Aftur
Eiga at hava aðrar møguleikar enn fosturtøku
Tveir dagar eftir, at landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárasson Petersen, hevði tíðindafundin um ætlanirnar at broyta fosturtøkulógina frá 1956, var Ruth Norðgerð í Kringvarpinum. Hon m.a vísti á hvussu lítið upplýst fosturtøkumálið er til politiska støðutakan.
Hvussu eru umstøðurnar hjá kvinnum í Føroyum?
Tað er ikki ein gongd leið at víðka um fosturtøkulógina, tá ið man ikki kennir umstøðurnar hjá føroyskum kvinnum, sum taka fosturtøku.
Ábendingar eru um, at sosialar skipanir ikki eru nøktandi. Í hesum sambandi vísti Ruth til sína persónligu søgu. At hon í sambandi við ein trupla viðgongutíð ikki hevði nøkur onnur rættindi til alment tilboð annað enn til fosturtøku.
Tað hevði tí m.a. verið meira nærliggjandi at gjørt aðrar dagføringar, s.s. at broytt steriliserisatiónslógina heldur enn at víðka um fosturtøkulógina.
Innslagið kann hoyrast her.