Aftur
Pro Vita søkir samskipara (farloyvisstarv)
Staður: J. H. Schrøtersgøta 11, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Umsóknarfreist: 16. apríl 2023
Starv at seta 1. mai 2023 ella skjótast gjörligt, 20 tímar um vikuna.
Starvslýsing:
Vilt tú arbeiða fyri at verja tað ófødda barnið? Dámar tær at skipa tín egna gerandisdag? Kundi tú hugsað tær eitt starv við ábyrgd og ávirkan?
Vit sóknast eftir einari eldsál at taka sær av dagliga virkseminum hjá Pro Vita, nú samskiparin fer í barsilsfarloyvi. Vit leita eftir einum persóni, sum vil virka fyri upplýsing og samskipa virksemið rundan um felagsskapin.
Tann, ið settur verður má vera fleksibul, og kann vera ein fyrimunur at hava arbeiðsroyndir innan umsiting, men hetta er ikki eitt krav. Tað hevur stóran týdning at viðkomandi, sum verður settur, megnar at skipa sín dagligdag.
Føroya Pro Vita er einasti felagsskapur í Føroyum, sum arbeiðir fyri at verja tað ófødda barnið, og er tískil eisini ein rødd í samfelagnum í politiskum málum, ið viðvíkja fosturtøku og kvinnurættindum.
Vit bjóða:
- eitt áhugavert, sjálvstøðugt, fjølbroytt og mennandi starv
- talan er um 20 tímar um vikuna.
Arbeiðið fevnir um:
- at hava um hendi dagligu umsitingina av felagnum í samstarvi við nevndina.
- at taka væl ímóti fólki, sum hava spurningar til felagsskapin.
Vit vænta, at tú:
- hevur eitt ynski um at gera mun fyri tað ófødda barnið.
- hevur áhuga í at betra korini hjá kvinnum, sum eru við barn.
- ert fyrikomandi og samstarvssinnaður.
- megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
- hevur góðan telduførleika.
- dugir væl at orða teg á skrift eins væl og í talu.
- hevur áhuga í at seta teg inn í fosturtøkuøkið.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella 1. mai 2023.
Umsóknin við viðkomandi skjølum skal sendast við telduposti til provita@provita.fo
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til forkvinnuna Ruth Norðgerð tel. 773636.
Meir um Pro Vita á provita.fo