Einki úrslit

Aftur

Etiska ráðið varpaði ljós á fosturtøku

19. apríl í 2023 skipaði Etiska ráðið fyri almennari ráðstevnu í Skúlanum við Løgmannabreyt. Evnið var, “Fosturtøka og etisk atlit”.

Etisk argument bæði fyri og ímóti fosturtøku vóru førd fram. Millum annað hevði Arni Zachariassen, ráðslimur, framløgu við argumentum ímóti fosturtøku.

Björk Tyril Sadembou og Noomi Gregersen umboðaðu Pro Vita í pallborðskjaki um evni. Báðar sita tær í nevndini fyri Pro Vita.

Meira kann lesast um ráðstevnuna á heimasíðuni hjá Etiska ráðnum, har onnur videobrot eisini kunnu síggjast.