Einki úrslit

Aftur

Olivia – eitt menniskja

Óteljandi vísindafólk og lærubøkur staðfesta, at menniskjalívið byrjar í tí stund tá sáðið frá manninum treingir inn í eggið hjá kvinnuni.

Hetta ger, at tað frá fyrstu stund er eitt nýtt menniskja við egnum og serstakum ílegum, sum blívur til og fer at vaksa og mennast.

Hetta er søgan hjá Oliviu, hvørs lív byrjaði í tí løtu, hon var gitin.

Gitnaður

Lívið hjá Oliviu byrjar. Hennara kyn, tjóðarbólkur, eygnalitur og aðrir eginleikar eru avgjørdir.

Vika 1

Olivia setur seg inn í slímhinnuna á lívmóðrini hjá mammu sínari, har hon skal búgva komandi 9 mánaðirnar.

Vika 3

Í triðju viku bankar hjartað hjá Oliviu. Hennara heili, magi, tarmar og sodningarleið eru byrjað at mennast.

Kyknur til nervar, blóð og nýru geva seg eisini til kennar nú. Mamma Oliviu er nú kanska longu varug við, at Olivia er til, um hon hevur tikið eina gitnaðarkanning.

Vika 4

Hóast Olivia einans er 4 vikur gomul, eru knubbarnir sjónliga mentir, sum seinni menna seg til armar og bein. Høgra og vinstra heilahálvur byrja at taka skap.

Vika 5-6

Í viku 5 og 6 flytir Olivia seg spontant og refleksivt. Hennara beinagrind mennist og heilavirkni kann mátast.

Vika 7-8

Olivia fær hendurnar saman, hon histar og hennara hjarta hevur bankað meira enn eina millión ferðir.

Hennara eggjastokkar og kyknurnar, sum skulu til fyri at framtíðar ættarlið av børnum somuleiðis verða gitin, eru longu nú upp á pláss.

Vika 9-10

Har, sum Olivia er komin til í síni menning, verður hon nú bólkað sum eitt fostur. Hon kann súgva tummilfingur, svølgja, taka í lutir, nema við sítt andlit og strekkja seg út inni í búkinum á mammuni.

Vika 11-14

Olivia kann spæla í lívmóðrini og hennara smakkleykir eru byrjaðir at búnast. Í viku 14 eru varrarnar og nøsin hjá Oliviu liðugt skapt og hon ger samansett andlitsbrøgd.

Vika 15-16

Vøksturin av nervakyknum í heilanum hjá Oliviu er meststum liðugur og hon dugir at merkja, um nomið verður við hana.

Á hesum stignum í menningini, kunnu vit við ultraljóðskanning síggja talurørslur í hennara barkakýli. Hennara tenn eru eisini byrjaðar at vaksa.

Vika 19-21

19 vikur gomul og hennara hjarta hevur nú bankað yvir 20 milliónir ferðir. Eftir 21 vikur kann Oliviu yvirliva uttanfyri lívmóðrina við nógvari og góðari læknaligari hjálp.

Vika 27

Olivia kennir røddirnar hjá sínum foreldrum aftur og reagerar upp á knøpp og ógvuslig ljóð. Eygu hennara reagera somuleiðis uppá ljós og hevur hon ein virkandi luktsans.

Vika 38

Olivia vísir andadrátsrørslur, hon kann tára og nalvastrongur hennara er 50-60 cm langur. Tá hon verður fødd, vigar hon 3-4 kg.


Hvussu er aldurin hjá Oliviu útroknaður?

Vøkstur og menningin hjá Oliviu er grundað á, tá ið lívið hjá henni byrjaði – við gitnaði.

Eru myndirnar nágreiniligar?

Ja, hendan framkomna animatiónin varð gjøgnumgingin og viðurkend av leiðandi burðar- og serlæknum í kvinnusjúkum og øðrum læknaligum serfrøðingum:

Myndir nýttar við loyvi frá Live Action og Baby Olivia verkætlanini.

Filmsbrotið