Aftur
Skurðfosturtøka
Tíðarskeið
Skurðfosturtøka kann verða framd, tá fostrið er eldri enn 7-8 vikur.
Kanningar
Um kvinnan fær játtað fosturtøku eftir treytunum í lógini, verða neyðugar kanningar gjørdar, m.a. fyri staðfesta hvussu langt kvinnan er komin. Hon verður eisini kannað fyri klamydia, fyri at umganga undirlívsbruna.
Kvinnan tosar eisini við eitt heilsustarvsfólk um hvat fyri slag av doyving, ið hon skal hava.
Fosturtøkan
Mett verður, at áleið 20% av fosturtøkunum eru skurðfosturtøkur (í Danmark).
Inntrivið (mest brúkti hátturin er útsúgving) sjálvt tekur áleið 15-20 minuttir og gongur fyri seg í fullari ella lokalari doyving.
Kvinnur, ið ikki hava átt barn áður, fáa lagt ein stikkpillara upp í skeiðina, fyri at gera lívmóðurhálsin bleytan. Við tunnum metallpinnum, verður lívmóðurhálsurin víðkaður. Fostrið, hindir og móðurkakan verða síðani sogin út úr lívmóðurini í gjøgnum eina súgvandi plastikslangu.
Tað er týdningarmikið, at læknin tryggjar sær, at hann fær tómt alt, sum er í lívmóðurini. Læknin má fylgja neyvt við, at hann fær allan kroppin ella kropspettini hjá barninum, áðrenn hann er liðugur við fosturtøkuna, annars kann kvinnan gerast álvarsliga sjúk eftir fosturtøkuna.
Eftir, at fosturtøkan er liðug, verða leivdirnar av fostrinum burturbeindar.
Eftir fosturtøkuna
Eftir inntrivið, bløðir kvinnan í einar 1-2 vikur. Tað er menstruatiónslíknandi pína í nakrar dagar, sum kann man taka hondkeypheilivág fyri.
Flestu kvinnurnar fara heim sama dag, men tær skal ikki vera einsmallar tað fyrstu náttina orsakað av doyvingini. So leingi, sum bløðing og lívmóðurin enn eru eitt sindur opin, er vandi fyri undirlívsbruna. Tí skal man umganga samlegu uttan hít, tampong og at fara í svimjihyl. Man skal seta seg í samband við lækna, um talan er um ógvsliga pínu ella bløðing, ella um tað kemur illa luktandi útflot. Næsta menstruatión kemur næstu 4-6 vikurnar, men kvinnan kann eisini gerast við barn í hesum tíðarskeiðnum.
Eftir skurðfosturtøku, uppstanda komplikatiónir hjá uml. 5% av kvinnunum. Oftast um fosturtøkan ikki var fullfíggjað. Tað merkir, at tað vóru restir av fostrinum og móðurkakuni í lívmóðurholuni aftaná, at fosturtøkan var framd.
Komplikatiónir:
- Undirlívsbruni, sum má viðgerast við antibiotika og útskaving.
- Fepur, pína og illa luktandi útflot dagarnar eftir fosturtøkuna. M.a. hesin vandin ger, at tú kanst ikki fara í karbað, fara í svimjihyl, brúka tampongir ella hava samlegu uttan hít, so leingi sum tú bløðir.
- Ógvuslig og áhaldandi bløðing, sum hevur við sær, at ein útskaving er neyðug.
- Hol á lívmóðurina (0,1-0,4%), sum má skurðviðgerast.
- Vandin við at gerast steril, er sera lítil, men til staðar. Størsta grundin til, at kvinnur gerast sterilar, er klamydia, sum er ein bakteria, man kann vera smittað við, uttan at hava nøkur eyðkenni. Áðrenn fosturtøkuna verður tú kannað og møguliga sett í viðgerð..
Um man angrar
Neyðugt er at siga heilsustarvsfólkunum frá í nóg góðari tíð um man angrar sína avgerð, tí tá ið inntrivið er gjørt, er fosturtøkan framd, og eingin vegur aftur. Tú hevur altíð rætt til at siga nei til at fáa fosturtøkuna gjørda, hóast tú hevur sagt ja av fyrstani tíð.
Les um fosturmenning her.