Einki úrslit

Aftur

“Vit standa saman fyri lívi” tiltak sunnudagin 14. apríl á Vaglinum

Við familjuhugna, røðum og sangi hátíðarhalda vit lív saman og standa fyri tey óføddu børnini í Føroyum.

Tú kanst vænta framførslur, felagssang, andlitsmáling, ballónir og sjálvandi ein góðan drekkamunn!

Vit møtast á Vaglinum, sunnudagin 14. apríl, kl. 16:00-17:00.  Byrjað verður tó longu kl. 15:30 við m.a. andlitsmáling til børnini.

Við nýggja lógaruppskotinum, ið landstýrismaðurin hevur lagt fram fyri Tingið, hevur tað ongantíð verið týdningarmiklari enn júst at vísa, at tú ert fyri lívi! Latum okkum standa saman og vísa, at vit eru nógv í Føroyum, ið eru fyri lívi.

Tiltakið verður tulkað til teknmál.

Sí skrá niðanfyri.

Fylgi annars við á Facebook síðuni hjá Føroya Pro Vita og “Standa fyri lívi” fyri dagførdari kunning.