Einki úrslit

Aftur

Kvøking poddvarp

Björk Tyril Sadembou, samskipari hjá Føroya Pro Vita, var gestur í tveimum pørtum, 5. og 9. apríl, 2023, í poddvarpinum “Kvøking” hjá Hinvegin, saman við vertunum Jón Tyril og Arna Zachariassen.

Björk hevur lisið lívfrøði og evnafrøði í Onglandi, og síðani arbeitt fyri við medisini og kliniskari gransking í Fraklandi í nøkur ár. í 2021 fluttu hon og maðurin til Føroya og fingu stutt eftir fyrsta barn teirra. Eftir barsilsfarloyvi, gjørdist Björk samskipari fyri Pro Vita.

Í fyrra partinum við Björk verður prátað um at gerast foreldur, um nær tú ert eitt menniskja, hvat virði eitt mannalív hevur, og hvat tað er sum gevur tí virði. Og ikki minst tosa tey um eitt av heitu aktuellu evnunum í Føroyum fyri tíðina – fosturtøku.

1. partur við Björk

Í seinna partinum við Björk, verður tráðurin frá seinasta parti tikin uppaftur, og kavað verður longur niður í kjakið kring fosturtøku. Hvørji eru bestu argumentini fyri fosturtøku? Hvat er tað, sum veruliga skilir partarnar í kjakinum? Eru vit ikki meira enn “ein posi av kyknum”, ella hava vit íborið virði, og hava øll menniskju somu grundleggjandi rættindi, bara við at vera menniskju? Nær byrjar mannalívið og er sjálvrealisering ein grundleggjandi rættur?

2. partur við Björk