Aftur

Dagur teirra óføddu og nýtt átak
25. mars 2023 er dagur teirra óføddu.
Í hesum sambandi byrjaði Føroya Pro Vita eitt nýtt átak, ið vit hava kallað: Tú hevur virði.
Grundboðskapurin hjá Føroya Pro Vita er einfaldur og týdningarmikil: Tú hevur virði, tí at tú ert eitt menniskja. øll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki avhongur av, hvussu dugnaligur tú ert, um tú bert brek, hvørji foreldur tíni eru o.s.fr.
Henda menniskjaáskoðanin er ein av grundarsteinunum í okkara samfelagi, men viðhvørt er tað tíverri onkur persónur ella bólkur, ið dettur burtur ímillum.
Vit arbeiða fyri, at hetta skal gerast ein sjálvfylgja í Føroyum: at øll hava virði.
– Tú eins væl og eg
– Tey óføddu sum tey føddu
– Tey óynsktu sum tey ynsktu
– Mamman sum barnið
O.s.fr.

Fosturtøkulógin samtykt við 2. viðgerð
Fosturtøkulógin varð 2. desember samtykt við 2. viðgerð við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti. Orðaskiftið var drúgt í l…
03. desember 2025

Standa fyri lívi 24.08.2025 – röða
Röða frá tiltakinum “Standa fyri lívið”, sunnudagin 24. august. Eg ætlaði at byrja við at hugsa um, hví vit eru sam…
02. september 2025

Familjukrókurin á Ólavsøku
Aftur í ár bjóðar Føroya Pro Vita øllum hjartaliga vælkomnum til tann vældámda (ókeypis) Familjukrókin á Ólavsøku. …