Aftur
Hvat gevur einum mannalívi týdning?
Fosturtøkukjakið
Dr. William Harrison, talsmaður ímóti fosturtøku, sigur: “Fosturtøku- kjakið í dag snýr seg ikki um, nær lívið byrjar, men um tað er eitt moralskt týdningarmikið lív. Men hvør ger av, hvørji lív hava týdning og hvørji ikki? Svarið er sum altíð, at tað eru tey valdsmiklu, ið gera av, hvørt tey veiku hava týdningarmikið lív ella ikki.
Dupultmoralur
Peter Singer, professari í etikki á Princeton, skrivar: “Lívið hjá einum fostri hevur ikki størri virði enn lívið hjá einum djóri, ið er á sama støði í skynsemi, tilvitan, vitan, kenslum o.ø.“ (Foreldur, ið gjalda fyri, at børn teirra kunnu koma til undirvísing hjá Singer, áttu kanska at spurt seg sjálvi, um Singer soleiðis eisini moralskt rættvísger dráp av teimum eldru.) Jim Newhall, ið fremur fosturtøkur, segði: “Ikki øll eru ætlað at verða fødd. Eg trúgvi, at lívið hjá einum barni byrjar, tá mamman vil hava tað.“ Merkir tað so, at eitt mannalív gerst veruligt, bara tá og um eitt annað menniskja virðir tað?
Í niðurstøðuni í rættarmálinum Roe móti Wade í 1973 setti hægstirættur spurning við, um tey óføddu høvdu “týdningarmikil“ lív. Men týdning armikið fyri hvønn? Munnu ikki øll menniskju meta lív sítt í móðurlívi vera týdningarmikið, av tí at tey ikki høvdu verið til nú, um tey ikki vóru til tá?
Hvít gjørdu av, at svørt vóru minni menniskju. Menn gjørdu av, at kvinnur høvdu færri rættindi. Nasistarnir gjørdu av, at lív jødanna vóru týdningarleys. Nú hava stór fólk gjørt av, at smá fólk ikki hava nóg stóran týdning til at hava rættindi.
Persónleiki er ikki nakað, sum Ivy League professarar kunnu leggja í menniskju í síni ætlan um at rudda samfelagið fyri “óynskt“ menniskju. Persónleiki hevur eitt arvað virði, ið kemur av at vera partur av manna- ættini. Sambært Bíbliuni er hetta at vera skaptur í Guds mynd.
Tað, ið vísindini siga um “týdning“
Hvat ger eitt lív týdningarmikið? Tað er ein vísindalig sannroynd, at ófødd børn hava eitt virkið tankavirksemi. The Associated Press kunngjørdi eina gransking, ið vísti, at “børn læra um sítt komandi móðurmál, áðrenn tey eru fødd“. Gransking vísir, at “fostur uppfataðu, lurtaðu og lærdu nakað um amerikonsk-ensku ljóðmyndina, meðan tey enn vóru í móðurlívi.
Newsweek staðfestir, at “lív í lívmóðurini umboðar tað næsta stóra granskingarøkið innan menning menniskjans, og tær fyrstu kanningarnar hava … havt við sær ómetaliga týdningarmiklar uppdagingar.“
Greinin sigur: “Uttan at gera ov nógv av, so kann fostrið av røttum sigast at vera eitt undurverk av fatan, tilvitan og sjálvstilvitan.“ Greinin sigur eisini, at vísindafólk longu hava staðfest sjálvstilvitan í øðrum triðingi av viðgongutíðini. Vísindaligar kanningar gjøgnum fleiri ár hava gjølliga lýst ómetaligu eginleikarnar hjá óføddum børnum.
Í fjórða mánaði verjir ófødda barnið eyguni móti sterkum ljósi, ið kemur inn í kroppin hjá mammuni. “Fostrið reagerar eisini upp á ljóð við so høgum ella lágum frekvensi, ið vaksin ikki megna at hoyra.“ Tað hoyrir harðan tónleik og heldur fyri oyruni, tá nógvur gangur kemur uttanífrá. 17 viku gamalt upplivir fostrið REM (rapid eye movement) svøvn, sum bendir á, at fostrið ikki bara svevur, men droymir. Kunnu vit siga, at ein, sum er førur fyri at droyma, ikki er førur fyri at hugsa?
Fosturtøkur, framdar eftir hetta tíðarskeið, drepa sjálvstilvitað og hugsandi menniskju. Móti endanum av øðrum triðingi av viðgongutíðini “er nervaringrásin í heilanum líka framkomin sum hjá einum nýføðingi.“ Tað tykist óhugsandi, at nakar, ið er vitandi um hesi viðurskifti, kann verja núverandi lóg um fosturtøku í øðrum og triðja triðingi av viðgongutíðini. Men tó standa talsfólk fyri fríari fosturtøku óvikandi og verja slíkar fosturtøkur.
Men eru fosturtøkur, framdar fyrr, nakað betri enn tær, sum verða framdar seinni? Sjálvt í teimum førum, har evnafrøðiligar fosturtøkur verða framdar, áðrenn rúm er fyri hugsan, er deyðin júst eins veruligur og týdningarmikil. Eitt barn, ið hevði havt eitt navn, eina familju og eitt lív, fer nú ikki at fáa nakað av hesum.
Klovnaður etikkur
Singer sigur: “Um vit samanbera ein nýføðing, ið hevur álvarslig brek, við eitt ikki-menniskjaligt djór, sum eitt nú ein hund ella svín, so síggja vit, at ikki-menniskjað oftast er betri stillað, bæði veruliga og møguliga orsakað av skynsemi, sjálvstilvitan, samskifti og øllum øðrum, ið hevur við moralsk viðurskifti at gera.“
Singer skjýtur upp, at virðið hjá tí einstaka menniskjanum er grundað á tess nyttu fyri onnur: “Um deyðin hjá einum nýføðingi, ið ber brek, fer at hava við sær føðingina av einum øðrum nýføðingi við betri útlitum til eitt gott lív, so fer heildargóðskan at vera betri, um nýføðingurin við breki verður dripin. Missurin av góða lívinum hjá tí fyrra nýføðinginum vigar minni enn vinningurin av tí enn betra lívinum hjá tí seinna. Um drápið av nýføðinginum við bløðarasjúku ongi skaðilig árin hevur á onnur, so hevði tað – í heildarmyndini – verið rætt at dripið hann.“
Tá Singer kom at undirvísa á Princeton, vórðu mótmælisgongur fyriskipaðar av Not Dead Yet, t.e. ein bólkur, ið verjir rættindini hjá fólkum, ið bera brek. Tey kendu seg vanvird av bókum hansara, ið siga, at tað átti at verið lógligt at dripið nýføðingar, ið bera brek, eins væl og børn og vaksin við álvarsomum fatanarligum brekum.
Frítt val skynsemið byrjaði við fosturtøku, men tað er ikki steðgað har. Tá ið tað verður góðtikið at drepa ófødd børn, kann ongin veikur kenna seg tryggan. Hevur tann, ið ber brek eitt týdningarmikið lív? Hvussu við teimum gomlu? Um tey, sum ikki kunnu hugsa, ikki hava uppiborið at liva, hvussu er so við teimum, ið hugsa skeivt? Dr. Charles Hartshorne á University of Texas endurtekur etikkin hjá Singer: “Sjálvandi er ein nýføðingur ikki eitt heilt menniskja… Eg havi lítla samkenslu við tankan um, at barnamorð er tað sama sum eitt og hvørt annað morð. Persónar, ið longu eru virkisførir persónar í fullari merking, hava meiri týðandi rættindi enn sjálvt nýføðingar.“
Er nakar tryggur?
David Boonin sigur, at fosturtøka er “moralskt lastandi“, men kortini “moralskt loyvd“. Hon er loyvd, sigur hann, tí fosturtøka kann møguliga framleiða eina “almenna heildargleði“. Eins og Singer sær Boonin ikki sannroyndina í, at sama persónliga kenslan av gleði (mátað í hugna og ikki at vera strongd ella vera í fíggjarligari trongstøðu) kann verða rokkin við at beina fyri øðrum eisini, ikki bara teimum óføddu. Tá eitthvørt verður mett at vera moralskt loyvt, tí tað kann vísa seg at framleiða gleði, tá er onki skikkað.
Krógvað undir nógvum av kjakinum um, hvat ger eitt lív týdningarmikið, er nyttumoralur. Eru fólk við sálarligum og likamligum breki ella óheppin fólk gagnlig fyri tey frísku og valdsmiklu, ella eru tey ein byrða?
Ein feministiskur bólkur vísir á, at um ófødd børn ikki eru trygg, so er ongin tryggur: Um vit taka onkran livandi lim av slagnum Homo Sapiens og seta hann har, ið vernd og lóg ikki røkkur, máa vit støðið undan málinum móti mismuni fyri øll onnur við. Grundarlagið fyri javnbjóðis viðgerð undir lógini er, at tað, at tú ert limur í Homo Sapiens, er nóg mikið til, at tú ert partur av mannasamfelagnum, uttan mun til ættbólk, kyn, avlamni, aldur, bústað ella ogn.
Fosturtøka hevur ført okkum á vandamikla kós. Vit kunnu rakna við og førka okkum burtur av hesi hallandi hálkubreytini. Ella kunnu vit bara fylgja við, heilt til málið, sum ikki kann verða øðrvísi – eitt samfelag, har tey valdsmiklu til egnan fyrimun gera av, hvørji menniskju skulu liva, og hvørji skulu doyggja.
Dr. Leon Kass, lívfrøðingur á University of Chicago, sigur í sambandi við kósina hjá nútímans vísindum og heilivági: “Vit síggja longu útholanina av tankanum um menniskjað sum nakað framúr og guddómligt, sum ein vera við frælsi og tign. Og sjálvandi, um vit fara at síggja okkum sjálvi sum kjøt, so gerast vit kjøt.“
Hetta er heimurin, sum verður myndaður av tungusnildinum hjá rørsluni fyri fríari fosturtøku. Er hetta heimurin, sum tú vilt hava børn og barnabørn tíni at vaksa upp í?
(Brot úr bókini: Hví verja Lív)