Aftur
Skulu Føroyar hava fría fosturtøku?
Landstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, tók mong á bóli, tá ið hann innkallaði til tíðindafund 8. januar í ár um, at hann fór senda lógaruppskot um broytingar í fosturtøkulógini til hoyringar.
Lógaruppskot um nýggja fosturtøkulóg
Í uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg, stendur í grein 1, at kvinnur búsitandi í Føroyum skulu hava møguleika at fáa fría fosturtøku fram til 12. viku í viðgongutíðini.
Hóast freistin í grein 1 er farin, kann kvinnan, sambart uppskotinum, tó søkja um loyvi at fáa fosturtøku eftir 12. viku, um lív og heilsa hennara eru í vanda, ella tí, at serstakar treytir verða uppfyltar, sum eitt fakligt samráð tekur avgerð um.
Hoyringarnar hava verið og lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið tann 22. mars.
Núverandi fosturtøkulóg – ein krossvegur
Føroyar fingu eins og Danmark eina fosturtøkulóg í 1956, sum loyvdi fosturtøku einans í serstøkum førum (t.d. um barnið bar brek ella um mamman hevði ávísar heilsuligar ella sosialar avbjóðingar).
Hesa fosturtøkulógina hevur Løgtingið hildið fast við í skjótt 70 ár hóast nógv trýst frá øðrum Norðurlondum, sum liberaliseraðu atgongdina til fosturtøku í 1970’inum.
Men, nú eru tað Føroyar, sum standa við ein krossveg. Ynskja vit í Føroyum at framhaldandi verja ófødda barnið ella ikki?
Grundleggjandi spurningar
Kjakið í Føroyum, og kjakið um danska fosturtøkumarkið, minnir nógv um hvørt annað. Tað snýr seg um avleiðingar. Um man góðtekur at taka lívið hjá tí ófødda í onkrum førum, hví so ikki í øllum førum?
Okkara áheitan í Pro Vita, er, at føroyska fosturtøkukjakið fyriheldur seg til tann heilt grundleggjandi spurningin: Hvat er tað, sum gevur okkum menniskjum líkarætt til samfelagsliga verju? Her kann man ikki brúka sína búkkenslu til at seta virði á eitt annað menniskja. Tá ið rætturin til lív og verju ímóti harðskapi verður knýttur at førleikum, stødd og evnum, sum eru broytandi, so eru tað altíð tey sterku, ið fáa ræði á teimum veiku.
Um vit ynskja at varðveita eitt rættvíst samfelag, har øll menniskju hava somu grundleggjandi rættindi, er tað neyðugt, at vit grunda hendan líkarættin í nøkrum objektivum og íbornum – í menniskjanum. Tað merkir tí eisini, at rætturin til fosturtøku heilt grundleggjandi má umhugsast, tí ófødda barnið er eitt menniskja, sum øll onnur.
Vit mugu finna nýggjar loysnir
Hetta er samstundis ein stór avbjóðing hjá okkum. Vit mugu góðar loysnir, tá ið ein kvinna óvantað verður við barn og umstøðurnar tykjast ómøguligar at fáa hetta barnið. Bardagin fyri sosialum rættvísi eigur altíð at taka støði í treytaleysa virðinum hjá tí einstaka menniskjanum. Einki sosialt rættvísi fæst við at taka lívið frá tí óseka.