Einki úrslit

Aftur

Landsstýriskvinnan í heilsumálum svarar um fosturtøkur í føroyska heilsuverkinum

Fyrispurningur til landsstýriskvinnuna

Jenis av Rana, løgtingsmaður, sendi 4. februar í ár, Súsonnu Bertholsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, skrivligan fyrispurning eftir § 53, stk. 3 í tingskipanini, í løgtingsmáli nr. SS-005/2024 um fosturtøkur í føroyska heilsuverkinum.

Les meira her.

Spurningarnir, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður setti, snúgva seg um talið av fosturtøkum seinastu 10 árini, orsakir til fosturtøkur, aldursbólkar hjá kvinnunum, ið fáa framt fosturtøku, nær í viðgongutíðini fosturtøkurnar verða framdar, umframt hvørji onnur tilboð enn fosturtøka eru tøk, og hvør ráðgeving verður veitt í samband eftir eina fosturtøku.

Landstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur nú svarað Jenisi av Rana, løgtingsmani upp á teir seks skrivligu spurningarnar.

Hvussu nógvar fosturtøkur hava verið framdar í Føroyum seinastu 10 árini?

Seinastu 10 árini, íroknað árið 2024, hava fosturtøkurnar í Føroyum ligið millum 19 og 43 árliga. Tølini fyri 2024 vísa 43 fosturtøkur. Føroyar hava færri fosturtøkur í mun til hini norðanlondini.

Hvørjar vóru orsakirnar, ið vórðu brúktar sum umbøn fyri at fáa fosturtøku?

Landsstýriskvinnan greiðir frá, at orsakir til fosturtøkur verða ikki skrásettar av Sjúkrahúsverkinum. Kommunulæknar hava tær innleiðandi samrøðurnar við kvinnurnar, áðrenn ein ávísing til fosturtøku verður gjørd við støði í galdandi lóggávu.

Aldursbýti hjá kvinnum, sum fáa fosturtøku

Nær í viðgongutíðini verða fosturtøkur framdar?

Landsstýriskvinnan svarar, at flestu fosturtøkur í føroyska heilsuverkinum verða framdar innan viku 10-12 í viðgongutíðini. Nakrar einstakar fosturtøkur verða framdar seinni, vegna álvarsligt brek hjá fostrinum, sum verður staðfest við skanning í viku 18-20.

Hvat annað tilboð verður bjóðað enn fosturtøka?

Í samband við, um onnur tilboð enn fosturtøka, verða bjóðað kvinnum, ið ynskja fosturtøku, sigur landsstýriskvinnan í svari sínum, at kvinnur fáa bjóðað ráðgeving og stuðul, m.a. frá fosturtøkuráðgevingini hjá Gigni og øðrum sosialum myndugleikum.

Ráðgeving og uppfylging eftir fosturtøku

Eftir eina fosturtøku verður veitt ráðgeving um fyribyrging, og kvinnan kann fáa sett spiral ella p-stav, ella fáa fyribyrgjandi heilivág, staðfestir Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.