Einki úrslit

Fosturmenning vika 0-4

0 vikur

Ferðin til lívmóðurina

Lívið byrjar við gitnaði. Frá tí løtu, eggið frá kvinnuni verður gitið við sáð frá manninum byrjar eitt nýtt lív.

Eitt gitið egg er eitt nýtt lív við egnum og serstøkum DNA, sum eingin annar í heimsøguni.

Tað gitnað eggið byrjar beinanvegin at deila seg. Eftir trýggjar dagar eru tað 12-16 kyknur og aftaná 4 dagar ein heilur bólkur av kyknum. Samstundis ferðast tað longur og longur niður ígjøgnum eggjaleiðaran til lívmóðurholuna.

Støddin er uml. 0,14 mm, og tann verjandi protein hinnan umfevnir enn tað lítlu lívveruna. Fimta dagin nær lívveran framm til lívmóðurholuna og protein hinnan hvørvur.

Nú byrjar lívveran at broyta seg, í tí, at tær kyknur, ið skulu gera móðurkakuna – føðslugoymslan hjá lívveruni – skilja seg frá. Lívveran ger seg klára at vaksa seg fasta í lívmóðurslímhinnuna.

1 viku

Fostrið leitar eftir verju og nøring

So skjótt sum fostrið kemur í samband við lívmóðurina, setur tað seg fast og síðani veksur tað seg inn í tí tjúkku og føðslugóðu slímhinnuna.

Tann byrjandi móðurkakan mennir seg av álvara og ger ein soppakendan vevna, ið syrgir fyri, at nøring og súrevni úr blóðinum hjá mammuni kann seyra inn til fostrið, og at affaldsstoffir verða burturbeind.

2 vikur

Trygga móðurlívið

Fostrið mennir seg ikki nógv hesa vikuna.

Tá vikan er at enda, umfevnir lívmóðurslímhinnan heilt um tað nýggja lívið. Mamman veit enn ikki, at hon er við barn.

3 vikur

Fostrið myndast

Tá 3. vika byrjar, líkist fostrið einari lítlari skivu, sum mátar 0,2 mm, men uppá fáar dagar fer ein stórur kyknuvøkstur framm, ið fær fostrið at vaksa bæði í longd og breidd.

Kyknurnar fáa ymiskar uppgávur. Tær fyrstu blóðkyknurnar blíva til, tær fyrstu nervakyknurnar blíva til, og tær fyrsta tarmkyknurnar blíva til.

Tað, sum blívur til nervaskipanina og heilan byrjar at taka skap, umframt eitt primitivt rørskapað hjarta, sum byrjar at banka.

4 vikur

Primitiva hjartað byrjar at banka

Í 4. viku knýtir fostrið seg av álvara saman, og ryggurin formast. Uppdeilingin av rygginum byrjar at hómast sum hvirlur, og sum frálíður vaksa rivjabein framm og frá teimum ovastu hvirlunum.

Fostrið hevur nú fingið sítt grundskap við høvdi og ryggi, krøkt rundan um búkin. Sambandið til móðurkakuna sæst nú við einum byrjandi nalvastreingi.

Ein lítil blóðæðraskipan rennur nú í gjøgnum alt fostrið, og tað lítla primitiva rørskapaða hjartað er byrjað at banka. Nú ber møguliga til at hoyra hjartaljóðið við vaginalari ultraljóðskanning. Fostrið hevur fingið sítt egna blóðrensl og sín egna blóðflokk.

Eyðkenni til eygu og oyru byrja at hómast, og inni í tí lítla nýggja kroppinum finnast nú bæði tarmar, lungu og livur. Fostrið er nú uml. 4 mm langt.

Filmsbrot um fosturmenning (vika 1-9): frá tí gitnað egginum til fostur. Hjarta bankar fyri fyrstu ferð, móðurkakan og nalvastrongur blíva til. Eitt lítið menniskja, hevur fingið sítt grundleggjandi skap, og er byrjað sína menning.