum hevur annars verið rættiliga støðugur síðani 2000 við 2,5 børnum fyri hvørja kvinnu. Hetta broyttist tí av álvara í 2023, tá føðitíttleikin varð skrásettur at vera 1,86. Tað var samstundis fyrstuferð nakrantíð, at Føroyar hevur havt ein føðitíttleiki undir 2.

Hvat fyri samfelag ynskja vit í Føroyum?

Menniskju, ið eru í neyð, hava brúk fyri hjálp. Vit eiga ongantíð at fara lætt um neyðina hjá okkara medmenniskjum. Men, tað er skeivt at royna at loysa trupulleikan hjá tí eina menniskjanum við at taka lívið hjá einum øðrum menniskja – eisini um seinna menniskjað er sera lítið.

Fosturvernd sigur tað øvugta, og eggjar kvinnuni at síggja møguleikar fram um forðingar, at finna sínar styrkir fram og mótið við. Latið okkum standa saman fyri fosturvernd, tí vit hava álit á, at føroyska kvinnan megnar tað, í øllum førum við eitt sindur av hjálp.