Aftur

Lívfrøðingar eru samdir um, at lívið byrjar við gitnaði
Lívfrøði
Tað er vísindaliga viðurkent, at lívfrøðiliga veran, sum eitthvørt menniskja er, blívur til við gitnaði.
Í “Langman’s Medical embryology”, sum verður nýtt av læknalesandi, stendur soleiðis: “Menningin hjá einum menniskja byrjar við gitnaði, eini tilgongd, har tvær serskildar kyknur, spermatozoa frá manninum og ococyt frá kvinnuni, einast og ein nýggj lívvera – kallað zygoturin – verður til.”
Ein granskingarverkætlan frá 2018 spurdi 5502 lívfrøðingar frá 1058 ymiskum hægri lærustovnum um nær lívið byrjar. 95% (5212 av 5502) av teimum, ið svaraðu søgdu, at lívið hjá einum menniskja byrjar við gitnaði.
Gitnaður er í stuttum, at eggið hjá kvinnuni verður gitið við sáði frá manninum. Eitt gitið egg verður kallað ein blastocyst. Eftir 5-6 dagar setur blastocystan seg fast í lívmóðirna, og kallast nú á fakmálið eitt embryo.
Embryostøðið varar uml. 8 vikur, har grundleggjandi kropsskipanir og gøgn verða ment. Eftir áttandu vikuna verður orðið fostur á fakmálið brúkt, ið vísir á eitt tíðarskeið við vøkstri og menning av kropsskipanum og gøgnum, sum vórðu grundløgd í embryofasini. Fostrið heldur fram við at búnast til føðingina.
Við gitnaði byrjar ein nýggj vera við egnum DNA, sum er ein samanseting av DNA hjá foreldrunum, men serstøk í sínari samanseting. Hendan nýggjan veran er sum síni foreldur, ein livandi limur av mannaættini. Eitt nýtt menniskja er blivið til.
Rættin til lív
So kann ein spyrja um fostrið hevur ein íbornan rætt til lívið. Ella, hvat gevur tí rættin til lívið. Er tað tilviskan, hjartasláttur, ella at merkja pínu, sum gevur tí rættin til lívið?
Nakrir av sansunum hjá fostrinum mennast tíðliga, aðrir seint. Serliga pínusansurin, hevur havt áhuga seinnu árini. Nýggj tøkni hevur latið upp fyri spurningum, um fostrið, langt fyrr, enn áður hildið, merkir pínu.
Niðurstøðan av kanning hjá Bridget Thill, undir heitinum “Fetal Pain in the First Trimester”, sigur, at tað er sannlíkt, at fostur uppliva pínu í fyrsta trimestri av viðgongurtíðini. Hetta er grundað á prógv um, at nervasambond fyri pínufatan, og heilasskipan, sum eru neyðug fyri tilvitið hjá fostrinum, finnast longu í fyrsta trimestri av viðgonguni. Kanningin setir tí spurnartekin við fyrrverandi fatanir um fosturpínu, og hevur avleiðingar bæði fyri fostursskurðviðgerð og fosturtøkukjakið.
Hvussu er so við hjartaslátti? Granskingin hjá J. Männer, “When Does the Human Embryonic Heart Start Beating” viðgerð nær hjartavirksemi kann mátast hjá embryonum (tvs. áðrenn fostrið er 8 vikur). Männer greinar bæði søguligar og nútíðar keldur fyri at áseta, nær embryoniska hjartað byrjar at banka. Kanningin vísir, at hjartað byrjar at sláa uml. tríggjar vikur eftir gitna. Hjartað slær tá millum 65 og 130 sløg um minuttin. Henda gransking veitir týðandi innlit í fosturmenning og hevur avleiðingar fyri medisinska og etiska kjakið um rættin til lívið. Argumenterast kann fyri, at hjartasláttur er ein alheims viðurkendur mátistokkur fyri lív og eigur at verða løgfrøðiliga og etiskt vardur.
Treytaleyst virði
Men eitt lívfrøðiligt menniskja er ikki neyðturviliga tað sama, sum at vera ein persónur við rættindum. Læknavísindi og vísindi siga nakað um, hvat tað er, sum doyr í einari fosturtøku – ein livandi og sjálvstøðug vera, eitt menniskja í menningarstøðinum, vit kalla “fostur”.
Somuleiðis kunnu ávísir mentir førleikar ikki automatiskt geva rættindi, tí tað er ikki øll, sum menna somu førleikar. T.d. menna øll menniskju ikki eitt frískt hjarta. Vísindi kunnu tí ikki fortelja okkum, um fostrið hevur virði ella ikki. Tað er ein heimspekiligur spurningur, sum hevur við sær tey virði, sum vit ynskja at grunda okkara samfelag á.
Eitt av felagskjarnuvirðunum í føroyska samfelagnum er, at øll hava sama virði og sama rætt til verju. Tað merkir, at heimleys hava grundleggjandi sama virði sum løgmaður, tann sjúki eins og hondbóltspælarin. Vit hava virði, einans við at vera til.
Grundboðskapurin hjá Føroya Pro Vita er einfaldur og týdningarmikil: Tú hevur virði, tí at tú ert eitt menniskja. Øll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki avhongur av, hvussu dugnaligur tú ert, um tú bert brek, hvørji foreldur tíni eru ella nøkrum øðrum.
Heimspekiliga spurningin kunnu vit kjakast um sum borgarar í einum frælsum samfelag. Men vísindaligi spurningurin um, nær mannalívið byrjar, er longu svaraður. Tað byrjar við gitnaði.