Einki úrslit

Fosturmenning vika 10-14

10 vikur

Fostrið veksur 

Fostrið kann nú súgva sín tummilfingur, nema við sítt andlit, lata hendurnar upp og aftur, taka í okkurt og strekkja seg út inn í búkinum á mammuni.

Fostrið fær nú sereyðkennini hjá einum barni við bogaðum enni og einari lítlari upprendari nøs. Tey primitivu beinini byrja at gerast hørð, og fostrið flytir seg lívliga, hóast mamman enn ikki merkir tað. Tað hevur lítlar negl á fingrunum og bibbunum.

Fostrið er áleið stødd við eina lime frukt.

Greitt er nú, um tað er ein drongur ella ein genta.

11 vikur

Fostrið dugir at svølgja

Nú dugir fostrið at svølgja fosturvatn. Fostrið pissar eisini. Hendan tilgongdini endurtekur seg og verður eisini partvís til tað, sum einaferð verður til tann fyrsta kukkin hjá barninum, tá tað verður føtt.

12 vikur

Fostrið skapar sær

Fostrið hevur nú meira tamarhald á vøddunum. Tað skapar sær í andlitinum og ger tyggi- og súgvirørslur.

Hársekkir byrja eisini at mennast djúpt inni í húðini á fostrinum.

13 vikur

Fostrið geispar

Beinini eru enn longri enn armarnir. Fostrið líkist meira og meira einum lítlum menniskja.

Smakkileykirnir byrja at mennast og fáa samband við nervalagið.

Tað hevur eygnalok, eygnabrýr, negl, fingrar, bibbur, hár. Fostrið geispar eisini nú.

14 vikur

Sum ein avokado

Fostrið er nú áleið á stødd við eina avokado. Lítla hjartað pumpar áleið ein litur av blóð runt í kroppinum.

Á høvdinum verður eitt hármynstur ment, sum fer at fylgja barninum restina av lívinum. Nýggir hársekkir koma ikki eftir føðing.

“Filmsbrot um fosturmenning (vika 10-14): hjartað pumpar og fostrið byrjar at bólta runt inni í lívmóðurini, uttan, at mamman enn leggur hetta til merkis. Øll yrkisgøgnini er í rúkandi menning.”