Einki úrslit

Aftur

Medisinsk fosturtøka

Tíðarskeið

Innan viku 9 kann ein medisinsk fosturtøka ofta verða framd heima og uttan innlegging. Eftir 9. viku krevst vanliga innlegging á sjúkrahúsi fyri at fáa medisinska fosturtøku framda.

Kanningar

Um kvinnan fær játtað fosturtøku eftir treytunum í lógini, verða neyðugar kanningar gjørdar, m.a. fyri at staðfesta hvussu langt kvinnan er komin í viðgonguni. Síðani fær kvinnan tablettir útflýggjaðar. Hesum hevur serlækni ábyrgd av.

Fosturtøkan

Medisinsk fosturtøka er føsturtøka framd við tablettum (ella stikkpillarum). Mett verður, at áleið 80% av fosturtøkunum, sum verða framdar, eru medisinskar fosturtøkur (í Danmark).

Kvnnan tekur tvær tablettir:

  1. Fyrsta tablettin, ið kvinnan skal taka, kallast mifepriston: Tað er eitt antihormon, sum forðar kroppinum í at reagera upp á progesteron, sum er hormonið, ið varðveitir barnsburðin.  Slímhinnan í lívmóðurini verður tí niðurbrotin og blóð og føðsla til fostrið verður avskorið. Fostrið letur lív inni í lívmóðurini.
  2. 1-2 døgn seinni tekur kvinnan næstu tablettina (ella sum stikkpillara), sum kallast misoprostol: Tað er eitt prostaglandin, sum fremur samantrekkingar og bløðingar fyri at útstoyta fostrið úr lívmóðurini og tøma lívmóðurina.

Er kvinnan heima, skal hon hava onkran hjá sær, tí vandi er fyri ógvusligari bløðing. Tørvur kann eisini verða á pínustillandi heilivági.

Kvinnan kann missa fostrið nær sum helst og hvar sum helst í hesari tilgongdini. Summar síggja deyða fostrið tá ið tað kemur út.

Er fosturtøkan framd á sjúkrahúsinum, verða leivdirnar av fostrinum burturbeindar, tá fosturtøkan er liðug.

Eftir fosturtøkuna

Tað hevur stóran týdning at neyðugar læknaligar uppfylgingar verða gjørdar fyri at vita um fosturtøkan er fullførd og lívmóðurin er tømd. Annars kann man blíva við at bløða. Bløðingin steðgar vanliga eftir 2-3 vikum.

Eftir medisinsku fosturtøkuna, hava 5% tørv á útskaving, tí enn eru restir av vevnaði í lívmóðurholuni.

Aðrar møguligar komplikatiónir:

Hjá 1 út av 200, heldur barnsburðurin áfram.

Um man angrar

Um man angrar, aftaná at hava tikið tað fyrstu tablettirnar, steðgar viðgerðini, og ófødda barnið yvirlivir fosturtøkuna (25%), so er tað ikki nakað, sum bendur á, at hon ella hann fáa varandi mein.

Um man angrar eftir at hava tikið næstu tablettirnar, og ófødda barnið yvirlivir fosturtøkuna, er ein lítil øktur vandi (5%) fyri, at hon ella hann fær eitt brek. Hetta eigur tó ikki at forða fyri, at man verður stuðlaður í at fullføra barnsburðin.

Les um fosturmenning her.