Einki úrslit

Aftur

Nú koma uppskotini um fosturtøku til 2. viðgerð í Løgtinginum

Í morgin, mikudagin tann 15. mai, koma uppskotini um fría fosturtøku og málið um at verja ófødda barnið eftir ætlan til 2. viðgerð í Tinginum.

Í hesum sambandi fara vit í Pro Vita, eins og til 1. viðgerð, at hava eitt bønar-tiltak frá kl. 12-14 í Sloans húsi, sum er beint yvirav Tinghúsinum.

Á skránni verður bøn, lovsangur, felagskapur, kaffi, te og kakur. Og sjálvandi eru tað óivað fleiri, ið ætla at fylgja orðaskiftinum inni í Tingsalinum eisini.

Málini standa sum ávikavist nummar 8 og 9 í røðini, so roknast kann við, at tey koma fyri nakað út á seinnapartin, men vit vita ikki akkurát nær. Sloans hús er opið frá kl. 11 og til viðgerðirnar av báðum málunum eru lidnar.

Verið hjartaliga vælkomin, og hervið eisini ein áheitan um, at vera biðjandi fyri ófødda barninum