Einki úrslit

Aftur

Er ófødda barnið veruliga eitt menniskja? 

Talsfólk fyri fríari fosturtøku siga: “Tað er óvist, nær eitt mannalív byrjar. Hetta er ein religiøsur spurningur, ið vísindini ikki kunnu svara.“ Men flest øll eru farin frá hesi støðuni, tí hon er avsannað av fleiri áratíggju gomlum vísindaligum prógvum. Men kortini er henda avoldaða trúgvin so mikið inngrógvin í okkara tjóðarsál, at tað enn eru mong, sum trúgva tí. 

Einasti hátturin, har logikkurin fyri fríari fosturtøku kann vinna, er, um fólk trúgva, at tey óføddu ikki eru heil menniskju.
Eru tey tað? 

Hetta siga vísindini 

Dr. Alfred M. Bongioanni, professari í burðarfrøði á University of Pennsylvania, segði: “Tá eg fór undir læknafrøðiligu útbúgving mína, lærdi eg, at mannalív byrjar við gitnaðarstund … mannalívið er hjástatt allan vegin ígjøgnum, heilt frá gitnaðarstund og til vaksnamannaárini… eitt og hvørt inntriv í hesum tíðarskeiði merkir at taka eitt mannalív.“ 

Um byrjanarstigini í menningini hjá børnum í lívmóðurini segði Bongioanni professari: “Eg eri ikki meiri til reiðar at siga, at hesi byrjanarstig í menningini avmynda eitt ófullkomið menniskja, enn eg eri at siga, at eitt barn áðrenn øgiligu ávirkanina av kynsbúningaraldrinum ikki er eitt menniskja. Tað er mannalív á øllum stigum.”

Dr. Jerome LeJeune, táverandi professari í arvafrøði á Université Paris Descartes, segði: “Eftir at gitnaður er farin fram, er eitt nýtt menniskja vorðið til.“ Hann segði, at “hetta er ikki longur ein spurningur um meining. Eitt og hvørt menniskja hevur eina serstaka byrjan – við gitnaðarstund.”

Micheline Matthews-Roth, professari við Harvard University Medical School, segði: “Vísindaliga er tað rætt at siga, at eitt mannalív byrjar við gitnaðarstund.”

Eitt og hvørt menniskja verður skapað við gitnaðarstund. Áðrenn gitnaðarstundina er menniskjað (við tess serstaka DNA) ikki til. Men frá hesi stund er menniskjað til. 

Tað eru ikki bert fólk, ið eru fyri lívi, ið hava hesa støðu. Eigarin av størstu fosturtøkuklinikkini í Oregon vitnaði soleiðis undir eiði: “Sjálvandi byrjar menniskjalívið við gitnaðarstund.” Heiðurslønta verðsliga bókin Frá gitnaði til føðing lýsir gjølliga byrjanina hjá einum barni við gitnað, og hvussu tað mennist fram til føðing.

Hvussu greið eru prógvini um, at mannalív byrjar við gitnaðarstund? So greið, at Missouri General Assembly viðtók eitt lógaruppskot, ið segði: “(1) Eitt og hvørt menniskjalív byrjar við gitnaðarstund; (2) ófødd børn koma undir verjuáhugamál av lívi, heilsu og vælveru … orðingin ‘ófødd børn’ ella ‘óføtt barn’ skal fata um øll ófødd børn ella avkom menniskjanna frá gitnaðarstund og øll lívfrøðiligu menningarstigini á leiðini fram til føðing.”

Samansett og menniskja 

Eitt nýgitið egg hevur í sær eina øgiliga rúgvu av genetiskum upplýsingum, nóg mikið til at stýra menningini og vøkstrinum hjá tí einstaka alt lívið. Ein einstakur tráður av DNA í einari menniskjakyknu hevur so nógvar upplýsingar, at tað svarar til eitt heilt bókasavn við 100.000 bókum.

Kyknurnar fara sundur og margfaldast við rúkandi ferð, og úrslitið er ein framúrskarandi vøkstur. Tað er vøkstur, tí tað er lív. Langt áðrenn ein kvinna veit av, at hon er við barn, er longu í henni eitt livandi og vaksandi menniskja. 

Millum fimm og níggju dagar eftir gitnað festir hetta nýggja menniskjað seg í lívmóðurveggin fyri at tryggja seg og fáa føði. Longu her kann kynið síggjast við hjálp av serligum tólum. Eftir fjúrtan døgum framleiðir barnið eitt hormon, ið steðgar mánasjúkuni hjá mammuni. Tvær vikur eftir hetta hómast menniskjalig eyðkenni – og tríggjar mánaðir seinni eru eyðkennini heilt eyðsædd. Barnið ein fullborin partur av mannaættini. 

Við gitnað tykist tað ófødda okkum ikki at vera eitt menniskja, tí vit eru von at døma menniskju eftir útsjónd. Men í uttanveltaðari vísindaligari merking er tað líka nógv eitt menniskja sum eitt eldri barn  ella ein vaksin. Hetta ófødda barnið sær út, sum tað eigur at síggja út á tí stigi í menningini, tað er á. 

18 dagar eftir gitnað verður hjartað myndað, og eyguni byrja at mennast. 21 dagar eftir gitnað pumpar hjartað blóð ígjøgnum kroppin. Eftir 28 døgum eru knubbar komnir á, har armar og bein fara at verða. Eftir 30 døgum hevur barnið ein heila og er margfaldað í stødd 10.000 ferðir. 

Eftir 35 døgum verða muður, oyru og nøs myndað. Eftir 40 døgum kunnu heilabylgjur ófødda barnsins verða máldar, og hjartaslátturin, ið byrjaði tríggjar vikur frammanundan, kann longu hoyrast við ultra- ljóðstetoskopi. 42 dagar eftir gitnað er beinagrindin myndað, og tá stýrir heili barnsins vøddum og gøgnum. 

Sama hvussu hann ella hon sær út, fer eitt barn altíð at vera eitt barn. Fosturtøka fer altíð at gera enda á lívinum hjá einum barni. Tey fyrstu amboðini at fremja fosturtøku, íroknað allir teir ymsu angribollarnir o.a., eru ov sein, um sleppast vil undan at beina fyri einum lívi. 

Leikur lívsins 

Lennart Nilsson, best kendur fyri sínar innvortismyndir í tíðarritinum Life og bók síni A Child is Born, sigur í “Drama of Life Before Birth“ soleiðis um tað ófødda barnið 45 dagar eftir gitnað. (áðrenn nógvar av kvinnunum vita, at tær eru við barn): “Hóast fostrið nú bert vigar umleið eitt gramm, hevur tað longu fingið øll tey innaru gøgnini, sum eitt vaksið menniskja hevur, men tó á øðrum menningarstigum. Tað hevur longu ein lítlan munn við varrum, eina byrjandi tungu og knubbar til tjúgu mjólkatenn. Kynið og nøringargøgnini eru byrjað at mennast.”

Eftir átta vikum hava hendur og føtur fingið næstan fullkomið skap. Eftir níggju vikum boyggir barnið fingrarnar um ein lut, ið verður lagdur í lógvan. Fingraneglir verða myndaðar, og barnið suttar tummil. Eitt níggju viku gamalt barn dugir “longu at bólta rút bæði aftureftir og frameftir og at saksasparka“.

Tað ófødda reagerar upp á sansingarávirkan og er møguliga longu ført fyri at kenna pínu.

Eftir 10 vikum skeitir barnið, svølgir og rykkir brýr. Eftir 11 vikum pissar tað og ger fleiri andlitsbrøgd – og enntá smílist. Eftir 12 vikum sparkar barnið, snarar fótunum, spælir við táunum, knýtir nevarnar, flytur tumlarnar, bendir handliðirnar og letur munnin sundur.

Alt hetta fer fram tríggjar teir fyrstu mánaðirnar eftir gitnaðarstundina. Í teimum írestandi seks mánaðunum í móðurlívi fer ongin nýggj menning fram, og onki nýtt byrjar at virka. Alt barnið einans veksur og búnast – uttan so at talan gerst um fosturlát, ella at tess lív verður tikið við fosturtøku. 

Tað er vísindaliga prógvað, at allar fosturtøkur í Amerika steðga einum bankandi hjarta og einum heila, ið longu virkar. 

Hvat kalla vit tað, tá eitt fólk ongan hjartaslátt hevur, ella hevur ein óvirknan heila? Vit kalla tað deyði! 

Hvat eiga vit at kalla tað, tá vit hava hjartaslátt og virknan heila? Vit eiga at kalla tað lív! Hvør einstøk fosturtøka tekur eitt lív. 

Størsta týdning

“Svarið uppá spurningin: ‘Hvat er tað?’, hevur størsta týdningin,“ sigur Scott Klusendorf. Hann vísir á, at tað eru bert fýra munir á einum óføddum og einum nýføddum. Hesir munir eru lættir at minnast við stavorðunum SMUS, ið eg skal greiða frá her í stuttum: 

Stødd: Sigur støddin hjá tær nakað um, hvør tú ert? 

Menningarstig: Eru 20 ára gomul meiri menniskju enn 10 ára gomul, av tí at tey eru klókari og sterkari? 

Umhvørvi: Ger tað teg meira ella minni til eitt fólk at vera innandura enn at vera uttandura? Verður eitt barn minni menniskja av at vera inni í mammuni enn at vera uttanfyri? 

Sjálvbjargnistilgongd: Avger ávíst tilknýti til annað fólk, hvør tú ert? Er ein við Alzheimer ella aðrari sjúku minni menniskja av tí? Eri eg, ein insulinbundin sukursjúkur, minni menniskja nú, enn áðrenn eg fekk sjúkuna? 

Eitt tríggjar mánaða gamalt barn er væl minni enn eitt tíggju ára gamalt, nógv minni ment og líka hjálparleyst sum eitt óføtt barn. 

Spurningurin er ikki, hvussu gomul ella stór ella klók ella ótilætlað tey óføddu eru, men hvørji tey eru. 

Svarið er einfalt – tey eru menniskju! 

(Brot úr bókini: Hví verja Lív)