Fosturmenning vika 15-20
15 vikur
Beinagreindin harðnar
Nú veksur fostrið av álvara í longd. Tað hevur nú fingið hár og man sær eygnabrýdnar. Fostrið er byrjað at brúka sínar sansir.
Nalvastrongurin veksur og blívur sterkari. Nalvastrongurin gevur fostrið føði og leiðir leivdir burtur.
Beinagrindin harðnar alt meira. Fostrið byrjar eisini at fáa sveittakertlar.
16 vikur
Sparkini byrja at merkjast
Nú kann tað verða, at mamman byrjar at merkja, at barnið sparkar í búkinum.
Lunguni byrja nú at mennast.
17 vikur
Sansamenning
Sansamenningin gongur við rúkandi ferð og heilin mennir serstøk øki til lukt, smakk, nerting, hoyrn og sjón.
Eitt hvítt evni, “vernix caseosa”, dekkar allan kroppin hjá fostrinum. Hetta mýkir húðina og verjir hana frá skaðandi bakterium og hjálpir lungunum og sodningini at mennast.
18 vikur
Fostrið veksur
Fostrið veksur, men er tó enn sera lítið. 18 vikur gamalt vigar tað bara 300 gr.
Fostrið tekur við hondunum t.d. í nalvastrongin og flytir seg málrættað.
19 vikur
Súgvirefleks
Súgvirefleksið hjá barninum mennist nú og á ultraljóðskanningum kann man nú síggja, um fostrið sýgir tummilin hjá sær.
Fostrið er áleið 27 cm til longdar og vigar umleið 400 gramm. Til samanberingar við eina gularót.
20 vikur
Kann yvirliva við serkønari hjálp
Fostrið hevur nú fín hár (“lanugo”) á øllum kroppinum. Lag av feitti byrjar at lagrast undir húðini, men enn er barnið sera nett.
Fostrið hoyrir meira og meira, betri hoyrnin blívur. Tað hoyrir hjartaljóðið og sodningina hjá mammuni. Tá barnið er føtt, dámar tað kanska væl at hoyra “white noise”, tá ið tað skal sova. Tað er tí, at tað minnir um hvussu tað var inni í móðurlívinum.
Barnið kann møguliga yvirliva við føðing nú, við serkønari læknafrøðiligari hjálp.
“Filmsbrot um fosturmenning (vika 15-20 ): lítla fostrið veksur av álvara nú og økir sína vekt, beinini gerast hørð og sansirnir mennast. Tað lítla fostrið byrjar at hoyra, hvat hendir uttanfyri lívmóðurina. Fyrstu rørslurnar hjá fostrinum byrja at merkjast.”