Aftur

Dagur teirra óføddu og nýtt átak
25. mars 2023 er dagur teirra óføddu.
Í hesum sambandi byrjaði Føroya Pro Vita eitt nýtt átak, ið vit hava kallað: Tú hevur virði.
Grundboðskapurin hjá Føroya Pro Vita er einfaldur og týdningarmikil: Tú hevur virði, tí at tú ert eitt menniskja. øll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki avhongur av, hvussu dugnaligur tú ert, um tú bert brek, hvørji foreldur tíni eru o.s.fr.
Henda menniskjaáskoðanin er ein av grundarsteinunum í okkara samfelagi, men viðhvørt er tað tíverri onkur persónur ella bólkur, ið dettur burtur ímillum.
Vit arbeiða fyri, at hetta skal gerast ein sjálvfylgja í Føroyum: at øll hava virði.
– Tú eins væl og eg
– Tey óføddu sum tey føddu
– Tey óynsktu sum tey ynsktu
– Mamman sum barnið
O.s.fr.

Nýggj nevnd og forkvinna í Føroya Pro Vita
Føroya Pro Vita hevði aðalfund í Skansahúsinum í Havn í gjár, hóskvøldið 27. februar 2025. Tríggir nevndarlimir og …
28. februar 2025

Aðalfundur 2025
Árligi aðalfundurin hjá Føroya Pro Vita verður 27. februar kl.19.00 í Skansahúsinum, J.H. Schrøtersgøta 11 í Tórsha…
11. februar 2025

Lítla Olivia er sprelllivandi!
Lítla Olivia – nú á føroyskum Filmsbrotið, “Baby Olivia – Lítla Olivia,” varð ment av felagsskapinum, Live Action. …