Aftur
Er nýggja fosturtøkulógin veruliga strangari enn tann gamla?

Í tíðindabrævi sínum, skrivar Arni Zachariassen soleiðis:
Hesa vikuna verður uppskot um nýggja fosturtøkulóg lagt fram fyri løgtingið. Uppskotið ger fosturtøku fría í Føroyum fram til endan á 12. viku.
Beint nú er meiriluti í tinginum fyri uppskotinum og tí gera tingfólkini, sum brenna mest fyri fríari fosturtøku, skjótt av við at leggja uppskotið fram, sum annars varð felt í fjør. Ein góð broyting er komin við í nýggja uppskotið og tað er samvitskufrælsi. Um tú sum starvsfólk í heilsuverkinum vegna tínar sannføringar ikki ynskir at luttaka í at fremja eina fosturtøku, so hevur tú lógarfestan rætt at sleppa undan.
Eldur er enn eina ferð í orðaskiftinum — hóast tey flestu, sum skifta orð tykjast at hoyra til teirra, sum eru ímóti uppskotinum. Tað kennist, sum tey, sum eru fyri, beint nú halda ondini og bíða. Kanska gongur tað hesa ferð?
Sjálvur eri eg bangin fyri, at lógin verður broytt. Vesturheimurin byrjaði at venda sær frá góðum, kristnum virðum fyri langari tíð síðani og hóast Føroyar longi hevur staðið sum ein drangur í brimi, so er tað ikki óhugsandi, at flóðaldan umsíðir eisini skolar yvir okkum. Men hvør veit? Kanska vísir Gud okkum náði.
Merkisverd viðmerking
Eitt, sum tó er merkisvert og eg vil siga nøkur orð um, er ein viðmerking, sum Katrin Kalsberg, kvinnulækni, kom við í Kringvarpinum.1 Har vísur hon á, at nýggja fosturtøkulógin í veruleikanum setur markið fyri nær fosturtøkur kunnu fremjast niður samanborið við verandi fosturtøkulóg. Hetta tí, at markið í gomlu lógini er 16 vikur og tað í nýggju lógini er 12 vikur. Hesa eygleiðing hava tey á Kringvarpinum sett í inngangin til greinina á heimasíðuni, eins væl og í dagføring á Facebook. Tað skilji eg eisini væl! Hetta er ein óvæntað vinkling, sum møguliga provokerar so mikið, at fólk klikkja á leinkið ella viðmerkja dagføringina.
Men er tað veruliga soleiðis, at nýggja lógin er strangari enn gamla, tí markið verður sett niður? Á ein hátt er tað rætt, at markið verður niðursett frá 16 til 12 vikur — men bara reint tekniskt og um tú gloymir nakrar rættiliga týdningarmiklar partar av lógini.
Hvat er tað so, sum nýggja fosturtøkulógin í veruleikanum sigur um nær og undir hvørjum umstøðum, fostur kunnu takast?
(Eg eri ikki løgfrøðingur, so sig mær frá, um at havi misskilt okkurt í lógini ella ikki havi lagt merki til okkurt týdningarmikið. Hetta er soleiðis, sum eg sum leikmaður skilji lógina.)
12 vikur og meira
Núverandi lóg loyvir fosturtøku til og við 16. viku, men einans í ávísum førum. Hesi eru:
- um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda,
- um kvinnan er vorðin við barn við neyðtøku ella blóðskemd (málið skal meldast til løgregluna, og eftir at málið er kannað, skal tað ikki verða avvíst sum ósatt),
- um fostrið er í vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarliga brek (m.a. epilepsi, av eini ella aðrari orsøk),
- og um mett verður, at kvinnan av likamligum ella sálarligum brekum (ella aðrari orsøk, sum lækni staðfestir), ikki er før fyri at taka sær av barninum.
Hetta er ein lóg, sum av røttum verður kallað restriktiv. Hon leggur upp til, at fosturtøka í summum førum er tragiski, men minst ringi útvegurin úr ávísum sera keðiligum støðum.
Nýggja lógin sigur harafturímóti, at fosturtøka til og við 12. viku skal vera púra frí. Hon er etiskt neutral ella kanska beinleiðis góð. Ein kvinna, sum er við barn, kann fara til sín kommunulækna og lata honum ella henni eina umsøkn. Tað er tað.
Ynskir ein mamma sær fosturtøku eftir 12. viku, so ber tað eisini til. Tað eru tveir vegir — ein skjótur og ein minni skjótur. Eingir spurningar verða settir og fosturtøka framd, um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda ella lækni heldur, at fosturtøka er neyðug so likamliga og sálarliga heilsan hjá henni ikki “viknar munandi”.
Men um støðan ikki er eins átroðkandi og hetta, so kann allíkavæl søkjast um at fáa fostur tikið um:
- likamliga ella sálarliga heilsan hjá mammuni er í vanda,
- mamman er vorðin við barn vegna neyðtøku ella blóðskemd (brotsverkið nýtist tó ikki at verða meldað til løgregluna),
- vandi er fyri at barnið ber brek ella er sjúkt, bæði likamliga og sálarliga,
- mamman ikki megnar at hava nóg góða umsorgan fyri barni sínum,
- ella tað verður ein ov tung byrða fyri mammuna at ganga við barninum, føða tað ella at taka sær av tí, og at hesi fara at gera tað ov trupult fyri mammuna at taka sær av børnum, sum hon frammanundan hevur.
Eitt sokallað samráð ger av, um loyvi skal verða givið til fosturtøku. Landsstýrisfólkið mannar samráðið við einum løgfrøðingi, einum sosialráðgeva, einum sálarfrøðingi og tveimum læknum (annar skal vera kvinnulækni og hin psykiatari).
Um samráðið sigur nei, kann mamman kæra avgerðina til Føroya Kærustovni.
Eisini eftir at fostrið er lívført og tí kann yvirliva uttanfyri móðurlív kann tað verða tikið, um funnið verður útav, at tað ber brek ella er sjúkt, likam- ella sálarliga. Nær er tað lívført? Sambært viðmerkingunum til lógina verður meting gjørd í hvørjum einstøkum føri. Í viku 22 verður fostrið tó roknað sum eitt barn og — skilji eg viðmerkingarnar rætt — tá koma vit umsíðir til markið fyri nær fosturtøka skal kunna verða framd í Føroyum.
Hvat verður úrslitið?
Hetta merkir, at fosturtøka sambært nýggju lógini er:
- Púra frí til og við 12. viku.
- Við treytum tøk eftir 12. viku.
- Fostur, sum annars kundu yvirlivað, kunnu takast, um tey bera brek ella eru álvarsliga sjúk.
Vit fáa at síggja, hvussu nýggja lógin verður brúkt í praksis, verður hon viðtikin. Kanska hevur Katrin Kalsberg rætt, tá ið hon sigur við Kringvarpið at hon ikki fer at elva til at fleiri fosturtøkur verða framdar í Føroyum. Men at røra framundir, at nýggja lógin er strangari enn tað gamla er ikki rætt.
Tí við nýggju lógini verður munandi lættari at fáa fosturtøku. Fosturtøka hevur ikki verið frí í Føroyum áður. Tað verður hon, um nýggja lógin verður viðtikin. Samstundis eru undantøkini fyri fosturtøku eftir 12. viku fleiri og linari í nýggju lógini. Ein av orsøkunum at gera eina nýggja lóg er væl saktans, at har eru fleiri kvinnur, sum kundu hugsað sær at fingið fosturtøku, men sum ikki hava loyvi til tess sambært galdandi lóggávu. Eru hesar kvinnur til, so fer fosturtøkutalið av sær sjálvum upp um lógin verður liberaliserað, eins og ætlan er.
Vit kunnu vera ósamd um, hvørt hetta er eitt gott ella ringt ting. Men nýggja lógin er ikki strangari enn gamla.