Einki úrslit

Fosturmenning 28-38

28 vikur

Húðarliturin mennist

Húðkyknurnar hjá barninum framleiða melanin, sum geva húðini lit. Meira melanin kyknurnar framleiða, myrkari verður húðin. Men, mesta av melanin framleiðsluni hendir ikki fyrrenn eftir føðing. Endaligi húðaliturin hjá barninum verður tí ikki mentur fyrrenn umleið 6 mánaðar aldurin.

Barnið hevur nú helst meira hár á høvdinum enn á restini á kroppinum. Lanugo – fína hárið, sum byrjaði at veksa á kroppinum hjá barninum fyri nøkrum mánaðum síðani byrjar í stóran mun at hvørva áðrenn barnið verður føtt.

Barnið hevur eyguni vítt opið og kann síggja kám skøp. Skjótt mennist sjónin til, at sjónopið minkar og veksur, og soleiðis loyvir meira og minni ljósi inn.

Í móti endanum av 28. viku vigar fostrið 1300 gr og mátar 35 cm. Tær seinastu 10 vikurnar skal fostrið trífalda sína vekt. 

29 vikur

Fimleikur um náttina

Barnið byrjar at taka uppá í vekt og fitnar, sum tað byrjar at lagra neyðuga feittið í húðini. Restina av viðgongutíðini fer barnið at taka nógv uppá fyri at gera seg klárt til føðingina.

Barnið strekkir, sparkar og ger fimleik í búkinum. Ja, so mikið nógv, at mamman kann hava torført við at sova um næturnar. Men, alt hetta er púra vanligt og eitt heilsugott tekin.

Heilin hjá barninum byrjar av álvara at mennast í seinasta trimestrinum, nú er vektin hjá barninum trífaldað.

30 vikur

Góð jarngoymsla

Kroppurin hjá barninum goymir týdningarmikil mineralir, so sum jarn, kalsium og fosfor. Jarngoymslan, sum barnið fær nú, varar eisini fyrstu 6 mánaðar eftir føðingina, inntil barnið byrjar at eta fasta føði.

Um barnið er ein drongur, eru hansara uttaru kynsgøgn ment og steinarnir byrjaðir at koma í pungin. Um barnið er ein genta, er hennara lívmóður og øll hennara egg, ment og komin upp á pláss.

31 vikur

Tað byrjar blíva trongt

Beinini í skøltunum hjá barninum eru ikki føst enn, sum ger at tey kunnu flyta seg og yvirlappa eitt sindur. Hetta ger tað lættari fyri barnið at passa gjøgnum føðikanalina. Trýstið á høvdið hjá barninum undir føðing er so ógvusligt, at nógv børn verða føddd við einum spískum høvdi. Beinini á skøltinum koma ikki heilt saman fyrrenn tíðliga í vaksnamanna árunum, soleiðis, at heilin kann blíva við at vaksa og mennast í gjøgnum barndómin og tannáringaárini.

Tað byrjar at gerast trongt inn í búkinum, so barnið ger ikki líka nógvan fimleik. Men, mamman merkir enn umleið líka nógvar rørlsu. Eftir, at barnið setur seg við høvdinum niðureftir, fyri at fyrireika seg til føðingina, merkir mamman helst spørk í nýggjum støðum, m.a. undir hennara rivjabeinum.

32 vikur

Barnið fitnar

Nú eru fingraneglirnar vaksnar út til endarnar av fingrunum.

Húðin er minni rukkut, reyð og gjøgnumskygd. Hon blívur bleytari, so sum barnið tekur uppá og føðingin nærkast. Barnið fitnar allastaðnis nú. Bæði armar og bein, byrja av álvara at fitna.

33 vikur

Serstakt svøvnmynstur

Barnið er væl vart av umleið einum litri av fosturvatni. Hetta økist í viðgongutíðini inn til fáar vikur áðrenn føðing og síðani minkar tað aftur stigvíst til sjálva føðingina.

Nýrini hjá barninum eru fult ment nú. Tey hava framleitt land síðani fostrið var 11 vikur.

Barnið hevur nú serstakt svøvnmynstur, sum mamman kanska eisini kennur, tí barnið flytir seg meira, tá tað er vakið og minni, tá ið tað svevur.

34 vikur

Fullment lungu

Nú eru lunguni hjá barninum klár til heimin uttanfyri lívmóðurina. Tá barnið andar inn fyrstu ferð – innan 10 sekund eftir føðingina, vaksa lunguni og fyllast við luft.

Barnið missir nú mesta av lanugo hárunum, umframt voks kenda evninum vernix caseosa, sum verjir húðina hjá barninum í móðurlívinum. Barnið svølgir hesi bæði evnini, umframt aðrar útskiljingar. Hetta ger eina svarta blanding, ið kallast meconium, sum kemur til sjóndar í fyrsta kukkinum hjá barninum eftir føðingin.

Um barnið var føtt nú, hevði tað hóast tað var tíðliga, havt góðar fortreytir fyri at klára seg væl.

35 vikur

Hárlitur og hársnið

Mong børn hava nógv hár, tá ið tey verða fødd, men summi hava bara eitt lítið sindur. Summi missa hárið eftir føðingina og fáa síðani ein annan lit og annað slag av hár.

Tað er ikki vist, at tú sært sanna eygnalitin hjá barninum beint eftir føðingina. Summi børn eru fødd við teirra endaliga eygnaliti, men ikki øll.

Barnið heldur áfram at taka uppá. Nógva feittið ger húðina bleytari. Hetta fer at hjálpa barninum at halda hitanum eftir føðingina.

36 vikur

Feita og bleyta húð

Bæði neglirnar á fingrunum og bibbunum eru fult mentar, og tað kann vera neyðugt at klippa tær, tá barnið verður føtt.

Barnið hevur eitt gott lag av feittið, bleyta húð og hevur mist mesta av kropshárunum (lanugo).

37 vikur

Heilsast skjótt

Barnið heldur á at taka uppá og fitna fyri at stýra kropshitanum eftir føðingina. Barnið er nú umleið 50 cm og vigar umleið 3,2 kg. Dreingir viga ofta meira enn gentur.

Barnið hevur skipaði refleksir, dugir at venda høvdinum og tá ið tað er føtt, megnar tað at síggja andlitið hjá mammuni og taka í hennara fingrar. Nýføðingar síggja umleið 15-25 cm í frástøðu.

38 vikur

Føðingin

Plássið í lívmóðurini verður sum frálíður trongt, og fostrið fær nú bara trýst seg runt. Síðani tað bara er ein tunnur, tambaður lívmóðurveggur í millum fostrið og umheimin, fylgir tað við í øllum, sum hendur rundan um seg.

Eftir føðingina, er barnið til reiðar at liva uttan fyri verjandi lívmóðurina. Barnið kann anda, súgva og sodna. Samstundis hevur tað lært mammu sína væl at kenna av ljóðum, luktum og smakkum, so tað veit, hvar tað hoyrir heima.

Menningin er als ikki liðug. Vøddar og bein halda áfram at vaksa komandi 18. – 20. árini, og tað sama ger nervalagið. Barnið skal læra at grulva, ganga, tosa, skriva og ogna sær vitan og praktiskar førleikar.

Kynsmenningin verður liðug sum nakað av tí seinasta. Um 12-13 ára aldurin kemur av álvara ferða á hesa menningina, ið ger dreingin til mann og gentuna til kvinnu. Ein menning, sum ger tað møguligt hjá tí nýggja lívinum sjálvt at skapa lív.

Lívið er treytaleyst virðismikið, alt lívið. Frá gitnað til náttúrligan deyða. Eitt menniskja er tí ikki nakað man mennir seg til, men nakað ein mennir seg sum – alt lívið, heilt frá gitnaði av.

“Filmsbrot um fosturmenning (vika 28-37): seinasti parturin av barnsburðinum við vakstrarspurti, er nú. Heilin er í rúkandi menning. Fosturfeittið verður gjørt, og nakað sæst sikkurt eftir, tá barnið verður føtt. Vónandi setur barnið seg eisini nú seg fast við høvdinum niðureftir í økinum kring kokuna”.