Einki úrslit

Aftur

Vit hava ábyrgd fyri tí menniskja, sum okkum er litið upp í varðveitslu

Hvat er tað ófødda?

Summi forsvara fosturtøku, hóast tey í grundini viðurkenna, at ófødda barnið er eitt menniskja við javnrættindum. Fosturtøkan verður í slíkum førum forsvara við, at kvinnan má sjálv avgera, hvat hennara kroppur verður brúktur til; hon skal hava rætt til at siga nei til tað bundnu uppgávuna, ið ein viðgonga er, eisini um tað merkir, at eitt javnvirt menniskjalív gongur til grundar.

Sjálvsræði?

Ein slík útinnan av sjálvræðinum hjá einstaklinginum, upp á kostnaðin av einum øðrum menniskja, er ikki bara skelkandi, men elvir til stóra stúran. Men, hvønn rætt kann man frásiga sær fyri tí medmenniskja, sum einum er litið upp í varveitslu? Eitt dømi dømi lýsir hetta:

Ein fiskimaður, sum er komin langt til havs, uppdagar argur, at ein forvitin lítil genta hevur sníkt seg umborð og situr nú heilt úti á stavninum í fiskibátinum. Forvænta vit ikki av hesum manninum, at hann ger alt, fyri at ansa eftir gentuni, inntil, at tey komin trygt til lands aftur? Eisini um tað krevur nakað av hansara monnum, og hóast hann uppá ongan máta hevur átikið sær uppgávuna framanundan?

Soleiðis er eisini við einari kvinnu, sum verður við barn. Eitt lítið menniskja er blivið til – væntað ella óvæntað – og er nú heilt bundin av júst henni, um tað skal varðveita lívið.

Hetta lítla menniskja er enntá ikki í fremmandum ella vandamiklum umstøðum, men er júst har, sum tað náttúrliga hoyrir til. Kvinnan skal ikki gera nakað, men bara lata tað vaksa, búnast og føðast. Hon hevur harumframt tað náttúrliga sambandið við barnið, at tað hennara egna kjøt og blóð.

Óvæntað ábyrgd – felags ábyrgd

Upp sama máta, sum hvør einstakur av okkum, sum á óvæntaðan og ólagaligan máta hevur fingið ábyrgd av einum øðrum menniskja í sína varðveitslu, hevur ein kvinna skyldu at verja barnið, sum veksur í henni.

Hendan skyldan krevur við sær, at samfelagið virðir hvat skyldan inniber. Tað er ein heilt grundleggjandi og eisini krevjandi uppgáva at finna loysnir upp á tær avbjóðingar, sum ein viðgonga kann hava sær. Tað eigur altíð verða ein samfelagslig ábyrgd at tryggja, at kvinnur verður viðfarnar rættvíst og javnt, eisini tá tær loysa uppgávuna at verja ófødda barnið.

Hvørt menniskjalív skal verjast – tað er okkara felags ábyrgd.

Mammuhjálpin

Mammuhjálpin, sum virkar undir Føroya Pro Vita, arbeiðir fyri, at ongin kvinna í Føroyum skal kenna seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp. Allar mammur og familjur kunnu venda sær til Mammuhjálpina, um tær hava tørv á ráðgeving og hjálp.