Aftur
Er fosturtøka eitt frítt val?
Miðlin Frihedsbrevet hevði í fjør summar eina poddvarpsrøð um fosturtøku. Røðin kom út í august 2023 og kallaðu tey hana, “Vit hava tikið abort”.
Endamálið við røðini er, “at taka allar síður av eldfimu sakini um abort við, og geva eitt svar uppá – hvussu skal abortlógin 2023 síggja út?”
Kjak í miðlunum
Í triðja parti, sum snýr seg um “Anti-abort rørsluna”, Ruth Norðgerð, umboð hjá Pro Vita, framat mikrofonini (neyðugt at vera limur hjá Frihedsbrevet fyri at lurta eftir poddvarpinum).
Hóast tað nokk ikki mundi vera nakar ivi um, hvar journalisturin hjá Frihedsbrevet stóð viðvíkjandi spurninginum um fosturtøku, so tyktist tað sum, at hon varð bilsin av nógvum av tí, Ruth greiddi henni frá, bæði um m.a. sosiala arbeiðið hjá Pro Vita og um hennara egnu persónligu søgu um eina trupla viðgongutíð (hoyr Ruth greiða nærri frá sínari søgu í einum øðrum innslagið í KVF her).
Sera nógv alment kjak komst í kjalavørinum av allari poddvarpsrøðini, serliga í samband við um kvinnan skal hava frítt val ella ikki til fosturtøku.
Í Pro Vita vilja vit altíð gera okkara til, at kjakið verður lyft á eitt hægri støði, sum snýr seg um virðir, samstundis sum vit als ikki ynskja at smæðast við at seta orð á veruleikan, sum fosturtøka hevur við sær.
Fría valið?
Pro Vita vísir enn einaferð á, at fosturtøka als ikki snýr seg um frítt val, tá ið vit liva í einum landi, har lítil og eingin hjálp er at finna hjá teimum kvinnum, sum kenna seg noyddar at velja fosturtøku.
Ikki eingong tær kvinnur, sum sambært føroysku fosturtøkulóggávuni hava loyvi at fáa fosturtøku, fáa nakra hjálp bjóðaða.
Hetta vísir okkum, hvussu stutt vit í veruleikanum eru komin á javnstøðuleiðini. At fosturtøka er eitt frítt val fyri kvinnuna er tí ósannindi, tí eingin onnur loysn er. Fosturtøkan vísir bara á manglandi valmøguleikar. Les meira her.