Aftur
Hvør avgerð, hvør hevur frælsi at liva?
Frankaríki setur frælsi til at velja fosturtøku inn í sína grundlóg
Stórur meiriluti í tinginum
Tað franska senatið atkvøddi tann 29. februar 2024 við einum stórum meiriluta fyri, at frælsi hjá kvinnum til fosturtøku skuldi tryggjast í grundlógini. Hetta var eftir, at lógarteksturin longu var góðkendur í januar í tjóðartinginum. Broytingin bleiv formliga staðfest í grundlógini, í grein 34, til eitt hátíðarhald nakrar dagar seinni í Versailles.
Hóast tey konservativu hava meiriluta í senatinum, atkvøddu einans 50 av 348 senatorum ímóti uppskotinum. Ein lítil tillaging av lógartekstinum, sum merkir, at grundlógin ikki, sum fyrst varð skotið upp, verjir sjálvan rættin til fosturtøku, men harafturímóti tað “trygga frælsi fyri kvinnur at brúka rættin til frítt at steðga einari viðgongu”, var nokk til gera flestu mótstøðufólk nøgd.
Samvitskufrælsi undir trýsti
Tað var eisini skuffandi, at eitt uppskot um at verja samvitskufrælsi hjá læknum, um at nokta at gera fosturtøku, í sama høpi, var avvíst.
Fyri Emmanuel Macron hevur innskrivingin av rættinum til fosturtøku í grundlógina, verið eitt vallyfti og eitt persóligt mál.
Men, tað steðgar ikki her. Undir franska EU-formansskapinum, er tað málrættað arbeitt fyri at fáa fyri rættin fosturtøku skrivaðan í ES samstarvið.
Ikki fyri øll
Staðfestast má, at franska frælsishugtakið ikki kann takast ov bókstaviligt. Frælsi í Frankaríki er ikki fyri øll. Ikki fyri ófødd og heldur ikki fyri teir læknar, sum ynskja at verja tey.
Tá ið nú Frankaríki, sum á so mangan hátt er fyrimyndin hjá øðrum londum fyri frælsihugsan og rættindi hjá einstaklinginum, so er tað ræðandi at hugsað sær, hvat hetta kann fara at merkja fyri lóggávu í øðrum londum, ikki minst øðrum ES londum.
Lógarfestan rætt til lív
Miðflokkurin á Løgtingið hevur 7. Mars 2024 lagt uppskot fram um at verja ófødda barna við endamálinum at ófødda barnið fær ein lógarfestan rætt til lív. Hetta er ein sterk andstøgn til broytingina í fronsku grundlógini. M.a. verður grundgivið soleiðis í lógaruppskotinum:
“At kalla nakað fría fosturtøku er av sonnum ein mótsøgn. Av øllum hugsandi aktørum í fosturtøkumálinum, mammu, pápa, politikarum, heilsustarvsfólkum og annars øllum, sum meta seg at hava rætt til at hava eina hugsan um hetta málið, er og verður til allar tíðir tað ófødda barnið høvuðspersónurin.
Tað er lív tess, flestu hesi halda seg hava rætt til at hava eina meining um, nøkur halda seg hava rætt til at seta prísmerki á,og onnur halda seg kunna gera enda á.
Men frá høvuðspersóninum sjálvum, henni ella honum, sum veksur í lívi móður sínar, verður frælsið tikið. Hjá henni og honum er fosturtøkan alt annað enn frí, tí onnur taka sær frælsi til at ráða yvir barninum.
Hesi, sum njóta frælsið, sum foreldur teirra góvu teimum at gerast frælsir føroyskir borgarar, taka frælsið frá høvuðspersóninum í fosturtøkumálinum og vága sær at kalla fosturtøkuna frælsa. At kvetta lívsstreingin hjá einum øðrum av er tað mótsatta av frælsi, tað er at fremja tað ultimativa ófrælsið.Lívmóðirin, sum er ætlað at vera tryggasta og friðsamasta stað heimsins,verður, fyri at endurgeva mætu kvinnuna, nobelprísmóttakaran móður Teresu, ein krígsvøllur.
Við kemiskum evnum, heilivági, ið voldir deyða, og um hetta ikki hjálpir, so við instrumentum, sum skera, skræða, skava og súgva,verður friðurin brotin,og tryggi heimstaðurbarnsins verður ein vígvøllur, har úrslitið er givið frammanundan. Tann sterki, við ella uttan lógini í sínari hond, vinnur. Óseka barnið verður týnt.
Hetta má steðgast heldur enn at staðfestast.”