Fosturmenning vika 5-9
5 vikur
Skapið mennist
Beinagrindin harðnar, kynsgøgnini byrja at mennast, og høvdið hjá fostrinum er lutfallsliga størri enn kroppurin.
Halin, sum fostrið enn hevur, fer at gerast til tvey bein. Knubbar til armar og bein eru byrja at mennast.
6 vikur
Kroppsskipanin og lívsgøgnini mennast
Allar tær týðandi kropskipanirnar og yrkisgøgnini mennast. Fostrið hevur fitjukendar hendur og føtur. Eyguni eru sjónlig.
Nalvastrongurin er fult mentur og gevur fostrinum súrevni og blóð. Heilavirksemi kann nú mátast.
7 vikur
Tenn og smakkisansur
Tenn og smakkisansur mennast. Nú byrjar beinagrindin eisini at mennast, eitt nú óstbeinini og kjálkabeinini.
Tey fýra hjartakømurini eru eisini ment.
Vøddar og kropsskap minna nú nógv um menniskjaskapið.
Fostrið fer at fáa serstakt andlitsbrá, limir, yrkisgøgn, bein og vøddar.
8 vikur
Armar, hendur og fingrar
Armar, hendur og fingrar eru fult mentir, fitjurnar eru burtur! Fingraneglir og táneglir byrja eisini at mennast. Uttara oyra mennist. Eygnalokini byrja eisini at dekka eyguni.
Móti endanum av 8. viku, hevur lítla fostrið fingið fingrar og tær, albugar og knø. Øll lívsgøgn er blivin til, hjartað pumpar, og fostrið líkist, hóast teir stuttu armarnar og tað stóra høvdið, einum lítlum barni.
Fostrið er nú tveir mánaðar gamalt og vaksið frá uml. 0,2 mm til uml. 3 cm. Hóast evarska lítið, hevur barnið nú 90% av kropsskapinum líka sum eitt vaksið menniskja.
Nú kann mamman taka eina gitnaðarkanning fyri at vita, um hon er við barn.
Kynsgøgnini mennast, men enn er ov tíðliga at síggja tey á ultraljóðkanningini.
9 vikur
Flytir seg runt og kannar umhvørvið
Fostrið byrjar nú at flyta seg runt og letur hendurnar og munnin upp og aftur. Tað kannar umhvørvið hjá sær inn í lívmóðurini.
Knøðini, skinnabeinini og albogarnir rigga at sparka og trýsta við, men enn merkir mamman einki til hetta.
Beinagrindin harðnar framvegis, men húðin er gjøgnumskygd. Andlitseyðkennini blíva meira framstandandi.
Komandi 7 mánaðirnar, brúkar fostrið til at vaksa í. Fostrið vigar í 9. viku einans 10 gram og er 4-5 cm til longdar.
Filmsbrot um fosturmenning (vika 1-9): frá kyknu til fostur. Hjarta bankar fyri fyrstu ferð, móðurkakan og nalvastrongur blíva til. Eitt lítið menniskja, hevur fingið sítt grundleggjandi skap, og er byrjað sína menning.