Aftur
Slóðbrótandi heimasíðu-app um fosturmenning frá Life Action felagsskapinum
Vindeyga inn til móðurlívið
Life Action er hevur latið úr hondum eina slóðbrótandi heimasíðu-app, Window to the Womb (“Vindeyga inn til móðurlívið”), sum letur brúkarar uppliva beinleiðis, hvussu ófødda barnið mennist í móðirlívi.
Appið er interaktivt við sokallaðum “timelapse” myndum, sum vísa serlig eyðkenni fyri hvønn dag av fosturmenningini.
Brúkarin kann so kann stegða á so hvørt og hyggja nærri at myndunum. Hetta gevur góðan møguleika fyri at síggja inn í móðurlívið við læknafrøðiliga neyvum og menniskjaligaligum timelapse myndum.
Serstøk góðska og smálutir
Hóast tað eru nógvar appir og heimasíður, sum fylgja fosturmenningin, so hava ongar verði, sum vísa fosturmenningina á henda hátt ella í tílíkum smálutum. Onnur amboð, sum eru tøk online, vísa bara ein brøkpart av myndum at ímynda nýggju mánaðir av menningini í móðurlívið, ella enntá við at samabera fosturmenningina við ymsar fruktir ella lutir.
Window to the womb vísir hvønn einasta dag av fosturmenningini við vísundaliga neyvum og framúrskarandi myndum.
Sum brúkarar læra seg at brúka heimasíðu-appina, kunnu tey velja at hyggja eftir einum timelapse av einari heilari viðgongu.
Ella, man kann seta á pausu eitt ávíst stað, og samvirka við myndirnar og filmsbrotini víðkjandi ymiskum fakta um fosturmenningina, sum er tøkt og soleiðis læra meira.
Myndirnar hava týdning
Tað er vælkent, at tá kvinnur hava møguleika at síggja ultraljóð av barninum, tær bera, minka sannlíkindini nógv, at tær útinna ynski um framda fosturtøku. Tað er hongur eisini saman við, hví ultraljóð skermurin oftast verður goymdur fyri kvinnum, sum fáa ultraljóð áðrenn fosturtøkan skal fremjast. Umframt hetta, móttaka kvinnurnar ikki altíð nóg neyva upplýsing um fosturmenning.
Við Window to the womb fylgir tí eisini eitt tilfar, við kreativum og innovativari tøkni, sum sum kann røkka kvinnum við barn um sannleikan um menniskjaliga virðið, sum barnið í teirra móðurlívi hevur.
Stovnari og forkvinna í Life Action, Lila Rose, segði m.a. soleiðis í tíðindaskrivi um møguleikan at síggja lívsins undur í móðurlívið.
“Window to Womb ikki einans lærir okkum um veruleikan av menniskjalívinum í móðurlívi, men er samstundis ein sterk fordøming av fosturtøku. Tað er eingin orsøk fyri manglandi vitan. Hendan samvirkandi upplivingin hevjar seg upp um gjáir, og gevur eina óhefta, vísundaliga neyva granskan av hvussu menniskju mennast. Tað er tí ein áheitan at sameinast í at viðurkenna rættin til lív, og at hava eina atferð um vísir, at hvørt einstakt barn hevur virði. At skilja sannleikan um lívið í móðurlívið noyðir okkum at verja øll børn, eisini ófødda barnið í móti fosturtøku”.
Kelda: Life Action