Einki úrslit

Fosturmenning vika 21-27

21 vikur

Barnið hoyrir væl

Barnið hoyrir nú meira til ljóð, sum koma frá umhvørvinum rundan um seg, so sum røddina hjá mammuni og pápanum. Gransking vísur, at barnið soleiðis lærir at kenna rødduna aftur hjá mammuni, og barnið fyrirtrekkir greitt rødduna hjá mammuni frammum aðrar.

Spørkini frá barninum byrja eisini at merkjast alt meira. Mamman byrjar kanska eisini at merkja eitt mynstur í rørslunum hjá barninum, m.a. í samband við hennara egnu máltíðir ella um hon leggur seg niður.

22 vikur

Lunguni styrkjast

Lunguni hjá barninum mennast og styrkjast við rúkandi ferð og geva rúm fyri súrevni og koltvísúrni.

Eygnabrýdnar byrjaðu at vaksa fyri nøkrum vikum síðani, og nú venur barnið seg kanska við at brúka tær og andlitsvøddarnar at lyfta tær upp og niður.

23 vikur

Barnið byrjar at taka uppá

Barnið byrjr nú at fáa tann eyðkenda pinkubarnafitan. Rukkuta húðin, verður meira sløtt og barnið byrjar at líkjast meira og meira einum nýføðingi.

Um tú sást barnið nú, so hevði tú møguliga sæð hvønn hárlit og hvat hárslag barnið hevði.

Barnið svevur fyri tað mesta. Tað er ein ringrás í millum REM (rapid eye movement) svøvn og ikki-REM svøvn hvørjar 20 til 40 minuttir.

24 vikur

Barnið reagerar upp á umhvørvið

Barnið byrjar at inntaka smáar mongdir av fosturvatni, sum er avgerðandi fyri, at lunguni mennast.

Barnið hoyrir ikki einans tína rødd, men tað reagerar upp á tína rødd, við broytingum í sínum hjartaljóði, andadrátti og rørslum. Er eitthvørt ljóð serliga hart, kann barnið gerast skakt – og mamman kann merkja barnið flyta seg. ultraljóð kanningar hava eisini víst broytingingar í andlitsbragdinum hjá børnum, tá tey hoyra tónleik í móðurlívi.

Um barnið er ein drongur, byrja steinarnir at koma niður í pungin. Hetta tekur einar tveir til tríggjar mánaðir.

25 vikur

Barnið hyggur!

Barnið kann nú lata eyguni upp og aftur!

Barnið reagerar møguliga eisini upp á ljós: um tú skínur eina lummalykt á búkin, kanst tú merkja rørslur og spørk frá barninum.

Smærri og rútmiskar rørslur, ið tú merkir, eru mest sannlíkt tí, at barnið histar. Hvør slík løta varar bara eina lítla løtu og er púra vanlig. Mamman kann taka tað heilt róligt og njóta tað, hóast, tað kann kennast løgið.

Lunguni hjá barninum byrja framleiða serlig evni, sum hjálpa lítlu luftsekkunum í lungunum at vera opnir, sum ger tað møguligt hjá barninum at anda eftir føðingina.

26 vikur

Heilin og nervaskipanin mennast enn meira

Heilin hjá barninum veksur við rúkandi ferð.

Sansirnir, hoyrn, luktur og nerting eru ment og virka.

Autonoma nervaskipanin (sum stýrir óviljaðum rørslum) fær nýggjar uppgávur. Serliga byrjar hon at stýra kropshitanum hjá barninum og rútmisku andadrátsrørslunum, sum menna og styrkja lunguni hjá barninum.

27 vikur

Beinagrindin styrkist

Beinagrindin hjá barninum brúkar nógv kalsium, umleið 250 milligram verða upptikin hvønn dag, so hvørt sum beinini harðna. So tað er gott, um mamman eisini fær ríkiligt av kalsium sjálv.

Mergslíðri (myelin) byrjar at mennast fyri at verja nervakyknurnar, hetta heldur áfram eisini eftir at barnið er føtt.

“Filmsbrot um fosturmenning (vika 21-27): seinna helvtin av barnsburðinum byrjar. Títt lítla barn liggur merkir inni í lívmóðurini. Nú at drekkur barnið fosturvatn og ger eisini  andadrátsvenjingar. Tað liggur eisini og hyggur runt í myrkrunum í lívmóðurini.”