Aftur

Fosturtøkur í føroyska heilsuverkinum
Skrivligur fyrispurningur um fosturtøkur
Jenis av Rana, løgtingsmaður, sendi 4. februar í ár, Súsonnu Bertholsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, skrivligan fyrispurning eftir § 53, stk. 3 í tingskipanini, í løgtingsmáli nr. SS-005/2024 um fosturtøkur í føroyska heilsuverkinum.
Freistin hjá landsstýriskvinnuni at svara er 22. februar í ár.
Spurningarnir eru hesir:
Spurningar:
- Hvussu nógvar fosturtøkur hava verið framdar í Føroyum seinastu 10 árini- íroknað ár 2024?
- Hvørjar vóru orsakirnar, ið vórðu brúktar sum umbøn fyri at fáa hesar hesar fosturtøkur gjørdar? Her verður biðið um tøl fyri hvørja orsøk sær.
- Í hvørjum aldursbólkum vóru kvinnurnar, ið fingu hesar fosturtøkur gjørdar?
- Nær í viðgongutíðini vórðu hesar fosturtøkur framdar?
- Hvat annað enn fosturtøka varð bjóðað fyri at loysa teir trupulleikar, sum tær fosturtøkusøkjandi søgdu liggja aftanfyri teirra ynski um fosturtøku?
- Hvør ráðgeving, hvør hjálp, hvørjir batar og hvør uppfylgjandi stuðul varðveittur kvinnuni og/ella foreldrunum aftaná framdu fosturtøkuna?
Viðmerkingar til spurningarnar
Jenis av Rana, løgtingsmaður, sigur m.a. í viðmerkingum sínum til spurningarnar til landsstýriskvinnuna á, at talið av fosturtøkum í heiminum er uml. 50 milliónir árliga og í Føroyum eru uml. 40-50 árliga, svarandi til tveir skúlaflokkar.
Sjálvandi er føroyska talið lágt samanborið við onnur lond, men tó eru tað alt ov nógvar fosturtøkur, tí eingin eigur at avgera, hvør skal liva. Rætturin til lív, eisini hjá ófødda barninum, eigur at vera grundarlagið í einari møguligari føroyskari grundlóg.
Fosturtøka verður ofta kallað “frí”, men hetta er mótsøgn. Tað ófødda barnið er høvuðspersónurin, men hevur einki val. Frælsi verður tikið frá hesum barni. Fosturtøka merkir í veruleikan ófrælsi fyri júst hetta barnið.
Politikarar og heilsustarvsfólk eiga at veita stuðul og hjálp til barnið og foreldur tess, við ráðgeving, stuðul og fíggjarligari hjálp, bæði áðrenn og eftir føðing barnsins. Talið av nýføðingum er minkað og talið av fosturtøkum hækkað. Men, tiltøk fyri at stuðla øktum burðartølum er framvegis ikki sett í verk. Hetta er ein stórur trupulleiki fyri framtíðina hjá Føroyum.
Neyðugt við upplýsing
Í Provita taka vit undir við, at fosturtøkuøkið í Føroyum verður betri lýst og fylgja tí við í gongdini í hesum málinum.