Einki úrslit

Fosturtøkubarnið

Minnisvarðin Fosturtøkubarnið

Fosturtøkubarnið er ein talgildur minnisvarði til tín, sum ert særdur av fosturtøku.

Higartil hava sera mong føroysk børn mist lívið av fosturtøku síðani 1956. Vit ynskja at æra minnið um eitthvørt av teimum børnum, sum missa lívið av fosturtøku.

Vit vilja stuðla tær, sum ert særdur av framdu fosturtøkuni til at gera tað sama.

Skriva tínum barni eina heilsan

Skriva eina heilsan ognað tí barni, sum livir víðari í tínum kenslum og tonkum, hóast tað ongantíð bleiv føtt. Skriva tað, ið hjarta títt er fult av.

Tú kanst eisini velja at geva barni tínum eitt navn. Tað kann vera ein hjálp í sorgini at minnast barnið á hendan ítøkiliga mátan og fáa tað út úr navnloysi.

Um tú ynskir tað, ber til at seta tína heilsan her á síðuna til minnis um barn títt. Tað kann verða til stóra hjálp og troyst fyri onnur í einari líknandi støðu. Tú skrivar heilsanina sum ónavngivin her, og velur um hon skal vísast framm ella ikki.