Aftur
Í Grønlandi eru fleiri fosturtøkur enn fødd børn
Fosturtøkutalið í Grønlandi
Í 2021 vórðu 761 børn fødd í Grønlandi sambart “Grønlands Statistik”. Hetta er lægsta burðartal í Grønlandi, síðani annan heimsbardaga.
Tøl sambart grønlendska landslæknastovninum vísa, at í 2021 fingu 842 kvinnur fosturtøku. Í 2019 var talan um 902 kvinnur og í 2020 var talið 889.
Tað merkir við øðrum orðum, at fosturtøkutalið er hægri enn burðartalið í Grønlandi. Hóast fosturtøkurnar er nakað minkandi, triðja árið á rað í Grønlandi, verða framvegis fleiri fosturtøkur framdar, enn livandi fødd børn.
Serstøða í Grønlandi
Norðurlond hava ymiskar fosturtøkulógir og mørk fyri nær fosturtøka kann fremjast.
Samanborið við hini Norðurlondini, er Grønland tó í einari serstøðu, við tað, at tað verða nógv mest fosturtøkur framdar í Grønlandi enn í nøkrum øðrum Norðurlandi.
Føroyar, sum hava eina restriktiva fosturtøkulóg, hava lægsta talið av fosturtøkum í Norðurlondum.