Aftur
Seinfosturtøkur og fosturniðurskurður
Seinfosturtøkur
Fosturtøkur eftir 12. viku verða vanliga umrøddar, sum seinfosturtøkur.
Seinfosturtøka er tekniskt sæð tað sama sum medisinskar fosturtøkur áðrenn 12. viku. Men, sjálv fosturtøkan, kann samanlíknast við føðingina av einum deyðføddum barni.
Seinfosturtøkur krevja innlegging á sjúkrahúsi. Kvinnan, ið er við barn, fær dagin áðrenn innleggingina eina ávísa tablett mongd av mifepriston, sum steðgar føðsluna til barnið. Tá ið kvinnan er blivin innløgd, fær hon stikkpillarar við misoprostol, sum fær lívmóðurina at gera verkir. Síðani fer føðingin ígongd. Kvinnan kann hava brúk fyri pínustillandi heilivági, tí tað er so pínufult. Fostrið doyr av eitranini, av evnininum sum ger verkirnar. Fosturtøkan varar vanliga í nakrar tímar. Barnið kann verða føtt livandi í sambandi við tær heilt seinu fosturtøkurnar.
Fosturniðurskurður
Fosturniðurskurður merkir, at eitt ella fleiri fostur í samband við tvíburða ella fleirburða barnsburð, verða tikin við fosturtøku.
Tá ið læknin skal fremja fosturniðurskurð, sproytar hann konsentrerað saltvant inn í hjartað á tí fostrinum, man ynskir skal doyggja. Fostrið doyr, tornar upp og verður verandi í lívmóðurini saman við tí barni ella børnum, sum yvirliva fosturtøkuna, inntil hetta verður føtt.
Les um fosturmenning her.