Einki úrslit

Aftur

Glíðibreytin, ið eg ræðist

Lesarabræv frá forkvinnuni í Føroya Pro Vita, Björk Tyril Sadembou

Nú tá ið málið um fosturtökulógina kemur aftur í tingið í vikuni, fái eg ikki latið vera við at koma við nökrum viðmerkingum.

Tá ið hetta málið bleiv lagt fram fyrr í ár, fekk eg ein spurning um seinfosturtöku, og í eini roynd at svara so væl sum gjörligt, datt eg fram á eina danska grein. Henda greinin merkti meg, og eg havi hugsað um hana javnan síðan. Eg haldi, at greinin lýsir so væl akkurát hvat, ið eg ræðist so nógv við at “liberalisera” fosturtökulógina, hóast tað kanska ikki beinanvegin broytir, hvussu læknar í praksis fyrihalda seg til fosturtökur. Vit hava í hvussu so er hoyrt, at lógin bara samsvarar við núverandi praksis, og onkur fór enntá so langt sum at siga, at lógin var ein “herðing”.

Men núverandi lóg viðurkennir, at tað má í minsta lagi vera talan um onkrar serligar umstöður, fyri at “rættvísgera” eina fosturtöku. 

Hvar endar henda sokallaða glíðibreytin, ið summi okkara ræðast? Hvörja leið gongur hon?

Greinin um seinfosturtöku

Greinin, ið eg las, er skrivað av eini mammu, ið fekk fosturtöku í 22. viku (les greinina her: https://tothemoonhoney.com/josephine-wendt-historien-om-at-gennemgaa-en-senabort/). Mamman gongur við einum ynskibarni, og hon greiðir væl frá, hvussu spent hon og sjeikurin vóru, og hvussu nógv tey elskaðu hetta barnið.

Ovast í greinini sigur hon soleiðis:

Jeg savner hende så ubeskriveligt. Al den rationalitet jeg har klynget mig til gennem hele forløbet synes at være umulig at finde frem i dag. Det er snart to måneder siden, at jeg fødte vores lille pige. Den 19. juni 2021 vil for evigt stå stærkt og smukt i mit og min kærestes hjerter.”

Alt er fantastiskt til tey fara til skanningina í viku 20. Alt er akkurát, sum tað eigur at vera, burtursæð frá, at gentan hevur stuttar armar. Mamman spyr, hvat hon skal gera, og jarðarmóðurin svarar, at fosturtökumarkið var 12 vikur.

Síðani skrivar mamman hetta:

Jeg blev rasende og husker, at jeg tænkte, hvad hun bildte sig ind at nævne en abort. Det er fuldstændig udelukket. Jeg ville bare have min lille pige. … Da jeg sad og kiggede på juicekartonen gik det pludselig op for mig: Hun kommer ikke til at kunne holde sin egen juice. Min kæreste svarer mig: “Josse, hun kommer ikke til at kunne gå på toilettet selv.” Vi kiggede på hinanden og følte, at beslutningen allerede var taget for os. Vi ville ikke byde vores datter et liv, hvor hun ville være så afhængig af andre og ikke kunne tage vare på sig selv. For os var der intet at diskutere.

Mamman fær fosturtöku í 22. viku og sigur soleiðis um dóttir sína:

Hun var perfekt på alle måder, hun manglede blot sine arme.

Tey elska dóttrina. Tey vita, at hon er dóttir teirra. Men tey halda ikki, at lív hennara er vert at liva. Tí hon hevur stuttar armar. Tey halda seg gera tað besta fyri dóttrina, við IKKI at lata hana liva.

Mamman skrivar soleiðis um síðstu tíðina, ið dóttirin var á lívi:

Det endte med, at han hjalp mig til at forstå, at det liv, jeg kunne mærke i min mave, var vores lille pige og hende skulle vi nyde, tale til og give al kærlighed til, mens vi stadig havde hende. Derfra fik alle følelser, tårer og tanker lov til at fylde. Det gjorde så også, at jeg langsomt begyndte at forstå, at vi snart ville miste vores barn. Men vi vidste, at det bedste liv vi kunne give hende, fandtes i stjernerne.

Hvussu kunnu vit halda, at lívið við stuttum örmum er verri enn deyði? Gentan hevði verið 4 ár í dag. Um okkara 4-ára gamla barn endaði í eini ferðsluvanlukku, hövdu vit so ynskt, at tað doyði heldur enn, at tað yvirlivdi við meislaðum örmum? Er lívið so lítið vert? Er tað so lítið vert, at kunna uppliva treytaleysan kærleika frá sínum foreldrum? At vísa sínum foreldrum, systkjum og öðrum kærleika? Er tað so lítið vert at renna og hoppa, syngja, tosa og liva, at stuttir armar viga meir enn alt tað góða? 

Mamman skrivar í greinini um avgerðina og um at fáa loyvi til fosturtöku:

Selvom vi er i kæmpe sorg kan vi trøste os med, at vi kæmpede for vores datter til det sidste.”

Vi jublede og græd af lettelse, og samtidig var vi dybt ulykkelige over, at vi nu snart skulle miste. Det er en meget skræmmende følelse at være så lettet over at få lov til at sige farvel til sin datter. Men vi var så sikre i vores sag, og vi følte, vi kæmpede for hendes rettigheder mere end vores egne.

Hetta er tað eg ræðist!

Hvussu hava vit sannfört mammur og pápar, at tað er náði at taka lívið av okkara egnu börnum? Tí allar virðismiklasta, ið vit eiga. 

Hvat halda vit sum samfelag um tey, ið bera brek, tá ið stuttir armar eru verri enn deyði? 

Vit kunnu öll enda við at hava törv á hjálp frá öðrum. Er okkara lív ikki longur vert at liva tá?

Mamman sigur móti endanum á greinini:

Fordi noget af det vigtigste, jeg har lært af alt det her, er at der ikke findes noget rigtigt eller forkert valg, når man som forældre skal tage en så hård beslutning, om ens barn skal leve eller dø.”

Men tað VAR ein rött avgerð og ein skeiv avgerð í hennara föri. Hvat er hent við okkum, um vit ikki duga at síggja tað?

Tey kundu havt bjóðað henni so nógv. Tað er vert nakað, at verða elskað. At skilja, at eg eri treytaleyst elskað, sum eg eri. At sleppa at vísa kærleika. At hoyra sögur, njóta góðan mat, syngja, spæla, klemma og mussa. Lívið er vert at liva. Lívið er meiningsfult. Eisini við stuttum örmum.

Lívið hjá tær hevur virðið. Tað er ikki náði at taka lív. Lív skal verjast. Börn skulu verjast. Född sum ófödd. Öll hava tey rætt til lív.