Einki úrslit

Aftur

WHO høvuðssæti í Geneva í Sveis

Nýggj fosturtøku tilmæli frá WHO

Fyri góðum mánaði síðan (mars-2022) kom Altjóða Heilsustovnurin (WHO) út við nýggjum tilmælum um fosturtøku.

Í 210-síðu langa bóklinginum vóru tað serliga hesi tilmælini sum fangaðu eyga:

  1. At fosturtøka ikki skal vera eitt revsivert misbrot.
  2. At fosturtøka skal vera loyvd í allari viðgongutíðini undir øllum umstøðum – einasta kravið skal vera, at
    mamman ynskir tað.
  3. At heilsustarvsfólk ikki kunnu nokta at taka lut í eini fosturtøku av samvitskuorsøkum, um hetta á nakran
    hátt forðar eini kvinnu í at fáa fosturtøku.
    WHO sigur, at um tilmælini ikki vera fylgd, so kann hetta hava “keðiligar fylgjur” sum t.d., at fleiri børn
    verða fødd, tí at færri fosturtøkur verða framdar. Harafturat siga teir, at tað er púra trygt (fyri mammuna) at
    taka fostrið, líkamikið hvussu langt hon er komin í viðgongutíðini.

Í bóklinginum stendur, at tilmælini virða øll mannarættindi. T.d. verja tilmælini rættin til lív, tí tá ið vit ikki
hava fría fosturtøku “kunnu vit noyða kvinnur at fáa sær ólógligar og vandamiklar fosturtøkur” og seta lív
teirra í vága.

Bóklingurin sigur seg eisini virða sáttmálan um rættindi hjá børnum. Merkisvert er at fostrið ella barnið í móðurlívi ongantíð er nevnt í bóklinginum – tó er tað umtalað sum “vevnaður” minst einaferð.

Í ST-sáttmálanum um rættindi hjá børnum stendur m.a.

Grein 6

Luttakaralondini viðurkenna, at øll børn hava ein natúrligan rætt til lívið.

Grein 1

Í hesum sáttmála er eitt barn at skilja sum eitt og hvørt menniskja yngri enn 18 ár, uttan so at barnið gerst myndigt fyrr sambært teirri lóg, sum er galdandi fyri barnið.

Verður sáttmálin fylgdur?

Spurningurin er so, hvussu fylgir bóklingurin hesum sáttmálanum? Tað er týðiligt, at einasti mátin tilmælini frá WHO kunnu tulkast til at virða rættindi hjá børnum og rættin til lív, er um barnið í móðurlívi ikki verður roknað sum eitt barn ella sum eitt menniskja yvirhøvur.

Men hvat er tað sum knappliga ger okkum til menniskju? Er tað ein ávísur aldur? Um so, hvør aldur?
Eitt barn føtt í USA í viku 21 yvirlivdi við nógvari hjálp frá serfrøðingum, men í t.d. Íslandi er frí fosturtøka til og við viku 22. Liggur virðið okkara í, um vit eru ynskt ella óynskt? Hvat serligt hendir, tá ið vit verða fødd, sum ger, at vit
hava rætt til lív, hóast mamma okkara ikki ynskir okkum longur?

Í 2021 metti WHO at 73 mió. fosturtøkur verða framdar um árið. Teir meta, at tað eru 3 fosturtøkur fyri hvørji 10 fostur, sum eru gitin í móðurlívi.

Í eini danskari kanning um fosturtøku frá 2003, har 1.326 kvinnur vóru við, var vanligasta orsøk til fosturtøku, at tær “ikki høvdu ráð til eitt barn beint nú” ella at teirra “sosiala støða var ov óstabil”. Hetta var eisini galdandi fyri amerikanskar kvinnur í eini kanning frá 2005.

Er tað ikki eitt sindur óvæntað, at fíggjarligu umstøðurnar skulu vera vanligasta orsøk til fosturtøku í einum
vælferðarsamfelagi sum okkara? Vilja vit ikki heldur liva í einum samfelag har eingin følir seg noydda at velja
fosturtøku tí tær ikki síggja aðrar møguleikar?

Mammuhjálpin

Her í Føroyum hava vit hjálparfelagskapin Mammuhjálpina, sum arbeiðir við at loysa júst henda trupulleikan.

Mammuhjálpin kann m.a. veita praktiska hjálp, ráðgeving í almennum viðurskiftum og klæðir og útgerð til børn. Endamálsorðingin hjá Mammuhjálpini er:

Vit vilja virka fyri, at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp. Vit
ynskja somuleiðis, at allar mammur og familjur skulu vita, at tær kunnu venda sær til okkum, um tær hava tørv á ráðgeving og hjálp.

Børn okkara eru framtíðin og eru týdningarmesta tilfeingið eitt land hevur. Tað er kanska ikki altíð, at besta loysnin fyri barnið er besta loysnin fyri mammuna. Men tað er týdningarmikið, at vit hugsa um báðar partar, eisini tá ið tað er trupult. Fosturtøka er jú ikki einasti mátin at loysa trupulleikan hjá eini barnakonu, ið ikki hevur ráð ella umstøður til eitt barn.