Aftur

Nýggj nevnd og forkvinna í Føroya Pro Vita
Føroya Pro Vita hevði aðalfund í Skansahúsinum í Havn í gjár, hóskvøldið 27. februar 2025.
Tríggir nevndarlimir og tveir varalimir stóðu fyri vali. Hesir vóru: Nigro Bjarki Hermansen, nevndarlimur, Björk Tyril Sadembou, varaforkvinna, Rebekka Fuglø Poulsen, forkvinna, og Paulina Ingriðardóttir Fuglø, varalimur.
Á fundinum kunngjørdi Rebekka Fuglø Poulsen, forkvinna, at hon legði frá sær. Paulina Ingriðardóttir Fuglø, varalimur, legði eisini frá sær.
Tá ið valt varð, vórðu Nigro Bjarki Hermansen og Björk Tyril Sadembou afturvald. Nýggj í nevndini eru Hjørdis Á Dalbø Warner, nevndarlimur, og Petur Takamasa Asano, varalimur.
Nýggja nevndin hevur skipað seg við Björk Tyril Sadembou sum forkvinnu, Biritu Lamhauge Jóansdóttir sum varaforkvinnu, Noomi Gregersen sum skrivara, Nigro Bjarka Hermansen sum kassameistara, Hjørdis Á Dalbø Warner sum nevndarlimi, og Petur Takamasa Asano sum varalimi.
Nýggju nevndini verður ynskt bestu eydnu og Harrans signing!